hósdagur 25. juni 2015síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 26. juni 2015
Tað hevur verið ein avbjóðing at týða orðríku og litríku
bókina Hundrað ára einsemi til føroyskt mál, sum hevur
lindi at vera meira dempað, fáorðað og undirskilt. Tað
sigur Marianna Hoydal, sum hevur týtt stóru suður
amerikansku skaldsøguna, sum júst er útkomin
Dorit Hansen
orlagið Sprotin gav fyri stuttum út
skaldsøguna 100 ára einsemi eftir
kolumbianska rithøvundin Gabriel
García Márquez. Bókin, sum snýr seg
um Buendía ættina í lítlu bygdini
Macondo, verður av mongum mett
sum besta latínamerikanska skaldsøgan, sum nakran
tíð er skrivað. Marianna Hoydal hevur týtt stórslignu
bókina til føroyskt.
Marianna Hoydal undirvísir m. a. í sponskum í
Studentaskúlanum, og hon hevur áður týtt stuttsøgur
og styttri skaldsøgu.
Á seinasta “Orð og tónar” tiltakninum, sum Sprotin
skipaði fyri í Reinsarínum, varð nýggja skaldsøgan
løgd fram, og í tí sambandið setti undirritaða týðara
num nakrar spurningar um, hvussu tað er at týða
eina so serliga bók.
Kanst tú greiða okkum frá, hvussu tað bar til, at tú fórt
tú í holt við at týða Hundrað ára einsemi?
– Eg plagi at siga við næmingarnar hjá mær, at eg
byrjaði at lesa spanskt fyri at kunna lesa Gabriel
García Márquez á upprunamálinum. Tað er sjálvandi
ikki allur sannleikin, men eg var hugtikin av Hundrað
ára einsemi.
Málið í bókini er nakað heilt serligt. Tað er ein
fragd at lesa hesar longu, snøklutu og tó so leikandi
lættu setningarnar. Og eg vildi fegin royna, um tað
bar til at flyta teir yvir í føroyskt. Eg kenni meg í
veruleikanum øgiliga hepna, at eg eri sloppin at týða
hesa bókina. Tað er ein framíhjárættur at liva í einum
landi, har alt ikki er gjørt og sagt frammanundan, har
so nógv er eftir at seta orð á. Sum tey siga í bókini á
fyrstu síðu:
“Verðin var so nýggj, at nógv ting einki navn
høvdu enn og fyri at nevna tey mátti peikast við
fingrinum.”
At sleppa at seta orð á hevur verið ein fragd, men
eisini eitt ómetaliga stórt arbeiði. Størri enn eg helt, tá
ið eg fór undir tað.
Hvørjar hava størstu avbjóðingarnar verið?
– Tað besta við Márquez er málið, men tað er eisini
tað truplasta. Hann er ómetaliga orðríkur og litríkur
og hann megnar at fanga óendaliga nógv í einum ein
støkum setningi. Tað hevur verið ein stór avbjóðing
at fáa tað yvir í føroyskt, sum á onkran hátt tikist at
trivast betur við tí meira fáorðaða, dempaða, undir
skilta.
– Og so eru tað tilsipingarnar til alt millum himmal
og jørð: vesturlendska og indianska gudalæru, heims
bókmentir, søguligar hendingar, miðaldarliga gull
gerðarlist, stjørnufrøði, navigatión og alt møguligt,
sum hesi neyðars fólkini í bókini royna at seta seg
inn í. Hvat er t.d. trýarmaða dropadrívstólið hjá Teirri
Jødisku Mariu? Nógvir tímar fóru á Google og aðra
staðni fyri at finna útav, hvat ólukkan hann tosaði
um.
– Men størsta avbjóðingin hevur sjálvandi verið
tíðin. Eg fekk stuðul frá Mentanargrunninum í nakrar
mánaðir, men tað rakk als ikki til, og síðan havi eg týtt
í fríløtum. Men ein so stór týðing krevur samanhang
andi tíð – tú mást hava tíð at søkka niður í tekstin,
niður í málið, rútmuna og stílin.
Gabriel García Márquez segði einaferð í samrøðu við
The Paris Review, at honum dámdi ikki týðarar, sum
brúktu fótnotur. Hevur tú havt hug at seta fótnotur?
– Tað hevur verið freistandi, tí, sum eg segði, so eru so
nógvar tilsipingar til ymiskt. T.d. søguligar hendingar
í Kolombia, sum ein føroyskur lesari helst ikki kennir
nakað til, og so eru tað persónsnøvnini, sum kanska
hava onkran týdning, sum verður burtur í týðingini.
– Men eg skilji væl, at Márquez ikki vil hava fót
notur tí tær bróta søgugongdina, tær bróta illusiónina.
Og hjá Márquez kemur tann góða søgan fyrst. Hann
fortelur søgur, góðar søgur, og stílurin er rættiliga
munnligur. Vit vita, hvussu tað er, tá ið vit royna at
fortelja onkra góða søgu, og onkur so brýtur av og
vil hava eina frágreiðing um okkurt orð. Tað er tað
ringasta, ein góður forteljari veit. Tað, sum Márquez
vil greiða frá, tað flættar hann elegant inn í teir longu
setningarnar. Tað skal ein týðing ikki gera um uppá.
So má okkurt heldur vera “lost in translation”.
– Vit umhugsaðu eisini at seta eina ættartalvu í
bókina, tí tað er rættiliga fløkjasligt at finna runt í
hesi ættini, har øll eita tað sama. Tann spanska bókin,
eg havi, er ein serlig útgáva við øllum møguligum
tilfari um bókina og rithøvundin, og hon hevur eina
ættartalvu í, sum hevur verið ein ómetaliga stór hjálp
hjá mær í týðingini.
– Men tað er allarhelst ein orsøk til, at Márquez ikki
hevur sett nakra ættartalvu í bókina. Tað skal helst
vera líka trupult hjá lesaranum at finna runt í ættini,
sum tað er hjá persónunum sjálvum. Og eg giti, at
hann hevði hildið tað verið ómetaliga stuttligt at sæð
lesarar sita og snøklast við at royna at fáa ættartræið
at ganga upp. Eg kann avdúka, at tað gongur upp. Tað
hongur alt saman. Og tann síðsti av teimum seytjan
Aureliano´unum kemur eisini afturíaftur. Ongin blívur
burtur av óvart.
Ein bretskur týðari hevur sagt um skaldskapin hjá
Márquez, at monologarnir eru sterkir, men diologarnir
hevur mann hug at hampa. Hevur tú havt hug at
broyta nakað í 100 ára einsemi?
– Nei! Henda bókin er perfekt – í øllum førum á
sponskum. Márquez er ein episkur forteljari, tað eru
ikki nógvar samrøður í bókini, og tann beinleiðis
talan, sum er, hevur ofta dám av at vera eitt slag
av samanumtøku. Sum tá ið José Arcadio Buendía
eftir nógvar djúpa gransking kemur fram til ta púra
nyttuleysu , men ørandi sonnu niðurstøðuna, sum
hann kunnger við døgurðaborðið: “Jørðin er rund sum
ein appelsin.”
– Tað minnir aftur her um tað munnligu søgnina,
sum vanliga ikki hevur nógva samrøðu og beinleiðis
talu, men endurgevur serligar, fyndugar orðingar,
sum ofta næstan eru sum orðatøk. Annars eru nógvar
genialar, heilt stuttar samrøður, sum t.d. hendan,
millum Ursulu og Melquíades:
»Hatta er devilsins luktur, segði hon.
Als ikki, rættaði Melquíades hana. Tað er
prógvað, at devilin luktar av svávuli, og hetta
er bara eitt sindur av kyksilvursublimati.«
Tað, sum er av samrøðu og beinleiðis talu, tænir
øðrum endamáli enn at vera natúrligt talumál.
Hvat dámar tær best við 100 ára einsemi?
– Søgurnar, málið, setningarnar, rútmuna, víðskygnið,
samanblandingin av tí rationella og tí irrationella. Tað
litríka og magiska, sum eg ikki skilti, tá ið eg fyrstu
ferð møtti ti, og sum tí gjørdi meg forvitna. Og tað at
kenna seg aftur í hesum fremmanda umhvørvinum.
F
100 ára einsemi
á føroyskum
Marianna saman við pápanum og dóttrini
Myndir: Bergljót av Skarði