hósdagur 25. juni 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 26. juni 2015
ennara matur ferðaðist
bara undir Skálhøvda, í
túninum rundan um hús
ini, í bønum, og kanska
onkran hepnan dag fekk
hon okkurt, sum hevði
gingið í Norðastahaga. Sukrið, mjølið og
te-ið kom av longum leiðum, kortini.
Men okkara matur kemur at kalla
allur av longum leiðum. Kjøt úr Brasil
og Ný Sælandi. Fiskur úr Grønlandi – og
Tailandi! Og eplini. Bara tjúgu prosent av
eplunum, vit eta, eru velt í Føroyum. Og
tá eru øll seteplini, sum privatfólk keypa
og seta niður, roknaði uppí. (Búnaðar
stovan roknaði hetta út.)
Realiteturin er, at okkara matur
kemur úr bingjum, ikki úr føroysku
náttúruni. Vit innflyta fyri 600 milliónir
krónur í mati um árið. Vit kunnu vera
errin av, at øll mjólkin, vit drekka, er
føroysk, og stórur partur av henni, vit
súpa. Næst á listanum er seyðakjøt. Men
sjálvt av tí innflyta vit 10 kilo um árið
fyri hvønn føroying.
Kokkarnir skaptu trendin
Fleiri og fleiri vilja broyta hetta. Av
ymsum orsøkum. Summi hugsa um alla
oljuna, vit nýta til at frakta matin higar.
Onnur um, at vit ikki hava ánilsi av,
hvussu brasilsku neytini eru viðfarin,
ella hvørji evni tey spræna á gularøtur í
Belgia. Og uppaftur onnur ilskast um, at
innfluttu jarðberini smakka akkurát av
ongum – meðan tey, sum koma úr ein
um føroyskum vakstrarhúsi, eru um at
bresta av søtmeti og anga.
Í Noregi vilja tey hava “kortreist mat”
og í Danmark vilja tey hava “lokal mad.”
Í báðum londunum verður rørslan, sum
arbeiðir fyri mati, sum ikki hevur ferðast,
tikin í ramasta álvara. Tí hon fær meira
og meira undirtøku hjá forbrúkarunum.
– Tað byrjaði í veruleikanum við
norðurlendsku stjørnukokkunum, sum
gjørdu manifestið um Ny Nordisk Mat,
sigur
norski
granskarin
Annechen
Bugge, sum granskar atferðina hjá for
brúkarum, við NRK.
Manifestið, sum føroyski kokkurin
Leif Sørensen var við til at gera, gjørdi,
at norðurlendskar rávørur sluppu upp í
part á bestu matstovunum.
– Kokkar byrjaðu at virða arbeiði hjá
lokalu bóndunum, og framleiðararnir
fóru í eitt tættari samskifti við kokkar
nar, sigur Leif Sørensen.
Lokalar rávørur og samstarv
Og tankarnir hava breitt seg, so teir nú
eru fólksligir og populerir – eisini hjá
politikkarum. Norski landbúnaðarmála
ráðharrin hevur júst boðað frá, at hon
hevur sum mál at økja søluna av lokalum
mati frá teimum 3,5 milliardunum, selt
verður fyri í dag, til 10 milliardir um
tíggju ár.
– Tað fer at eydnast. Longu nú veksur
lokalmat-framleiðslan tríggjar ferðir so
skjótt sum onnur matframleiðsla, segði
Sylvi Listhaug, tá ætlanin varð løgd fram
fyri norska almenningin.
Og í lítla, norska býnum Røros síggja
tey eisini, at hugurin at keypa lokalan
mat er vaksandi. Her í býnum eru tey
sera errin av fyritøkuni “Røros-mat”,
sum 31 matvøruframleiðarar – bøndur,
ein bryggjari, eitt mjólkavirki – eiga.
Felags fyri framleiðararnar er, at teir
gagnnýta rávørur úr Røros-økinum.
“Røros-mat” hava teir stovnað, so teir
hava eitt felags vørumerki, sum borgar
fyri góðsku og lokalari framleiðslu.
Røros-mat marknaðarførur og selur fyri
teir 31 eigararnar, og hetta hevur gingið
stak væl.
– Vit hava tvífaldað søluna upp á 3 ár.
Og tað er ikki bara tí, at vit hava góðar
vørur og dugnaligar seljarar, tað er eisini
tí, at tað, vit selja, rakar akkurát rætt
beint nú, sigur Kristin Bendixvold, stjóri
í Røros-mat.
Tann góða søgan selur
Vørurnar úr Røros verða sendar um alt
Noreg, og serliga í Oslo vilja fólk fegin
hava Røros-vørur.
– Tað týdningarmesta er, at maturin
hevur eina “góða søgu”, sigur Kristin
Bendixvold.
Á garðinum Galåvolden beint uttan
fyri Røros vita tey eisini hetta. Tey
framleiða eitt nú ís á staðnum, og tað
at kunna fortelja, at ísurin er gjørdur av
eggjablommum frá hønunum hjá teimum
sjálvum, róma frá lokala, vistfrøðiliga
mjólkavirkinum
og
jarðberum
frá
grannanum – tað selur.
– Tað er onki at taka seg aftur í, at
vit fáa ein prís, sum er munandi hægri
enn tað, tær stóru ísfyritøkurnar fáa,
sigur Rune Krogh, sum vísir runt á
Galåvolden-garðinum.
Skapar lív á staðnum
Eisini danir vilja fegnir hava lokalan
mat. Ein kanning hjá forbrúkararáðnum
“Tænk” vísir, at 6 av 10 dønum velja at
keypa tað, sum er framleitt nærhendis,
um teir kunnu. Og forbrúkararáðið
heldur, at nógvar góðar orsøkir eru til at
keypa tað lokala.
– Eitt er, at tú er við til at skapa ar
beiðspláss og aktivitet í økinum, tú býr í.
Men tú fær eisini ofta feskari og frískari
vøru, sum hevur betri smakk enn tað,
sum hevur ferðast langa leið, sigur Anja
Philip, forkvinna í ráðnum á heimasíðu
teirra.
Tað er nú!
Føroyingar hava enn ikki ein orðaðan
politikk um, hvat almennu Føroyar
ynskja av lokalari framleiðslu, og
hvussu hon skal stimbrast. Men at vit
hava keyparar til lokala framleiðslu er
vist. Tað merkja til dømis bøndurnir, ið
velta epli á Sandi
– Tað er ongin trupulleiki at sleppa
av við eplini, heldur ikki um tey kosta
nakað meiri enn útlendsk, sigur Jóanes
Johannessen, bóndi.
Bøndur úr Sandoynni hava verið á
kunningarferð, stuðlaðir av Vinnuframa,
júst at fáa hugskot til, hvussu fram
leiðslan kann økjast og lønsemi á gørð
unum samstundis fáast betri, og hava
vitjað í Røros í Noregi og í Hetlandi. Fyri
framman liggja avgerðir, sum kanska
hava við sær, at føroyski brúkarin fær
fleiri lokalar vørur, sum bert hava verið
ein túr við Teistanum og kanska einum
vørubili, og ikki hinumegin ekvator.
– Tað er nú, tit skulu gera hetta, tí tað
er nú, forbrúkarin spyr eftir hesum, vóru
ráðini úr Røros, frá Kristin Bendixvold,
stjóra í Røros-mat, til føroysku bøndur
nar.
Langomman hevði flent. “Hvat sigur tú? Vil tú hava mat,
sum ikki hevur ferðast? Eg veit onki um, at matur ferðast!”
Katrin Petersen
H
Vit vilja hava mat, sum ikki hevur ferðast
Grøna oyggin skal hava grønmetisveltur
Ísur, framleiddur á garðinum
Galåvolden í Røros í Noregi.
Eggjablommur, rómi og ber eru
øll av garðinum ella nærhendis.
Tey fáa munandi meir fyri ísin
enn tað, verksmiðjuísur kostar
Pylsur, seldar undir merkinum
"Røros-mat", sum sigur, at
vøran er lokalmatur úr Røros-
økinum. Legg til merkis prísin:
yvir 200 norskar krónur fyri 5
wienarpylsur!
Fyrst í mai mánaða var eitt stykki í Skálavík saksað og taðað,
og síðani býtt upp í smá stykki til luttakararnir í grønmetis
skeiðnum hjá Vakstrarætlanini Sandoy. Skeiðið er skipað
soleiðis, at fólk hava fingið hvør sín teig, og hava saman við
skeiðslæraranum Lauru Joensen sátt tey grønmetissløgini,
hon hevur valt teimum. Har eru eitt nú radisur, reyðrøtur,
pastinakkar og salat sádd. Laura kallar síðan saman, tá hon
heldur tíð vera at hyggja aftur at plantunum og lúka. Veðrið
hevur ikki júst verið til góð gróðrarlíkindi, men í vikuni hittast
tey so aftur í Skálavík. Skeiðið er liður í grønmetisætlanini
hjá Vakstrarætlanini Sandoy, sum hevur sum høvuðstanka
at brúka tað, sum frammanundan eru styrkirnar hjá oynni, at
skapa menning við. Og har var upplagt at fara í holt við eitt
hvørt, sum hevði við landbúnað, velting og gróður at gera.
Meðan grønmetisskeiðið er ætlað øllum, er samstundis
stuðul fingin til vega frá eitt nú Vinnuframa og frá Marine
Harvest til at kanna, hvussu grønmetisvelting kann gerast
eitt vinnuligt ískoyti hjá bóndum og øðrum, sum eiga jørð, og
hvussu landbúnaðurin kann samstarva um eitt nú royndar
virksemi og um marknaðarføring.
Vakstrarætlanin Sandoy er ein verkætlan, sum landsstýrið
og kommunurnar í Sandoynni gera saman. Endamálið er at
gera Sandoynna meira attraktiva fyri fólk at liva og virka í og
økja um tilflytingina.