Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 22

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Ólavsøkan 2004 Ólavsøkan 2004 43 Langur leygar- dagur í miðbýnum LANGUR LEYGARDAGUR Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Annie Kyster er samskipari av tiltak- inum, og hon sigur, at hetta kom rættiliga knappliga í lag. – Eg ringdi oman á Kunningarstov- una, og vildi upprunaliga biðja um at sleppa at hava okkurt tiltak í mei 2005. Eg fekk at vita, at so langt høvdu tey als ikki planlagt enn. Tey søgdu mær so, at eingin hevði biðið um at fáa miðbýin leygardagin 24. juli, sum er síðsta vikuskiftið undan Ólav- søkuni – og langur leygardagur. Tað ljóðaði fantastiskt, so eg smekkaði til og tók av, greiðir Annie frá. Hetta var 2. juni, og síðani hava tey í Havnar Fimleikarafelag havt úr at gera við fyri- reikingunum. Skráin Tiltakið byrjar kl 10 um morgunin, tá tey fara at hava fiskibrunn, mat- og bommtombola. Kemur svongd á fólk, verður eingin vandi, tí tey í HF fara eisini at baka vaflur niðri á Vaglinum, og ein pylsuvognur verður eisini á staðnum. Fyri at gera tað spennandi fyri børn- ini, hevur Havnar Fimleikarafelag eis- ini leigað eina barnakarusel og eina hoppiborg frá Jón á Plógv. Møguleiki verður at royna hetta frá kl 10 á morgni og allan dagin á tamb. Einaferð fyrrapartin um 11-12 tíðina verður høvi at síggja eina fimleika- framsýning við FM-fimleikarum. Annie greiðir frá, at tey hava eina langa luftmáttu, sum verður rullað út til amboðsfimleikararnar at vísa síni kynstur á. Fimleikararnir verða í øllum aldri, frá 8 og til eini 25 ár. Kl 13.30 verða Angela og Hannibal á Vaglinum við undirhaldi til børnini. Tey verða at síggja í ein hálvan tíma. Kl 14.00 byrjar so stóra mótaframsýn- ingin, sum HF skipar fyri, í samstarvi við Kunningarstovuna. James Olsen verður frásøgumaður og Mark Joen- sen kemur at hava tónleikin undir hond. Eini 14 miðbýarhandlar verða við og øll, sum skulu ganga modell, vera limir í HF. Modellirnar vera úr 14 árum og upp í +40 ár, so tað skuldi verið nakað fyri øll at sæð. Handlarnir fáa tvær modellir í part. Táið mótasýn- ingin er komin í helvt, verður steðgur, har Angela og Hannibal aftur fara at undirhalda. Síðani heldur mótasýn- ingin fram. Annie greiðir frá, at pallur- in fer at ganga út frá býráðssalinum, og modellirnar fara at skifta inni á bý- ráðnum. Kl. 16 verður enn ein framsýning, hesuferð við ungdómum, sum dansa hiphop/break. Tey fara at dansa í uml 15-20 min. Annie sigur, at tað eru bæði dreingir og gentur við í hesum bókinum, men hon veit ikki, um øll vera við. – Tað er feriutíð, so tað er ikki vist, at øll eru heima. Og so er tað tann ævigi spurningurin, um dreingir- nir fara at tora at stilla upp og dansa fyri almenninginum. Tað er jú eitt tabu, at føroyskir dreingir dansa, sig- ur hon. Økið letur aftur táið handlarnir lata aftur seint leygardagin. Nógv fólk við Um eitt slíkt tiltak skal kunna lata seg gera, er neyðugt við nógvum sjálv- bodnum arbeiði. Men Annie heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki at fáa fólk at hjálpa til. – Tað vísir seg ofta, at fólk eru skjót at hjálpa, tá tað eru uppgávur sum hesar. At baka eina kaku ella standa í einum bási nakrar tímar. Tá er einki problem. Tað er verri táið uppgávurnar verða eitt sindur meiri bindandi, t.d. tá tey verða biðin til nevndararbeiði. Tá er hopleyst at fáa fólk. Men hetta er eitt hugnaligt tiltak, og fólk hava verið ófør at bjóða seg fram, sigur Annie. Eini 1200 limir eru í Havnar Fimleik- arafelag, so tað eru nógv fólk knýtt at felagnum. Annie sigur, at størsti part- urin av orkuni í felagnum fer til ung- dómsarbeiði. – Tey ungu krevja sjálv- andi nógv meiri enn tey eldru gera. Tey koma, gera fimleik og fara avstað, meðan tey ungu krevja nógv meiri ar- beiði. Tú kanst eisini gera nógv meiri við teimum ungu, tí tey eru altíð við uppá alt beinanvegin. Tað er stuttligt, sigur Annie. Endamálið Annie sigur, at peningurin, sum kem- ur inn av tiltakinum, er oyramerktur til eitt ávíst endamál. – Vit hava einki lopgólv í Havn, og tað manglar okkum. Fimleikarsam- bandið eigur eitt tílíkt gólv, og vit hava gjørt avtalu um at læna tað. Men vit eiga einki høli, har gólvið kann liggja í frið. Gólvið er 12 x12 metrar til stødd- ar, so tað tekur eitt sindur av plássi, og tað kann ikki bara flytast til síðis, um høli skal nýtast til okkurt annað. Tískil hava vit gjørt ein leigusáttmála við Kaj Andreassen, og leigan er ikki bílig. So stórur partur av peninginum fer til leigu av hølum til lopgólvið, staðfestir Annie. –Loypir nakað av peningi av, fer tað til ungdómsarbeið- ið. HF hevur annars eina avtalu við HB og B36, um at fáa eitt høli til lopgólvið í nýggja húsinum, sum fótbólstfeløg- ini fara at byggja í felag. Tað húsið verður bygt ímillum HB- og B36 húsið við ovara vøll. Men hetta verður ikki fyrr enn um nøkur ár. – Øllum feløgum tørva pening av og á, og HF er einki undantak í so máta. So vit seta alla orku inn leygardagin 24. juli. Vit eru bara heldig, at eingin longu hevði bílagt sær langa leygar- dagin í miðbýnum. Nú mugu vit bara vóna, at tiltakið eydnast væl og at veðrið verður gott, so nógv fólk koma sær ein túr oman í býin, sigur Annie Kyster at enda. Leygardagin 24. juli verður eitt spennandi tiltak í miðbýnum í Havn. Talan er um eitt samstarv ímillum Havnar Fimleikarafelag og Kunningarstovuna. Nógv ymiskt verður á skránni, m.a. verður stór mótaframsýning, tombola og Angela og Hannibal undirhalda eisini. Angela og Hannibal fara at undirhalda í miðbýnum leygardagin 24. juli, táið Havnar Fimleikarafelag skipar fyri ymsum tiltøkum. Mynd: Savnsmyndir Nógv stuttligt verður til børnini, m.a. hevur Havnar Fimleikarafelag leigað eina hoppiborg og eina karusell, sum møguleiki verður at royna frá kl 10 á morgni og til økið steingir seint seinnapartin Mynd: Savnsmyndir C M Y K 43 42