Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-25, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2015síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 6 • 26. juni 2015 Urtagarðsbøkur Rákið í tíðini er at leggja dent á burðardygd og reint umhvørvi, og hetta sæst aftur í nýggju bókunum um urtagarðar. At dyrka sín egna mat er gott fyri bæði heilsu og umhvørvi. Bókasavnið hevur fleiri bøkur um evnið. Her fært tú hugskot at dyrka fleiri sløg av spírum og annað grønmeti innandura: Um tú hevur eitt lítið stykki ella eina altan eru eisini møguleikar Fleiri fyrimunir eru við at dyrka í hábeði ella vakstrarhúsi Gleðin at vera í urtagarðinum hevur størri týdning, enn at alt er lýtaleyst Árni Nicolajsen Hvussu nógv brúkar tú bókasavnið og til hvat? – Fyri tað mesta láni eg bøkur og onkun­tíð filmar á fløgu og ljóðbøkur. Teldurnar brúki eg at finna bøkur við um eitthvørt evni ella kent fólk. Onkuntíð láni eg fagurbókmentir, men fyri tað mesta draga fakbøkurnar. Tá eg vil vita okkurt um onkran føroying, ið hevur avrikað nakað, lesi eg útklipp úr gomlum bløðum. Hesi eru sera hent. Eg má viðganga, at eg brúki lesistovuna við dagsins avísum og tíðarritum alt ov lítið. Hvat er tað besta við at koma á Býarbókasavnið? – Tað eru starvsfólkini, sum man altíð kann heita á. Tey gera ein góðan stemning, eru blíð og hjálpsom og leypa ikki um garðin, har hann er lægstur. Hvørjar bøkur lænir tú? – Eg láni mest fakbøkur, t.d. innan okkurt handverk, kanska smíð, ella bøkur um, hvussu man brúkar okkurt telduforrit ella um onkra vísindagrein, t.d. søguvísindi. Ert tú málrættaður? – Eg fari sjáldan á Býarbókasavnið uttan at hava okkurt ávíst evni, eg vil lesa um ella kanna, t. d. fyrra veraldar­ bardaga, tá eg havi sæð eina sending um hetta og eri forvitin at vita meira. Ella eg fari at fáa hjálp til okkurt, eg eri í holt við, sum t.d. at tekna og mála fólk. Bøkur um proportiónir hjá manna­ kropp­inum ella um verkini hjá kendum listafólki geva íblástur. Eg haldi, at Býarbókasavnið hevur fjøl­broyttar tænastur, og eg havi var­hugan av, at tað strembar eftir at víðka tær. Nakað er eftir enn at koma upp á støðið hjá høvuðs­bókasavninum í Keypmanna­ havn, men ein maður segði eina ferð við meg, at man skal seta sær málið høgt. Lánarin hendan mánaðin Ævintýraferðin 2015 á barna­bókasavninum á ólavsøku Sýningin fer at snúgva seg um vísindi. Fyribrigdi so sum atdráttarmegin, bylgjulongdir, tíðin og ljósið verða ílatin ein barnafilosofiskan ham. Eisini spyrja vit stóra spurningin “hvør eri eg?” Støðið verður tikið í hugflogsheiminum hjá Alberti Einstein. Á framsýningini er grafisk list frá Steinprenti, har Tórshavnar kommuna er myndevni. Listafólkini eru Zacharias Heinesen, Bárður Jákupsson, Rannvá Kunoy, Bjørn Nørgaard, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Jonas Hvid Søndergaard, Fríða Matras Brekku og Zven Balslev. Rannvá Kunoy “Litirnir Hinumegin” Listaframsýningin í summar