Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-25, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 6 • 26. juni 2015 16 mentanarsíðan Barna Beinta Johannessen Brúni Brúni er ein bók um vinalag, dirvi og hevnd Um dagin er Rúni Rúni, men um náttina er Rúni Brúni – superhetjan, sum ikki er bangin fyri nøkrum. Brúni sníkir seg út við pensli og brúnari máling. Og kann Rúni gera við, at Brúni málar súkklurnar hjá teimum stóru dreingjunum? Håkon Øvreås Brúni Jákup Sørensen týddi 136 bls./innbundin Kennir tú Pettson og Findus? Myndabøkurnar um Pettson og Findus eru fleiri í tali og ógvuliga væl umtóktar bæði millum børn og vaksin. Og nú er fyrsta pappbókin um jassarnar báðar komin. Ein dagin finnur Findus upp á eitt spæl. Hann skal goyma ymiskt, sum Pettson so skal finna. Tað er ikki lætt, men Findus og hønurnar hjálpa honum við ymiskum sporum. Fyrst skal Pettson leita í einum húsi, har nógv gákan er (tað er sjálvandi høsnarhúsið), og har finnur hann eina skál. Inni á snikkara­verk­stað­ num finnur hann trý egg, og í veltuni eina mjólkarkannu. Kanst tú gita, hvat tað er, sum Findus vil hava Pettson at gera? Svend Nordqvist / Kennir tú Pettson og Findus? Niels Jákup Thomsen týddi, 16 bls./pappbók Rósa Lina sigur nei! Rósa Lina vil ikki í klæðir, men apan er køld, so Rósa Lina má lata hana í troyggju. Rósa Lina tímir ikki at leiða mammuna, men lítla Mæ er eitt sindur bangið og torir ikki at ganga einsamalt á vegnum. - Kom, sigur Rósa. – Eg skal leiða teg og mammu. Og soleiðis heldur tað á. Rósa Lina vil ikki í vognin, hon tímir ikki at eta og vil als ikki sita fastspent í bilstólinum. Men leikurnar hjálpa, og alt gongur sum eitt spæl. Linne Bie / Rósa Lina sigur nei Marna Jacobsen týddi, 24 bls./innbundin Ferðin til Tripiti Bamsan Teodor hevur mist annað eygað og annað oyrað og verður blakað burtur. Um náttina droymir Teodor um Tripiti, eina bygd við einum hvítum torni. Teodor hittir træhestin Kaspar, og teir gera av at fara til Tripiti. Á ferðini hitta teir trækúnna Floru og annað leikutoy, sum somuleiðis eru brotin og vrakað. Tey uppliva eina rúgvu og í býnum Mikropolis búgva hegnigir smiðir, og øll verða umvæld. Tey koma til eina strond, sigla av stað og síggja nú bygdina Tripiti, har børnini taka ímóti teimum hjartansglað. At enda eru øll leikutoyini farin at leggja seg hvørt hjá sínum barni, men í erva í tí hvíta torninum er ljós. Har situr Teodor so hugagóður við eitt borð og skrivar eina ferðafrásøgn um ta ævintýrkendu ferðina til Tripiti. Rithøvundurin H.U. Steger, føddur í Zürich í 1923, hevur skrivað barnabøkur og virkað sum grafiskur lærari. Hann er eisini kendur sum listamálari og keipumyndateknari. Tað ófullkomna er partur av menniskjans korum, og tí droymir hon um at vinna á tí ófullføra. Umframt at venda sær til børn er Ferðin til Tripiti eisini ein tekstur við myndum um menniskjans æviga longsul eftir grøðing. Bókin er tí í roynd og veru bæði fyri børn og vaksin. Hetta er tann undurfulla søgan um ferðina til paradís. H. U. Steger / Ferðin til Tripiti Kirsten Brix týddi, 48 bls./innbundin Lita við Ljóðfílinum Tey flestu munnu kenna fitta Ljóðfílin úr sjónvarpssendingunum Ding Ding Pippting. Í nýggju litbókini kanst tú lita hann og alt møgu­ligt annað úr sendingini. Opnurnar í bókini eru fullar av tekn­ ingum úr Ding Ding Pippting. Tekningarnar eru gjølla frágingnar, so børnini fáa brúkt síni rørðsluevni á ymsar mátar. Bókin er ikki ein uppgávubók, men sum Jensina skrivar á facebookvanga sínum, so ber til at gera sínar egnu upp­gávur í bókini. Tú kanst telja blómurnar á hvørjari síðu, finna øll djórini í bókini, telja tey og tosa um, hvussu tey eita í eintali og fleirtali, tekna teg sjálva/n í rammuna, tekna streingir á gittaran, tosa um bókstavir og skriva tøl á síður­nar og mangt annað. Jensina Olsen/Phoebus Moreleon / Lita við Ljóðfílinum 20 bls./heft Vitello ynskir sær hund Vitello fær nógv góð hugskot, summi betri enn onnur Tað, at hann skal hava ein hund, er helst eitt av hansara bestu hugskotum higartil – heldur hann sjálvur. ALT er nevnliga stuttligari at gera, tá ið tú eigur ein hund, enn tá ið tú ikki eigur ein hund. Mamma er ikki samd, og tað er tíverri hon, sum ræður, so Vitello ger av at vera tað sjálvur – altso ein hundur! Men so við og við uppdagar Vitello, at tað ikki altíð er so lætt ella so populert at vera ein hundur ... Kim Fupz Aakesson Vitello ynskir sær hund Sjúrður Gullbein týddi 32 bls./innbundin Rani Í nýggju bókini hjá Ingun Christensen, Rani – vár og vónir, hoyra vit meira um 11 ára gamla Rana Í bókunum um 11 ára gamla Rana lýsir Ingun Christensen eina støðu, sum alt fleiri børn uppliva. Mamma og pápi Rana eru skild, og tí má Rani flyta á bygd at búgva saman við mamma síni og systr­ini. Men nýggja byrjanin er alt annað enn løtt, hóast Rani spakuliga er við at fóta sær í nýggja heimstaðnum og saman við nýggjum vinum. Men long­sulin hjá Rana eftir heimbygdini og pápanum er ikki lættur at taka burtur. Og støðan verður ikki betri av, at pápin nú er fluttur saman við nýggj­ari konu og børnum, nakað sum kann vera trupult hjá bæði honum og systrini at góðtaka. Fyrra bókin um Rana eitur Rani – Ein nýggj byrjan. Ingun Christensen Rani – Ein nýggj byrjan Rani – Vár og vónir 80 bls./heftar Nýggjar tekstbøkur til børn Nýggjar smábarnabøkur Bókin hevur vunnið Norðurlendsku Barna- og ungdóms­bókmenta­ virðirslønina 2014 Nýsskrivaðar samtíðarsøgur um drongin Rana, sum fær eina nýggja byrjan Bøkurnar um Vitello eru væl egnaðar at lesa fyri børnum 5 ár og eldri og sum sjálvlestur hjá teim­um 8-10 ára gomlu