hósdagur 25. juni 2015síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 26. juni 2015
18
Saltfiskahugleiðing
úr einum sponskum
egningarskúri
g havi kastað mín alsk
á saltfisk. Lættsaltaðan
tosk. Um tað ber til at
elska ein rætt, ja, so
elski eg lættsaltaðan
fisk. Hann smakkar
so vælsignað væl, hann er lættur og
skjótur at gera, og ivaleyst er hann
eisini sunnur. Nú tá eg havi roynt
hann í fleiri ár, vísir tað seg, at hetta er
døgurði, sum børn og ung eisini kasta
sín alsk á.
Sjálvur dámar mær best at gera
rættin so einfaldan sum gjørligt. Salta
nøkur góð toskafløk í einar fimm tímar,
morlað góð eplir og ger eina rúgvu av
vælstoktum leyki. Vælgagnist!
Tú kanst velja at kóka fiskin, men
uppaftur betri er at baka hann í skamt
um í aluminiumsfolio og leggja stokta
leykin oman á fløkini, so nakað av
leyksmakkinum rennur niður millum
fonnhvítu toskavøddarnar.
Tað kann væl vera, at útvatnaður
saltfiskur leingi hevur verið etin
sum gerandisdøgurði í fleiri heimum
í Føroyum. Áður enn frystiboksirnar
komu, var salt jú brúkt til at varð
veita fisk, kjøt og fugl. Útvatnaði
saltfiskadøgurðin var tí eitt úrslit av, at
hetta var einasti máti at goyma fisk til
veturin. Hjá tí góða innløgumanninum
bar ikki til at fara undir ein vetur við
tómum tunnum, og í gomlum tíðum var
uttan undantak talan um saltaðan mat.
Bæði á sluppum og seinni á trolarum
saltaðu menn eisini upp í tunnur til
húsbrúk.
Tann saltaði fiskurin mátti altíð út
vatnast í einar tveir dagar. Útvatnaður
kundi hann etast antin sum púra feskur
ella við einum ferðili av saltráka saman
við leyki, mjólkarsós og øðrum.
Stokkfiskur fyri
700 árum síðan
Áður enn saltið kom til Føroya, var
einasti máti at goyma matin at ræsa og
turka. Fiskur var etin feskur, visnaður,
ræstur og turrur. Fyri 700 árum síðani
varð tann stóri toskurin ráskorin og
turkaður og fluttur til Bergens. Men tá
bergenshandilin fánaði burtur um ár
1500, misti hesin turri stokkfiskurin sín
týdning sum handilsvøra í Føroyum.
Samstundis fekk landbúnaðurin
nógv størri týdning, og ull gjørdist gull,
meðan fiskiskapur stórt sæð bara var
til heimabrúk.
Men so kom saltið. Fólksligi profess
arin Jóan Pauli Joensen, sum í vár
ríkaðu okkum við tveimum verkum um
føroyskan mat, hevur lýst sera væl,
hvønn týdning saltið fekk fyri føroyska
matmentan. Hann vísir á, at orsøkin
til, at føroyingar hava ræsað og turkað
matin, hekk saman við, at salt, eins og
flestu kryddvørur fyrr í tíðini, var ein
sera dýr vøra.
Góða saltið var sunnanfyri, og sjó
fararin Magnus Heinason var millum
teir fyrstu, sum í 1587 førdi bíligt salt
E
Føroyar og Spania hava eitt til felags – saltfisk. Í nógv
ár vóru Føroyar størsti saltfiskaútflytari til Spania.
Føroyski kvaliteturin var samstundis tann besti og føroysku
seljararnir fingu hægsta prísin. Tað er ymiskt, hvussu
føroyingar halda, at spaniólar hava lønt okkum tænastuna
aftur. Føroysku reiðaríini fingu sínar inntøkur. Onnur hava
tikið saltfisk til sín í lættari útgávu, meðan upp aftur
onnur halda, at spaniólar í takklæti eiga at bera okkum
sína matmentan og lata føroyskan tosk í spanskan búna
Helgi Jacobsen
Úr einum sponskum egningarskúri hugleiðir Helgi Jacobsen um klippfisk,
lættsaltan tosk og spanskar matsnillingar Heima í Havn
Mynd: Helgi Jacobsen
Spanskur egningarskúrur