mikudagur 21. juli 2004síða 23
‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Ólavsøkan 2004
Ólavsøkan 2004
45
1. Navn:
– Martin Mouritsen.
2. Yrki:
– Musikkskúlastjóri.
3. Lýs teg sjálvan við trimum orðum.
– Álítandi, ivasamur og ein heimsborgari.
4. Ert tú a ella b menniskja?
– Tað ber illa til at siga, tí tað er sjáldan nakað skil á. Tað
hevði nokk verið c, men annars, so kann eg helst vera bæði
a og b menniskja.
5. Roykir tú?
– Nei.
6. Um tú kundi bjargað einum plaggi úr tínum klædnaskápið,
hvat hevði tað so verið?
– Ein skjúrta (ongin ávís).
7. Hvat slag av fartelefon hevur tú?
– Panasonic.
8. Um tú hevði verið ein karamella, hvat slag hevði tú so
verið?
– Ein Cadbury.
9. Hvørja tíð av árinum dámar tær best og hví?
– Várið, tí tá gongur tann ljósa vegin.
10. Um tú vart landsstýrismaður, hvat málsøkið hevði tú so
viljað umsitið?
– Í mentamálum.
11. Hvussu ofta kannar tú teldupost?
– Tað geri eg ofta – fleiri ferðir um dagin.
12. Um tú kundi gjørt eina samfelagsliga broyting, hvør hevði
hon verið?
– So hevði eg gjørt Føroyar til eitt valdømi.
13. Hvør er uppskriftin til eitt hugnaligt kvøld?
– Har eri eg nokkso keðiligur. Men tað skal ikki larma, og
tað veldst eisini eitt sindur um, hvat hugnaligt kvøld tað
skal vera. Eitt vældekkað borð við stillum tónleiki, og so
skal man konversera.
14. Um tú kundi dansað við einum persóni, hvønn hevði tú so
valt?
– Monica Lewinsky.
15. Lýs ólavsøkuna við trimum orðum.
– Tjóðarhátíð, Sosialiserings process og hugnlig.
16. Hvørja hending minnist tú best? (innan títt starv)
– Samanspæl av ymsum slag. Serliga, tá stór orkestur
spæla saman. Eitt, sum eg serliga hugsi um er Føroya
Ungdóms Harmoniorkestur.
17. Hvat øsir teg?
- Tað kann vera so nógv... ofta bara smáting.
18. Hvar vildi tú helst búð - Kanada ella Egyptalandi?
- Kanada.
19. Hvat slag av tannkremi brúkar tú?
- Colgate.
20. Hvønn kundi tú hugsað tær at sæð sum Føroya løgmann?
- Jóannes Eidesgaard situr jú nú, og tað dámar mær bara
væl.
Handan tónleikaran
C
M
Y
K
45
44