Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-25, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2015síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 6 • 26. juni 2015 19 til Bergen úr Miðjarðarhavinum. So­ leiðis kom bíligt salt rættiliga tíðliga til Føroya. Tá saltið gjørdist vanligt, fóru føroy­ingar at salta ein part av mat­inum, og tað hava teir gjørt í fleiri hundrað ár. Men vinnuligi parturin av hesum til útlendsku marknaðirnar fór ikki at gera mun fyrr enn í 1800árunum. Felagsnevnari í sponskum egningarskúri Tá konan og eg í 2007 vóru í Suður­ spania í tveir mánaðir og skrivaðu før­oysku stórhvalasøguna, høvdu vit valt Baskaralandi, sum áður var kent fyri sína hvalaveiðu, eisini um okkara leiðir. Ein dagin vitjaðu vit í lítla havna­býinum Tarifa skamt sunnan fyri Gibraltar. Niðri á havnalagnum vóru nógvir egningarskúrar, væl skipaðir lið um lið, og í onkrum teirra var lív í henda dagin. Fyri tað mesta vóru tað uppi­lagstir fiskimenn, sum vóru í egningar­skúr­ unum. Ein rekti línurnar, annar klipti agnið við saksi og triði mað­urin egndi. Teir settu línu eftir silvur­sting­laksi. Meðan vit vitjaðu, komu fleiri bátar at landi við fongi, sum varð seldur á upp­ boði á havnalagnum. Silvurstinglaksur finst ikki í før­ oysk­um havøki, og toskur finst ikki í sponsk­um havøki, so stórt sæð einasti felagsnevnarin millum henda spanska egningar­skúrin og Føroyar var, at eg sum føroyingar royndi at práta við frynt­ligu egnararnar. Meðan eg standi og hyggi at hesum sólbrendu monnum, leita tankarnir aftur í tíðina, og felags­nevnarin gerst sterkari. Hesir agnluktandi uppiløgstu pensiónistar vóru eftirkomarar av baskiskum fiski­ monn­um, sum í øldir fiskaðu tosk við skonnartum og dorium á Norðurhøvum og á Grand Bank. Bondini runnu saman, tá føroy­ingar fyri skjótt 150 árum síðani fóru at fiska sama tosk við slupp undir Íslandi, í Grønlandi og seinni á Flemish Kap, saltaðu hann og fluttu hann sum klipp­fisk, fyrst og fremst á spanska marknaðin. Fingu umboðsmenn í Spania Klippfiskurin gjørdist høvuðs­útflutn­ ing­ur føroyinga í eini 80 ár. Fyrstu árini fór stórur partur av fiskinum um­vegis danskar umboðsmenn, sum í fleiri førum vóru teir somu, sum fíggjaðu føroyska fiskin. Tað spældi ikki altíð væl av, tí stundum hildu før­ oy­ingar seg verða snýttar av hesum um­boðs­monnum, sum vrakaðu fiskin í Danmark og sendu reklamatiónir heim til Føroya. Sporføri var ikki so gott tá, sum tað er vorðið seinni. Sat ein um­ boðs­maður við 50 tonsum av klipp­fiski í Keyp­mannahavn, sum skuldu av­skip­ ast beinan vegin til Spania, var ikki so lætt at prógva seinni, um fiskurin var prima ella sekunda, tá hann var komin til Keyp­mannahavnar, ella tá hann endaði í suðurlondum. Tað gav at býta, tá Sámal Petur, Piddi, í Fuglafirði í 1907 sendi eina fiska­last til Keypmannahavnar. Hann hevði lagt nakrar tómar petroliums­ tunn­ur ovast í lastina, sum skuldu fyllast. Men fiskakeypararnir vildu onki lata fyri lastina, tí teir søgdu, at petrolium skuldi vera komið at fisk­ inum. Sámal Petur legði sak, men hann fekk ongan at føra sakina fyri seg og førdi hana tí sjálvur. Tað var sagt, at Sámal Petur var ein úrmælingur sum retor­ikari. Hann vann sakina, men fekk ikki fult endur­gjald, tí partarnir gjørdu eina semju um upphæddina. Sámal Petur prógv­aði, at teir høvdu snýtt seg. Teir avrokn­aðu fiskin hjá honum sum sekunda og seldu hann víðari sum prima. Nógvir pengar stóðu upp á spæl, og Sámal Petur misti hárið eftir einari nátt í sam­bandi við hetta sakarmálið. Men samskiftið batnaði, ikki minst eftir at beiggi Pidda, Theodor Petersen stutt eftir fyrra heimsbardaga fór til Spania, har hann umboðaði fyritøkuna bæði hjá pápa sínum og øðrum. Hann varð skjótt fullkønur í sponskum. Í spanska egningarskúrinum rekja, rippa og egna teir til næstu seturnar eftir silvurstinglaksi. Mynd: Helgi Jacobsen Mynd: Helgi Jacobsen ...Framhald á næstu síðu Tað fyrsta eg geri, tá eg komið til ein spanskan bý, er at hyggja at úrvalinum í fiskadeildini í stórhandlunum Fiskent Gang skrivaði í 1911: Færøyfisken ble kun levert til Bilbao, og til markedets høyeste pris. Den hadde udmerket anseelse” pga. sin fine kvalitet og ”smukke” utseende. Men den var imidlertid ”mer eller mindre en luksusspise” som det store publikum ikke kunne skaffe seg. Rættiligur klippfiskur er ein løgin fiskur, sum lætnar eina helvt í vekt undir framleiðsluni, men sum fær vekt aftur sum nýveiddur tá hann er útvatnaður í 3-4 dagar. Orðið bacalao fyri tosk kemur úr Portugal. Norðmenn vóru millum teir fyrstu á portugisiska marknaðin við klippfiskinum, og aftur fyri góvu portugisar norðmonnum bacalao-tradisjónina, har hon framvegis livir í besta lag.