hósdagur 25. juni 2015síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 26. juni 2015
Pápin ringdi og frambar spurningin. Tað var leingi
stilt í hinum endanum. So svaraði Fisher: “Hatta er
løgnasti spurningurin, eg havi fingið í lívinum.” Men tí
betur ræddist klaksvíkingurin ikki løgnar spurningar og
fór at kanna málið fyri unga suðuroyingin.
– Fisher roknaði tað út. Hann kannaði almannakkar
í Kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn, og hann
taldi fullmánar líka aftur til 1002. Og 22. juli 1972 leyp
eg á bláman við Stóra Dímun, og fýra tímar og tjúgu
minuttir seinni kom eg inn á Sigmundsgjógv í Sandvík.
– Veitst tú um nakran annan, sum hevur svomið
handan teinin undan tær?
– Nei. Bara Sigmund.
Ringt at kappast við Strandferðsluna
At síggja virðið og møguleikarnar í tí tilfeingið, sum vit
hava, og fáa tað besta burtur úr tí, sum er. Tað hevur
onkursvegna altíð verið kumpasnálin hjá Birgir Enni.
Í 1985 sá hann virði í skonnartini Norðlýsinum,
sum í veruleikanum ikki var annað enn ein skrokkur.
Vikuskifti og frítíð fóru til at umbyggja skipið, og síðst í
1980unum byrjaðu teir at sigla við ferðafólkum. Í 1993
byrjaði serliga matgerðin umborð, og í 1995 byrjaðu
regluligu konsertirnar í Klæmintsgjógv í Hesti.
– Eg haldi tað er so ófatiliga spennandi at brúka tað,
sum vit eiga, staðfestir Birgir Enni og letur eina nýggja
síðu upp á teldlinum. Tað er heimasíðan hjá SEV, sum
vísir býtið millum orkukeldurnar. Hann vísir mær, at í
løtuni kemur á leið helvtina av streyminum frá grønari
orku: vatninum og vindinum.
– Eg hyggi at hesi síðuni hvønn morgun og gleðist
um, at vit brúka vindin og vatnið til nakað skilagott. Og
so brúki eg eisini síðuna sum veðurforsøgn saman við
øllum hinum veðursíðunum.
Í fjør summar var veðrið serliga gott, og Norðlýsið
avlýsti fáar túrar. Í ár er tað øvut. Birgir hevur verið
noyddur at avlýsa túrar hvørja viku, og seinastu trý
vikuskiftini hevur næstan ikki verið siglandi.
– Tað er ótrúliga keðiligt. Tað er nú, at eg skal vinna
pengarnar, tí tað er nú, at ferðafólkini eru her. Men eg
kann ikki krevja pengar fyri tænastur, sum eg ikki veiti.
So eg eri bara noyddur at brynja meg við toli.
Tað er tó ikki bara veðrið, sum bjóðar summarsigl
ingini hjá Norðlýsinum av. Strandferðslan er eisini ein
forðing.
– Við Strandfarðarskipum Landsins gjalda útlendsk
ferðafólk millum 30 og 60 krónur fyri túrar til Nólsoyar,
Fugloyar og Mikines. Hetta eru góðir prísir fyri tey
lokalu, um tað almenna vil stuðla útjaðaranum, men
hetta eru láturligir prísir til vanlig ferðafólk. Vit vilja
hava eina ferðavinnu, men tá hesi ríku fólkini so koma,
so loyva vit teimum ikki at gjalda.
Tað hoyrist, at Birgir ilskast. Hann greiðir frá, at
hann hevur roynt at tosa við politikkarar um hetta.
Men eingin vil gera nakað við tað. Tað er so deiliga
ómakaleyst at senda rokningina til skattgjaldaran.
Strandferðslan koyrir við dýrum undirskoti, men eingin
hugsar um inntøkumøguleikar.
– Ferðafólk ringja til mín og spyrja, hvussu nógv ein
túrur út til Borðuna og Nólsoynna kosta, og so flenna
tey, tá eg sigi prísin, tí tey kunnu koma út har við
Strandferðsluni fyri ein tíggjunda part av okkara prísi.
Og tað er sama skil við tyrluni. Strandferðslan oyðilegg
ur alt privat virksemi í ferðavinnuni, men politikkarar
gera einki við tað, og miðlarnir tiga.
Nógv størri enn nøkur dómkirkja
Føroyska ferðavinnan er í menning, men hennara
vøkstur krevur meira enn saltvatn og góðan vind.
Birgir Enni vísir á, at tað hevur tikið tíð og nógv arbeiði
at koma har til, sum vit eru í dag. Og vilja vit halda á
at menna hesa vinnu – eisini innanoyggja – so mugu
vit gera nakað við tað. Vit mugu skapa fortreytir fyri
privatum virksemi, og vit mugu menna teir førleikar,
sum skulu til.
– Vit hava eitt hav, sum er fult í fjølbroyttum mati.
Men vit mugu eisini læra okkum at fáa tað besta burtur
úr hesum tilfeingi. Fiskur smakkar fantastiskt, tá tú
ansar eftir ikki at kóka smakkin burtur. Og øðurnar
mást tú eisini fara varliga við. Nógvir kokkar duga ikki
at opna øðuna og fáa hana livandi út, tí tú skalt lirka og
loysa nakrar vøddar. Matgerð er er ein kunstur, sum vit
eiga at hava nógv størri virðing fyri.
Í fjør varð Birgir Enni biðin um at gera mat í sam
band við ein tónleikafestival í Hollandi. Nordic Delight
Festival nevndist hann, og konsertirnar vóru í einar
stórari dómkirkju og gomlum bygningum kring kirkjuna.
Pontus úr Noma stóð fyri víninum, og Birgir Enni fyri
matinum, sum hann hevði við sær úr Føroyum, millum
annað 1200 øður.
Í løtuni er hann bundin at summarsiglingini hjá
Norðlýsinum, men tá heystið nærkast fer hann út aftur
at ferðast til ymiskar arbeiðsuppgávur.
Einki bendir á, at 66 ára gamli Birgir Enni ætlar at
slakka av. Hann hevur framvegis nógvar, stórar verk
ætlanir í kvittanum, og hann hevur framvegis mót og
treiskni at føra tær út í lívið. Ein av teimum heilt stóru
verkæltalunum er ein útbygging av ferðavinnuni í
Hesti.
– Nú skal eg vísa tær nakað, sum ikki hevur verið
alment frammi fyrr.
Birgir blaðar aftur á teldlinum og tekur eitt kort av
Hesti fram á skíggjan.
– Konsertirnar, sum vit skipa fyri við Norðlýsinum í
Klæmintsgjógv, eru øgiliga bundnar at góðum veðri, og
so havi eg hugsað um, hvussu vit kunnu skapa nakað,
sum er meira støðugt.
Hann vísir mær myndir innan úr Klæmintsgjógv og
greiðir frá, hvussu Klæmintsgjógv er knýtt saman við
Trongugjógv og Húsagjógv í einum øvutum F’ið.
– Hetta er ein ótrúliga spennandi verkætlan, sum tit
fara at frætta nærri um seinni.
Birgir smílist.
– Vit hava nøkur náttúruskapt hølir, sum eru nógv
størri og nógv flottari enn størstu dómkirkjurnar í
Evropa. Tað ræður bara um at síggja møguleikarnar
og gera nakað við tað. Ferðavinnan er størsta vinnan
í heiminum. Øll hava spart upp til aldurdómin og vilja
hava okkurt at brúka pengarnar til.
– Ert tú blivin ríkur upp á allar hesar verkætlanirnar
hjá tær?
– Nei, og tað interesserar meg heldur ikki. Eg havi
eitt stað at vera, og eg sleppi at flyta meg runt í verðini,
so eg skal ikki klaga. Men lívið er so stutt, eg vil heldur
brúka tað til at skapa.
Birgir flytir ein kopp undir ein leka. Regnið oysir nú
niður uttanfyri, og tað hoyrist, at hann øtlar veðrið.
– Skapanargleðin er tann størsta drívmegin í øllum
universinum. Tú livir optimalt, tá tú ert í ferð við at
skapa okkurt saman við øðrum, tá tú ert við til at seta
nakað í gongd.
Hann leggur teldilin frá sær.
– Tá er stuttligt at liva.
Myndir: Fotostudio/Finnur Justinussen
– Eg havi fleiri ferðir verið í Singapore fyri at
kanna, hvussu tey gera mat har. Har standa
kokkar á rað á lítlum frímerkjum og ganda
tann mest fantastiska matin fram. Tað er ikki
støddin, sum hevur týdning, sigur Birgir Enni