hósdagur 25. juni 2015síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 26. juni 2015
9
undan hevur hann sagt okkum, at í
Hetlandi er vindmegi 12 ikki óvanlig. Og
hóast vit hava hug at halda, at í Føroyum
er meira vindur, ja, so ER vindmegi 12
ovasta trin á Beaufort-stiganum. Ódnar
stormur.
Planturnar byrja inni
Í einum av vakstrarhúsunum standa
tomatir og auberginur. Tær verða stand
andi inni her. Krevja so mikið av lívd
og varma, at tær verða ikki plantaðar
út. Tað sama er galdandi fyri melónir,
agurkur, graskar, chilli og piparfruktir.
Men fleiri onnur sløg skulu bara hava
eina góða byrjan, so fara tey útum at
vaksa seg lidnan. Spinat, ertrar, bønir,
brokkoli og blommkál, til dømis.
– Vit byrja í februar at sáa inni. Vit
hava ein hitadúk, sum vit seta plantur
nar á fyrstu tíðina, og vit geva teimum
eyka ljós eisini. Og so hava vit eina
ætlan, sum ger, at vit hava skil á, nær
tey ymsu sløgini skulu inn og út, so tey
koma út í moldina, tá nóg heitt er í veðr
inum til júst tey, greiðir Penny frá.
Tari og pappír
Sumt verður sátt úti. Vit fara stillisliga
oman gjøgnum veltuna, tí ein dunna
hevur lagt seg við eggum við eitt av
gomlu bildekkunum, sum tey nýta at
halda fipurdúkinum niðri við, tá hann
er á. Fleiri staðni í veltuni síggja vit, at
moldin er løgd undir eitt lag av gráum
endurnýtslupappíri, sum so hol eru
gjørd í og fræ løgd niðurí. Hetta verður
gjørt bæði fyri at hita moldina og fyri at
sleppa undan ókrúti.
Í einum av plasthúsunum eru ongar
plantur inni. Alt gólvið (sum ikki er
nakað gólv, tunnilin er settur beint niður
á lendið) er dekkað av einum ferhyrnt
um dunga av sankutøðum. Inniundir
sankutøðunum liggur tari. Upp í einar 60
sekkir hava tey borið niðan og inn higar.
Ætlanin er at lata øll hesi góðu føðslu
evni frá høsnatøðum, tara og húsar
haldsburturkasti koma graskarum til
góðar.
– Taran brúka vit akkurát sum hann
er. Skola hann ikki ella nakað, nei. Royna
at taka sovorðnan, sum hevur ligið uppi
á landi eina tíð og er upploystur eitt
sindur, sigur Penny.
Smakkurin verður ikki tikin
Uttanfyri, millum vakstrarhúsini, standa
smá salathøvd á rað í samanhangandi
pottum. Vit sleppa at smakka. Tey smáu
bløðini smakka heit og kryddað og eru
broyskin. Vit spyrja, hvat tey hoyra frá
teimum, sum keypa sovorðið sum hetta?
Hvørjar eru afturmeldingarnar?
Penny smílist lítillátin.
– Ja, tey siga, at onki kann metast
við hetta. Serliga salat eru tey ofta sera
fegin um. Tí tað, ein kann keypa vakuum
pakkað, er slaskut og vátt, og hevur so
heldur ikki so nógvan smakk sum okkara.
Og hóast hon ikki hevur verið í Føroy
um, so metir Penny, at júst salathøvd
áttu at verið nakað, sum bar til hjá før
oyskum bóndum at farið í holt við og
fingið selt væl av. Tey plaga at koma væl
undan, sigur hon.
Grønmetiseskjur til haldarar
Sjálvi selja tey ein stóran part av sínum
grønmeti í eini haldaraskipan. Fólk fáa
ein kassa av blandaðum grønmeti aðru
hvørja viku. Og skipanin er rættiliga væl
umtókt – hon hevur langan bíðilista.
Ein partur av grønmetinum fer eisini
í handlarnar og til hotell. Og helst fara
tey at gera meira av at selja í stórum. Tí
hóast tey helst vilja framleiða til fólk í
nærheitini – “local food for local people”
– so mugu tey, eftir at hava arbeitt hart
og idealistiskt í trý ár, taka størri atlit til
lønsemi enn higartil. Annars ber ikki til.
Traktor – aldrin í lívinum
Vit sita í túninum á Turriefield, í vestur
skininum. Fáa at eta frá blíðu hetlend
ingunum. Litríkar rættir, fullir í ný
upptiknum grønmeti og nýhentaðum
kryddurtum. Úti í veltuni arbeiða tvey
ung úr Fraklandi, sum arbeiða her í
nakrar vikur sum part av eini fjakkara
ferð. Afturfyri fáa tey innivist í einum
av kampingvognunum og mat. Fyri
bert fýra árum síðani var alt graslendi.
Nú eru 3000 fermetrar nóg mikið til at
framleiða seks tons av grønmeti. Men
tey ætla at halda áfram.
– Vit brúka 4000 fermetrar, men hava
ein hektar (10.000 fermetrar) tilsamans,
sum vit kunnu velta á. Og tað stykkið, vit
brúka, er ikki í námind av at verða gagn
nýtt til fulnar. Vit kunnu fáa væl meira
burturúr við at bøta um lendið við tara,
við kálki og við tøðum, sigur Penny.
Og til at lætta um hava tey júst fingið
sær... nei, ikki traktor. Hest. Tey vóna,
at plógvið, tey hava bílagt úr Fraklandi,
skjótt kemur. Á Turriefield grør væl –
eisini prinsippini eru rótfest!
...Meir um evnið á næstu síðu