hósdagur 25. juni 2015síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 26. juni 2015
Henriette Harris: Tyskland er et land for
voksne. 256 síður, innbundin. 276 krónur
(prísur hjá Rit & Ráki). Gyldendal, 2015.
Henriette Harris, sum skrivaði vælumtóktu bókina
Berlin, Berlin (2009), hevur júst givið enn eina ferða
bók út um Týskland. Hesa ferð um seks ymiskar býir.
Nýggja bókin hevur heitið Tyskland er et land for
voksne/ seks byer. Talan er ikki um eina ferðahandbók,
men um eina bók, ið varpar ljós á serligu mentanina,
sum býirnir hvør sær umboða. Hetta er ein forkunnug
og áhugaverd bók við góðum søgum.
Býirnir, ið verða lýstir, eru Lübeck, München,
Weimar, Leipzig, Bonn og Frankfurt am Main. Í part
inum um Lübeck verður býurin lýstur ígjøgnum nakrar
útvaldar persónar, ið hava havt serligan týdning fyri
gamla hansabýin, ið hevði tøtt sambond norðureftir
– ikki minst til Bergens, og sum var ein av ríkastu og
týdningarmestu býum í miðøld. Í býnum hava tríggir
nobelheiðurslønarvinnarar hildið til. Teir eru Thomas
Mann, Willy Brandt og Günther Grass. Umframt hesar
er m.a. søgan um eygnalæknan, ið hevði serliga um
sorgan fyri Edvard Munch, søgan um prestin, ið lat seg
tøla av nationalsosialistisku hugsjónini, men seinni
vendi henni bakið og fór í deyðan sum mótstøðumaður.
Persónssøgurnar eru vovnar saman við býarsøguni,
og gevur hetta lesaranum eina kenslu av at sleppa at
kaga aftur um vælhildnu húsafasadurnar í vakra og
hugnaliga Lübeck. Hetta mynstrið, at flætta persóns
søgur saman við býarsøguni, gongur aftur í øllum pørt
unum.
Inn ímillum allar partarnar eru nakrar síður við
hentum slóðum, har nærri kunning er um ymisku bý
irnar.
Eg havi hug at leggja aftrat, at perlan Travemünde
kann røkkast við býarbussinum
úr Lübeck eftir fáum minuttum.
Eisini havi eg hug at nevna
Hamburg, sum liggur einans
góðar 50 km frá Lübeck. Hamburg
er so sera vakur og áhugaverdur,
ikki minst HafenCity-økið og
virðislønta Ballinstadt-savnið, ið
lýsir søguna hjá útflytarum frá
1850 til 1938 á serliga viðkomandi
hátt. Í hesi søguni sæst søgan hjá
Evropa aftur.
Úr Lübeck verður farið til
München, har serliga verður gjørt
burtur úr býnum sum avant
gardiskur
listabýur.
Ludwig
I av Bayern, hvørs týdningur
fyri München ikki kann yvir
metast, elskaði list og konufólk.
Søgan um hansara vanlukku
liga samband við ávísa kvinnu
verður søgd. Umframt onnur,
m.o. listafólkini Münter og Kandinsky, hitta vit eisini
Sophie Scholl, ið noktaði at fylgja brúna streyminum
og mátti gjalda fyri sítt ólýdni við lívinum.
Úr München flyta vit okkum til aldargomlu
mentanarháborgina Weimar, har Goethe og Schiller
báðir búleikaðust, og har týningarlegan Buchenwald
minnir á ræðuleikarnar í nasitíðini. Í portrinum inn til
týningarleguna gjørdi ungi arkitekturin Ehrlich, ið var
fangi í leguni, innskriftina “Jeder das seine” (øll fáa sum
uppiborið) við modernaðu skrifttýpuni, ið eyðkennir
Bauhaus-stílin. Innskriftin vendir inneftir, so fangarnir
sóu hana, men nasistarnir varnaðust ikki modernitetin
í innskriftini.
Úr München verður farið til
Leipzig, har tónleikur og friðar
liga kollveltingin í 1989, verða
flættað saman við býarsøguni.
Vit
hoyra
um
Bach
og
Mendelsohn, um persónar innan
friðarligu rørsluna, ið helt til í
kirkjunum, og um býin, sum nú
hevur ment seg til ein spennandi
bý, sum fólk leita til.
Næsti býur á skránni er
Bonn, gamli høvuðsstaðurin frá
1949 til 1999. Vit hoyra um m.o.
Beethoven og Petru Kelly, ið
var við til at stovna flokkin Tey
Grønu. Bæði hava tey sera áhuga
verdar og syrgiligar lívssøgur.
Síðsti býurin er Frankfurt
am Main, sum er kendur fyri
mongu háhúsini og sum penga-
og bankabýur. Her verður langa
søgan hjá jødunum í býnum lýst,
m.a. søgan um ættina Frank (hjá Onnu Frank), ið hevði
búleikast í býnum mong ættarlið. Fleiri ferð eru jødarnir
í býnum vorðnir nærum fullkomiliga týndir, men í dag
eru teir aftur sjónligir í býnum. Vit hoyra um søguna hjá
fýra ymiskum ættarliðum. Eg havi hug at viðmerkja, at
Michel Bergmann hevur skrivað áhugaverda og virðis
lønta skaldsøgu Die Teilacher (dtv-forlagið, 2010) um
jødarnar í býnum.
Um høvundin:
Henriette Harris (f. 1971) er dani og búsitandi
í Berlin. Hon hevur tey seinastu árini starvast
sum blaðfólk fyri danskar fjølmiðlar.
Týskland er annað enn Berlin
Lydia Didriksen
Ummæli
Lata føroyskan
fisk í spanskan búna
Johannes Jensen heldur tað vera í lagi,
at fólk fáa sær ein bita við lættsaltaða
fiskinum. Og tíbetur kann eingin gera
av, hvat grannin etur. Tað skerst ikki
burtur, at føroyingar vilja á ein ella
annan hátt hava ein saltráka í fisk
inum.
Men nógvir spaniólar hava fram
vegis eina aðra hugsan. Og tað vísir
seg, at spanska matgerðarlistin hevur
tørv á bacalao-mentanini. Í Føroyum er
Barbara vorðin slóðbrótandi á hesum
øki og bjóðar tríggjar ymiskar bacalao-
rættir umframt ein nippirætt.
"Søgan gongur heilt aftur til tær
fyrstu klippfiskalastirnar, sum fóru úr
Føroyum til Spania. Vit vildu hava ein
bita av tí heimskendu matmentanini
– vit lata føroyskan fisk í spanskan
búnað," sigur Johannes Jensen.
Líta vit aftur á heimsframsýningina í
1929, so hava vit uppiborið at fáa nakað
aftur frá spaniólum. Føroyskur fiskur
var á matskránni eitt av kvøldunum í
Barcelona. Eitt spanskt blað skrivaði,
at føroyski klippfiskurin fekk so nógv
rós, at har vantaði bara, at onkur við
skaldagávum reistist og heiðraði toskin
við eini yrking. At maturin veruliga
var góður, bendi umrøðan í blaðnum La
Publicidad á. Har stóð millum annað:
“Um døgurðagestirnir vóru avmark
aðir í tali, var maturin so mikið meira
framúrskarandi, at luttakararnir í langa
tíð kunnu siga, at betri máltíð høvdu
teir ikki fingið í lívinum.”
Má eta fiskin
saman við øðrum
Í teimum flestu sponsku uppskriftunum
stendur, at húsmóðurin ella kokkurin
skulu smakka fiskin, áðrenn hann
verður stoktur ella bakaður. Útvatning
valdast og er ymisk, alt eftir hvussu
stór fløkini eru, ella hvussu ofta vatnið
verður skift.
Á sama hátt ber illa til at siga,
hvussu leingi eitt flak skal liggja í salti,
til tað er lættsaltað. Miðaltjúkt flak skal
hava einar fimm tímar í grovum salti.
Smakka fiskin ráan ella sker ein bita at
kóka í fimm minuttir og smakka so. Er
hann ov saltur, kanst tú vatna hann út
eina løtu.
Tá eg eri á floti, salti eg altíð tey
størstu fløkini. Tú kanst salta niðurfyri
og frysta. Tú kanst eisini salta fløk, sum
hava verið fryst. Men tiðna tey fyrst
í vakuumpakningi í so køldum vatni,
sum møguligt, so missa tey ikki so
nógva vætu.
Konan stendur fyri eplamorlinum.
Hon plagar at koyra eitt sindur av
smøri, nakað av mjólk, pipar og
kroystan hvítleyk í.
Leykurin skal vera væl stoktur, ikki
minni enn hálvan tíma í passaligum
hita.
Fløkini við stokta leykinum fara í
ovnin í folioskamtum, sum svara til eitt
fólk. Miðalstór fløk havi eg í ovninum
í ikki longur enn 10-12 minuttir á 200
stigum.
Sum sagt dámar mær best at hava
so lítið sum møguligt afturvið. Onnur
vilja hava grønmeti og onkur kanska
sós. Ein kræklingaforrættur hóskar væl,
men feskir kræklingar eru ikki so lættir
at fáa hendur á her, sum í Spania.
Eg havi so stóra virðing fyri tosk
inum, at eg eti hann ongatíð einsa
mallur. Eg má njóta fiskin saman
øðrum, so vit kunnu snakka um hann.
Og vit geva okkum góðar stundir. Hvør
biti er partur av aldarlongu ferðingini
hjá klippfiskinum. Chablis hvítvín er
gott afturvið, men vatn, súrepladjús
ella mjólk er eisini gott.
Lættsaltaður toskur og eplamorl a la høvundans.
Henda dagin høvdu vit langskel sum forrætt