hósdagur 25. juni 2015síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 26. juni 2015
17
Týsdagurin 9. oktober í 2012 var ein vanligur skúladagur hjá
Malalu og vinkonum hennara. Ella í hvussu er so vanligur
sum ein skúladagur kann vera, tá ið tú ert noydd at krógva,
at tú gongur í skúla. Tær vóru givnar at ganga í skúlabúna.
Bøkurnar krógvaðu tær í turrikløðunum, meðan tær sníktu
seg inn í eitt anonymt hús uttan skeltir, sum kundu avdúka,
at hetta var ein skúli. Alt hetta so at talibanarnir, sum høvdu
tikið ræði í heimstaði teirra í Pakistan, ikki skuldu uppdaga,
at tær gingu í skúla.
Men á veg heim hendi nakað ræðuligt. Tveir ungir menn
steðgaðu minibussinum, sum Malala og vinkonur hennara
vóru í. Annar maðurin kom inn í bussin og spurdi: – Hvør
tykkara er Malala? Tað var deyðakvirt í bussinum, men
ræddu eygnakøstini hjá vinkonunum avdúkaðu Malalu, og
maðurin skeyt hana í høvdið. Tvey onnur skot raktu tvær av
vinkonunum.
Var longu kend um allan heim
Tá ið hetta hendi, var Malala longu kend. Um allan heimin
høvdu fólk lisið og fylgt við á blogginum hjá henni um
rættindi hjá gentum og um longsulin eftir at ganga í skúla.
At Malala var hótt eftir lívinum, kom ikki óvæntað á
nakran. Frá tí at hon fór at siga frá gentukúganini - bæði á
blogginum og í útvarpi og sjónvarpi – vórðu hon og familja
hennar hótt. Tí vildi mamma hennara hava hana at koyra við
bussinum heldur enn at ganga stutta teinin heim í og úr skúla.
Ein sjálvfylgja at Malala skuldi í skúla
Pápi Malalu, Ziauddin, rekur fleiri skúlar í Pakistan, og hann
stríðist fyri, at øll børn skulu sleppa at ganga í skúla. At dóttir hansara skuldi í skúla
var ein sjálvfylgja. Hetta hóast nógv í ættarbólki teirra, pashtuna, eru ímóti, at
kvinnur fáa útbúgving. Tað er óneyðugt, halda tey, tí kvinnur skulu halda hús og onki
annað.
Mamma Malalu, Tor Pekai, hevur bara gingið í skúla í eitt ár.
– Hjá flestu pashtunum er tað tungur dagur, tá ið ein genta verður fødd, skrivar
Malala í bók síni, Eg eri Malala. – Tá ið eg varð fødd, ynskti ongin pápa tillukku.
Men pápin legði onki í tað og hevur altíð givið Malalu tað
sama, sum ein drongur hevði fingið. Hon slapp at ganga í
einum av gentuskúlunum hjá pápanum, og hon elskaði tað
frá fyrstu løtu. Hon arbeiddi hart í skúlanum og lurtaði, tá
ið pápin og vinirnir tosaðu um politikk. Men hon livdi eisini
eitt vanligt lív, har hon las Twilight-bøkurnar og lurtaði eftir
Justin Bieber.
Noydd at flýggja
Tá ið Malala var 11 ára gomul, tók Taliban ræðið í býnum, og
eina tíð vóru Malala og familja hennara noydd at flyta til ein
annan bý. Síðan komu tey aftur, og Malala og aðrar gentur
fóru í skúla í loyndum. Tað var tá, at enska sjónvarpið BBC
kom í samband við Malalu gjøgnum pápa hennara. Tey bóðu
hana blogga og siga frá lívi sínum.
Bloggurin fór víða um, samstundis sum hon og familja
hennara komu sær í alt størri vanda. Og alt fekk ein bráðan
enda við morðroyndini í 2012.
Men Malala slapp undan við lívinum og tað gjørdu hinar
báðar genturnar tíbetur eisini. Síðan Malala gjørdist frísk,
hava hon og familjan búð í Bretlandi. Hon gongur í einum
gentuskúla í Birmingham, men hon hevur eisini ferðast nógv
og hitt kendar politikarar sum eitt nú amerikanska forsetan
Barack Obama.
Malala heiðrað
Malala var í skúla, tá ið hon fekk at vita, at hon hevði fingið
friðarheiðursløn Nobels. Og henni so líkt, gjørdi hon av at gera
seg lidna fyri dagin í skúlanum, áðrenn hon helt tíðindafund.
Malala fekk friðarheiðursløn Nobels saman við Kailash Satyarthi úr India. Bæði
hava tey stríðst fyri rættindunum hjá børnum at nema sær útbúgving og at fáa eitt
gott lív. Malala hevur fyrr fingið altjóða viðurkenning fyri sítt stríð, millum annað
Mannarættindaheiðurslønina hjá ES, og Time Magazine útnevndi hana sum ein av
heimsins týdningarmestu persónum í 2013. Pengarnar, sum Malala hevur fingið í
heiðursgávum, hevur hon allar latið til skúlabygging í fátækum londum.
Skotin á veg úr skúla
Í 2012 var Malala Yousafzai nærum dripin fyri stríð sítt, at gentur skulu sleppa at ganga
í skúla, og í 2014 fekk hon – sum tann yngsta nakrantíð – friðarheiðursløn Nobels
Fá duga at lesa í Pakistan. Í Pakistan búgva 181 milliónir fólk, og
landið er nummar seks á listanum yvir fólkaríkastu lond í heiminum.
Bara 60 prosent av monnunum og 40 prosent av kvinnunum duga at lesa.
Millum yngri gentur er lesikunnleikin tó størri.
»Bøkur og pennar
eru bestu vápnini
hjá gentum«
Malala Yousafzai
Eg eri Malala er sjálvsævisøgan hjá
Malalu Yousafzai umskrivað til unga
lesaran. Jenny Johannessen týddi,
og bókin er 262 blaðsíðir og heft.