Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-25, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 6 • 26. juni 2015 Á bókasavninum Fleiri forvitnisligar føroyskar bøkur eru komnar út í seinastuni, og evnini spenna víða Nógvar útlendskar fagurbókmentir eru umsettar til føroyskt, helst fleiri enn vit geva okkum far um. Her er eitt úrval: Paul Celan Tala tú eisini Yrkingar eftir Celan, sum var týskt­mæltur yrkjari, uppvaksin í Rumenia. Hann var av jødiskari ætt, og skald­ skapur hans­ara var nógv ávirkaður av upplivingum undir krígnum. Heðin M. Klein hevur týtt. Forlagið Mentanargrunnur Studenta­ felags­ins, 2014. Edmund De Waal Hara við ravgulum eygum Endur­minningar­skaldsøga. Edmund de Waal er kendur enskur keramikari, sum arvar eitt savn av 264 evarska smáum, útskornum, japanskum figurum úr viði og fílabeini, nevndar netsukur, sum hava verið ogn í familjuni síðan 1870’ini. Hann gerst forvitin og fer eina rannsóknarferð aftur í evropeiska søgu at fáa uppspurt, hvør hevur nortið við hesar vøkru, smáu skapningar. Annfinnur í Skála hevur týtt. Forlagið Sprotin, 2014. Haruki Murakami Sunnan fyri markið Murakami er ein sera væl dámdur japanskur høvundur. Hendan poetiska kærleikssøgan er um Hajime, ið sum 12 ára gamal varð hugtikin av vinkonuni Shimamoto, og sjálvt um hann hevur viðgongd í lívinum sum barreigari og elskar konu og børn, hevur dreymurin um Shimamoto ongantíð slept honum. Tá barndómsvinkonan nú brádliga trínur inn í lívið hjá honum aftur, gerst hon ímyndin av tí tómrúmi og longsli, hann hevur kent øll árini. Men er Shimamoto verulig ella bara ein dreymur? Og hvar gongur markið millum veruleika og dreym? Pauli Nielsen hevur týtt. Forlagið Ítriv, 2008. Halldór Laxness Undir egið borð Bjartur í Ljósa­ gerði, bóndi uppi á Norður-Eystur­ landinum, er ein ágrýtin, treiskur og støðufastur maður, ið ikki bakkar ein tumma fyri nøkrum, hvørki yvir­valdinum ella teimum hægru maktunum. Í síni stremban tekur hann hvørki atlit at familju ella vanligum skili. Fleiri skald­søgur eftir íslendska Nobel­prís­vinnaran eru umsettar til føroyskt. Tóra Tóroddsdóttir hevur týtt. Forlagið Sprotin, 2007. Selma Lagerlöf Keisarin av Portugáliu Søgan er um smá­mannin Jann Andersson og hans­ara markleysa kær­leika til dóttrina Kláru Fínu Gullborg. Tá dóttirin fer til Stockholm og kvettir sam­bandið við for­ eldrini, er hon fram­ hald­andi eygnasteinur hansara, eisini tá slaturin gongur, at hon er skøkja. Hann gongur støðugt og bíðar eftir henni, men tá hon ikki kemur, gerst hann sjúkur av longsli. Hann heldur seg vera keisara og dóttrina keisarinnu. Jákup í Skemmuni hevur týtt. Forlagið Sprotin, 2013. Charles Bukowski Rugbreyð við skinku Hetta er skemt­iliga og beiska søgan um barn­dóms- og ung­dóms­árini hjá kenda ameri­kanska høvund­ inum Charles Bukowski. Hon verður søgd ígjøgnum sjálv­ævi­søgu­liga persónin Henry Chinaski, sum kennir seg útihýstan og støðugt tráar eftir at sleppa at vera ein­stak­lingur. Petur Pólson hevur týtt. Forlagið Sprotin, 2010. Ivan Turgenjev Fedrar og synir Skaldsøgan er ein klassikari í heims­ bók­ment­unum. Hon lýsir tað russiska sam­felagið mitt í 1800-talinum, har fedrar­nir og synirnir umboða tvær heilt ymiskar sam­felags­áskoðanir, tað gamla lenssamfelagið móti tí nýggja nihilistiska og skilbundna. Nýggja ættarliðið ger upp við tað gamla, ikki við harðskapi, men við einum nýggjum hátti at liva og hugsa. Eilif Samuelsen hevur týtt. Forlagið Heimlið, 2006. Turið Sigurðardóttir Føroyskar barnabókmentir – søguligt umhvarv og greiningar Hetta er nakað so sjáldsamt sum ein føroysk barnabókmentasøga. Hon viðger barnabókmentir á føroyskum frá byrjanini í 1891 til 2011 og vísir á samanhang, rák og menning. Jóan Pauli Joensen Bót og biti – matur og matarhald í Føroyum Greitt verður frá mat­mentanini í Føroyum frá fornari tíð til í dag. Bókin lýsir tað, sum hevur ávirkað matmentanina og givið henni skap, og er í tveimum bindum við nógvum myndum. Katrin Ottarsdóttir Messa fyri einum filmi Yrkingar. Bergur Djurhuus Hansen Er heima til? Bókin byggir á eina ph.d.-ritgerð, og evnið er ferðafrásagnirnar hjá K. O. Viderø (1906-1991), og hvussu hann brúkti hetta tekstslagið til at skriva um seg sjálvan og sína tíð. Heimsbókmentir á føroyskum