hósdagur 25. juni 2015síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 26. juni 2015
Theodor var eisini eitt skifti bæði
danskur og íslendskur konsul í Spania.
Hann búði í Bilbao og Barcelona. Tað
bøtti munandi um góðskuna og sam
skifti at hava fólk á staðnum.
Uppaftur betri mundi føroyska
umdømi gerast í Spania eftir ta stóru
heimsframsýningina í Barcelona í 1929,
har føroyskir klippfiskaframleiðarar
marknaðarførdu seg við prýðiliga rit
inum “El Bacalao De Feroé.”
Í desember sama árið handaði ein
nevnd luttakarunum í Barcelona prógv
og heiðursmerki. Tá heiðursmerkini
vórðu kunngjørd, gekk so væl, at av 68
framsýnarum úr danska ríkinum var
føroyski klippfiskurin tann einasti, sum
vann hægstu Grand Prix virðisløn.
Fleiri av luttøkuprógvunum eru til
enn. Prógvini hjá Pidda eru í varð
veitslu hjá familjuni, í krambúðini hjá
Thomsen á Tvøroyri hanga tvey, og
prógvið hjá J. Dahl er í varðveitslu í
Vági.
Langar saltfiskatradisjónir
Nú man ikki nógvur klippfiskur fara
úr Føroyum til Spania. Men bacalao-
tradisjónin hevur tað framvegis gott
í Baskaralandinum, og í Føroyum fer
nógvur saltfiskur á spanska marknaðin
hvørt ár. Hetta er fyri tað mesta fiskur,
sum er íligin og skal vatnast út, áðrenn
hann verður etin. Størstu veitararnir
í Føroyum eru PRG í Gøtu, Vaðhorn á
Strondum, Delta Seafood á Tvøroyri og
Sandoy Seafood.
Í dag man PRG hjá Gregersen-
brøðrunum hava tær drúgvastu
samanhangandi royndirnar á spanska
marknaðinum. Langabbi teirra í
móðurættini, Gamli Sámal Petur á Mið
gerði, byrjaði sítt virksemi í Fuglafirði
triðja jóladag 1887 eftir at hava róð út
í Íslandi í nøkur ár, har hann lærdi at
salta og hagreiða klippfisk.
Abbin í faðirættini, Jóan Pauli
Gregersen, byrjaði handilsvirksemi í
1920 árunum og stovnaði fyrsta stóra
turkivirkið í landinum, sum ikki var
knýtt at nøkrum skipi. Jóan Pauli um
boðaði bæði sín egna og annara fisk úti
í heimi og umboðaði seinni Fiskasøluna
í strembanini at vinna klippfiskinum
nýggjar marknaðir í eitt nú Suður
amerika og Kuba.
Gadus morhua
til katolikkar í føstu
Baskararnir, sum í 1500árunum sigldu
ta longu leiðina norður á Nýfundlands
bankarnar eftir toskinum, høvdu ongar
egningarskúrar á landi. Teir egndu
sohvørt á skonnartdekkinum og á
smáu doriunum. Atlantstoskur, Gadus
morhua, livir sum nevnt ikki á spanska
landgrunninum, og tí var prísurin
mangan høgur hjá spaniólum at fáa
henda dýrabæra fiskin saltaðan heim.
Fyri katolikkarnar stóð tað um lív
at fáa fisk í føstu, tá teir ikki kundu eta
kjøt. Nógvir fiskimenn komu ongatíð
heimaftur. Róku doriurnar av leið, og
tað kom mjørki ella illveður, komu
menninir ikki afturíaftur.
Soleiðis livdu baskarar í øldir við
sínum fjarfiskiskapi. So seint sum
í 1960 árunum komu føroysk skip
mangan heim við dorium, sum rókust á
havinum.
Men eftirspurningurin var so stórur,
at spaniólar kláraðu ikki at fiska til
egna nýtslu sjálvir. Føroyar var eitt
av londunum, ið fingu fótin fastan á
spanska marknaðinum. Í dag innflyta
spaniólar stórt sæð allan tann saltaða
toskin, mest úr Føroyum, Noregi og
Íslandi.
Lættsaltaður
toskur yvirhálar
Tíðirnar broyttust. Eftir at alt var
klippfiskur í langar tíðir, fóru spaniólar
eftir seinna heimskríggj eisini at keypa
ílignan saltfisk. Og nýggjasta rákið er,
at tú í dag eisini kanst keypa lættsalt
aðan tosk úr kølidiskunum, kláran at
koyra á pannuna ella í ovnin.
Eg havi roynt henda lættsaltaða
fiskin. Hann er ikki so saltur sum mín.
Fyri nógvar spaniólar er hetta nýggjur
rættur, og útgreinað vegleiðing stendur
á vøruni um, at fiskurin er klárur at
brúka. Í fleiri handlum var slaktarin
eisini skjótur at koma við eini frágreið
ing, tá hann sá, hvat vit hugdu at.
Rói Egholm hevur selt fisk í Spania
síðan 1986 og er í Spania helvtina av
árinum og í Føroyum hina helvtina.
Hann selur allan saltfiskin hjá Delta
Seafood og Sandoy Seafood. Rói Egholm
vísir á, at 2014 var fyrsta árið, at størri
nøgd varð seld á spanska marknaðinum
av lættsaltaðum toski enn av ílignum
toski. Talan var um 45.000 tons av
lættsaltaðum og 40.000 av ílignum. Ein
fittur partur av hesum lættsaltaða er
føroyskur toskur.
1000 bacalao-uppskriftir
Lættsaltaður toskur verður í Spania
fyri tað mesta nýttur sum vanligur
saltfiskur, og til vanligan saltfisk
hevur Rói Egholm eina matbók við
179 saltfiskauppskriftum. Tað sigst, at
minst 1000 ymiskar bacalao-uppskriftir
finnast, so nokk er at taka av. Hvussu
maturin verður etin, veldst um, hvar
í Spania vit eru. Í Suðurspania og
Andalucía er saltfiskamarknaðurin ikki
so sterkur sum á stóru marknaðum í
Norðurspania, serliga í La Cataluña,
país Vasco, Galicia og Madrid.
Fyri spaniólar sømir tað seg ikki
at kóka fiskin. Hann verður stoktur á
pannu, grillaður, friturustoktur, bak
aður í ovni ella etin ráður í salatum.
Varðveita bacalao-matlistina
Klippfiskurin, sum Sørin í sanginum hjá
Hans Andrias Djurhuus fiskaði í kalda
Íslandi og legði í salt, er ikki so vanligur
longur. Men tølini um at lættsaltaður
toskur hálar seg fram á spanska
marknaðinum, ræðir ikki góðu bacalao-
kokkarnar.
Klippfiskurin hevði trý høvuðseyð
kenni. Saltfiskurin varð fullkomuliga
útvatnaður, og talan var tí ikki um
saltfisk, sum vit kenna hann á føroyska
borðinum. Í fyrsta lagi varðveitti
saltið klippfiskin, so hann ikki rotnaði.
Í øðrum lagi hevði hann ein serligan
fastleika, eftir at hann var útvatnaður.
Og í triðja lagi gjørdi saltið, at feittið ella
gelatinan samlast undir skræðuni og
kann brúkast sum majonessós.
Íligni saltfiskurin á spanska
marknaðinum í dag hevur nøkulunda
somu eginleikar, sum gamli klipp
fiskurin hevði. Og tí ber til at varðveita
bacalao-rættirnar í sponsku køkunum
og matstovunum. Her halda spaniólar,
at teir hava nakað serligt fram um
franska køkin. Fransmenn brúka nógv
smør og nógvan róma, og tá fæst alt at
smakka eftir vild.
Spaniólar vilja gagnnýta rávøruna,
eisini til sósina. Søgan um, hvussu
feittið undir útvatnaðu klippfiska
skræðuni gjørdist til tað reinu majones
sós, er, at maturin varð stoktur í
kabússuni á rullandi skútum og at
áhaldandi rullið útloysti feittið, sum
saman við olivenolju lá eftir sum leski
lig sós á pannuni.
Á matstovunum ella við hús eftir
gera spaniólar við rullandi pannum
og serstøkum steikihátti háttin at fáa
feittið úr fiskinum og út í pil pil-sósina,
sum hon nevnist.
Rói Egholm lýsir sponsku virðingina
fyri rávøruni soleiðis:
"Tá tú sum spanióli bíleggur ein rætt
á eini lokalari spanskari matstovu, fært
tú sum oftast bara tað, tú biður um.
Um tú biður um ein stoktan búff, ella
saltfisk, so kemur bara tað á borðið. Vilt
tú hava eplir ella grønmeti afturvið, so
mást tú biðja um tað. Tað er júst hetta,
sum ger, at spaniólar seta so stór krøv
til rávøruna. Teir hava ikki siðvenju
fyri, eins og t.d. fraklendingar, at goyma
eina minni góða vøru ímillum fleiri
aðrar vørur á tallerkinum."
Vilja hava sponsku
matmentanina
Nú eg nøkur ár seinni standi í einum
øðrum egningarskúri í Puerto de la
Duquesa í Manilva, ein tíma sunnan
fyri Malaga, tykist tað, sum at endarnir
vera knýttir og ringrásin verður inn
siglað úr baskaralandinum til Nýfund
lands, víðari til Føroyar og suður til
Spania – og norður aftur til Føroyar.
"Vit hava saknað, at vit, sum hava
givið Spania so nógv, ikki hava fingið
tað minsta veti av sponsku matmentan
ini afturfyri," sigur Johannes Jensen,
stjóri á Hotel Føroyum, sum eisini rekur
matstovuna Barbaru Heima í Havn.
KOKS hevur lættsaltaðan tosk á
matskránni, men Johannes Jensen vildi
aftur til røturnar í Spania, til Bilbao
og aðrar leiðir, har so nógvar hundrað
ára gamlar søgur eru um føroyingar og
føroysk skip.
Umboð fyri Barbaru fóru til Bilbao
at kanna málið og komu í samband við
fyrikomandi heilsumálaráðharran í
býnum, sum slóðaði teimum vegin upp
til stóru fronsku gourmet-kokkarnar.
Samstarvið hevur ført til, at servandi
bacalao-matsnillingurin, Marcelo
Tejador, tvær ferðir hevur verið í
Føroyum, og at kokkar frá Barbaru tvær
ferðir hava verið í Spania at læra seg
bacalao-kynstrið.
Og tað var stórt, tá sjey spanskir
Michelin-kokkar í fjør vóru á Barbaru,
har teir eitt kvøldið gjørdu fleiri
bacalao-rættir.
Mynd: Fornminnssavnið
Tað kravdi gott eftirlit við klippfiskaframleiðsluni at gera sponsku
krøvunum til vildar. Hetta er á fiskastykkinum oman fyri
Piddasa handil í Fuglafirði
PRG í Gøtu bjóðar festival
luttakarunum á G ókeypis
saltfisk á Gøtusandi
Feskur fiskur fæst í Miklagarði,
men í Havn er útróðrarmaðurin
Carl August Arge væl umtóktur
fiskaseljari í Vágsbotni
Kokkar frá Bilbao í Spania
borðreiða við einum bacalao-
rætti á Barbaru
Mynd: Finnur Justinussen
Mynd: Helgi Jacobsen
Mynd: Finnur Justinussen