mikudagur 21. juli 2004síða 21
‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Ólavsøkan 2004
Ólavsøkan 2004
41
ÓLAVSØKAN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Vit hava altíð nógv at gera á Ólavsøku. Her
kemur so nógv fólk til býin, at tað vildi verið
løgið annað. Onkur er farin í feriu hjá okkum,
men alt, sum ikki hevur feriu, arbeiðir á Ólav-
søku, sigur vakthavandi. – Bygdapolitistar
koma til Havnar at arbeiða tá og teir løg-
reglumenninir, sum arbeiða í dagtímunum
vanligt, mugu eisini hjálpa til og taka nakrar
tímar um næturnar, greiðir hann frá.
Hann sigur, at tað tó ikki er beinleiðis ófriður,
sum er orsøkin til nógva arbeiði hjá løgregluni,
men heldur fólk, sum hava fingið ov nógv av tí
váta slagnum, og sum tí verða tikin inn á
støðina at sova rúsin út.
– 27., tá tey ungu fara á konsert plagar tó at
vera eitt sindur av ófriði. Tá verða vit ofta bidnir
um at koma á staðið fleiri ferðir sama kvøld.
Tað gongur ofta nakað harðligt fyri seg, og so
ringja fólk eftir okkum. Burtursæð frá tí, er
Ólavsøkan merkiliga friðarlig, tá ið hugsað
verður um, hvussu nógv fólk eru savnað á so
lítlum plássi.
Annars sigur hann, at teir eisini hava nógv at
gera um morgnarnar, tá ið kommunumenninir
rudda vegirnar. Tá plaga kommunumenninir at
finna avdottin fólk allastaðni runt í býnum, sum
teir kunna løgregluna um.
Hann sigur víðari, at í vanligum førum, tá ið
fólk verða tikin inn at sova rúsin av sær, verða
tey hildin inni, inntil tey eru púra edrú. Men á
Ólavsøku er tað hopleyst. – Vit plaga at hava tey
inni, inntil tey so nøkulunda fáa staðið á beinun-
um, so verða tey slept út aftur, fyri at geva pláss
fyri tí næsta, sigur vakthavandi.
Løgreglan heldur eisini eyga við nógv sølu-
básunum. Teir skulu nevniliga hava eitt loyvi frá
løgregluni og býráðnum, fyri at sleppa at selja.
Er nakar, sum selur uttan at hava neyðuga
loyvið, verður viðkomandi biðin um at pakka
saman.
– Tað er annars hopleyst at siga, hvat fer at
henda á òlavsøkuvaktunum. Tú kemur til
arbeiðis, og ánar ikki hvørjar uppgávur, tú skalt
loysa. Men man veit nøkulunda hvussu tað
plagar at vera, so vit fyrireika okkum eftir føri-
muni. Men ólavsøkan verður drúgv í ár, tí viku-
skifti kemur beint aftaná, so tað hava vit eisini
fyrireika okkum til. Tað verður væl dekkað
eisini, við nokk av fólki, sigur vakthavandi at
enda.
Løgreglumenninir:
Arbeiða,
tá hini hava frí
C
M
Y
K
41
40