Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 24

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Ólavsøkan 2004 Ólavsøkan 2004 47 Kappróðrarfepurin er nakað hægri á Sunds- verkinum enn aðra- staðni í landinum. Har arbeiða nevniliga róðursmenninir á Havnarbátinum og Nólsoyingi, sum undan ólavsøkuni kappast um meistaraheitið hjá tíggjumannaførunum KAPPRÓÐRARPRÁT Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Inni í kaffistovuni á Sundsverkinum hongur ein talva, har ymisk boð verða skrivað á. Men hendan dagin stendur við stórum bókstavum "Havnarbáturin NÚ mugu vit standa saman!" Undir hesum orðum stendur Nóls- oyingur nummar eitt og so ein pílur frá Havnarbátinum niður til eitt tvey tal. Hetta gevur boð um, at viðmerk- ingarnar ikki eru so fáar í tali hesar dagarnar, nú Nólsoyingur hevur lagt seg tvey stig fram um Havnarbátin. Teir báðir róðursmenninir, Jógvan Jacobsen á Havnarbátinum og Hans Jákup Jacobsen á Nólsoyingi, arbeiða saman á Sundsverkinum. Teir halda tó, at tað er til størri stuttleika fyri hini, at teir arbeiða saman enn fyri teir sjálvar. – Tað verður í øllum førum dúgliga tosað um kappróður her, siga teir og smílast. Lúra hvønnannan av Róðursmenninir báðir siga, at tað er fínt at arbeiða saman, sjálvt um teir kempa móti hvørjum øðrum á sjó- num. Á ein ella annan hátt hevur hetta sett sín dám á kappingarárið, halda teir, og er tað ein sjarma í sjálvum sær. Men tað kemur sjáldan fyri, at Havnarbáturin og Nólsoyingur venja samstundis. – Tit venja altíð so øgiliga seint, sigur Hans Jákup við Jógvan, sum nikkar. Spurdir um teir rógva móti hvørjum øðrum undir venjing, svara báðir avgjørdir nei. – Tað ger man ikki, siga teir. Men so viðganga teir tó, at teir lúra hvønn annan av og møguliga tjekka tíðirnar hjá hvørjum øðrum. – Tað skal til, vit kappast jú, heldur Hans Jákup fyri. Jógvan góður lærumeistari Fyri nøkrum árum síðani var Hans Jákup róðursmaður á Gongurólvi. Tá var Jógvan úti við og legði honum lag á. Spurdur, um hann hevur lært Hans Jákup ov væl, svarar Jógvan flenn- andi, at tað letur til, sum støðan er í dag. – Men tað er jú upp til okkum sjálvar á Havnarbátinum, um vit skulu verða meistarar. Treytin er, at vit vinna ólavsøkuna, sigur hann og hyggur skeivt upp á Hans Jákup, hvørs menn fara at gera alt, sum teir kunnu fyri at forða fyri, at tað hendir. – Okkum nýtist ikki at vinna ólavsøkuna, vit skulu bara vera framman fyri Havnarbátin. Men sjálvandi fara vit at gera alt fyri at vinna ólavsøkuróðurin, sigur Hans Jákup avgjørdur. Royndir menn 25 ára gamli Jógvan og 20 ára gamli Hans Jákup eru royndir róðursmenn. Jógvan stýrir á níggjunda ári, meðan hetta er fjórða árið hjá Hans Jákupi. Báðir hava teir arbeitt seg upp gjøgnum bátastøddirnar, og ikki tíggju villir hestar høvdu fingið teir at farið niður aftur í eitt áttamannafar ella minni. – Man fer ikki niðureftir aftur, tá man endiliga er komin heilt upp, siga báðir tveir. Jógvan hevur stýrt í øllum bátunum hjá Havnar Róðrarfelag uttan seks- mannafarinum Víkingi, sum ikki var komin, tá hann stýrdi í seksmanna- førunum. Hans Jákup byrjaði við Sílinum og síðani í Gongurólv. Men harfrá varð lopið úr seksmannafarinum til tíggju- mannafarið Nólsoying. Súrt at tapa Avgerðin hjá tíggjumannaførunum fellur sum sagt á ólavsøku, og báðir vita, at eftir róðurin stendur annar teirra sum sigursharrin í tí, sum verður kallað fyrsta deild í kappróðri. – Tað er súrt at tapa, ongin ivi um tað. Men serliga á hendan hátt, siga teir. Báðir hava teir roynt at tapt før- oyameistaraheitið á sjálvari ólav- søkuni, so teir vita, hvussu tað kenn- ist. Men siga teir tó, at samanhaldið millum manningarnar á Nólsoyingi og Havnarbátinum er sera gott, so hóast tapararnir neyvan fara at hava bestan hugin til at tosa við vinnararnar beint eftir róðurin, so fara teir sjálvandi at ynskja tillukku. – Tað loysir seg ikki at ganga við gron yvir tað alla ólavsøkuna, men man er argur um tað í fleiri dagar, sigur Jógvan. Prátið hjá okkum er komið at enda, og teir báðir kappingarneytarnir mugu aftur til arbeiðis. Men tað verða nakrir spennandi dagar til sjálvan róðurin, og um tað verður Jógvan ella Hans Jákup, sum fer avstað við gullkrón- unum fæst ikki at vita fyrr enn róðurin er avgreiddur. Sosialurin ynskir í øllum førum báðum góða eydnu. Arbeiðsfelagar á landi – rivalar á sjónum Til dagligt arbeiða teir saman, men á ólavsøku sita teir í hvør sínari rong og rópa á hvør sína manning í kappingini um at gerast føroyameistarar hjá tíggjumannaførunum. Jógvan er róðursmaður á Havnarbátinum og Hans Jákup á Nólsoyingi Mynd: Álvur Haraldsen Jógvan um Nólsoying: – Ein styrki hjá Nólsoyingi er, at teir rógva væl saman. Báturin rennur ótrúliga væl, og teir vita, hvat skal til fyri at vinna. Hans Jákup um Havnarbátin: – Teir hava róð rættiliga longi saman. Tað er so altíð ein fyrimunur, og tí kennast teir øgiliga væl. Teir rógva stak væl, og tað sær avbera gott út hjá teimum. C M Y K 47 46