mánadagur 29. juni 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. juni 2015 · Nr. 73
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikuskiftis Sosialurin
fær summardám
Nú er summarið av álvara byrjað, og tað merkir millum annað, at Vikuskiftis Sosialurin fær ein
summardám. Vikuskiftið varpar komandi vikurnar ljós á millum annað gransking, øðrvísi lagnur
hjá føroyingum, politiskir stórspurningar latnir í ein pedagogiskan ham, og mangt annað.
Barbara Holm
Summarmánaðarnir
eru
merktir av einum lættum
huglagið, stuttligum løtum,
øðrvísi
upplivingum
og
spennandi ferðum. Soleiðis
verður Vikuskiftis Sosialurin
eisini komandi vikurnar.
Hóskvøldið komandi kem
ur fyrsta summar útgávan av
blaðnum út á gøturnar, og
tað er eisini fyrstu ferð, at
nýggja greinarøðin um yms
ar granskingarverktætlanir
er á skránni.
Eilen Anthoniussen hev
ur skrivað eina greinarøð um
ymiskar føroyskar gransk
ingarverkætlanir.
Fyrst
í
røðini er ein samrøða og ein
lýsing av granskingarverk
ætlanini hjá Jógvani í Lon
um dialektir.
Umframt granskingarrøð
ina verður eisini gjørligt at
lesa heldur øðrvísi søgur um
føroysku festivalarnar. Sosi
alurin gevur tær tipp um
hvat er eitt mást á hvørjum
festivali, og okkara tónleika
serfrøðingar greiða frá teim
um perlunum, sum kunnu
upplivast, nú festivalarnir
standa fyri framman.
Haraftrat
vísa
vit
á
ymiskar
ferðaupplivingar
her í Føroyum. Føroyingar,
sum hava nýtt summarið at
ferðast kring Føroyar, greiða
frá sínum upplivingum, og
prátað verður við útlendsk
ferðafólk, sum Sosialurin
hittir á gøtuni.
barbara@sosialurin.fo
Nú stundar til løgtingsval
Hóast summarið er løtan,
tá flest okkara hava onkrar
fríløtur
og
annars
taka
okkum av løttum, so er hetta
summarið eisini merkt av,
at
løgtingsvalið
stendur
fyri framman. Um skamma
stund skulu føroyingar velja
umboð á Løgting, og tað fer
eisini at merkja Vikuskiftis
Sosialin.
Árni Gregersen fer hvørja
viku at taka eitt torgreitt
politiskt evni fram, greiða frá
ymsu síðunum í málinum, og
síðani vísa á hvat politisku
flokkarnir halda og hava
gjørt seinastu árini.
Umframt politisku við
gerðina í blaðnum verða
eisini nakrar síður settar av
til at viðgera heldur øðrvísi
evni. Eitt nú fer vit at frætta
frá ymsum kvinnum, sum
fara at siga sína hugsan um
alskyns
evni.
Vikuskifti
greiður
frá
slóðbrótandi
sniðgeving, nýggjastu tætt
irnar í býarlívinum í Før
oyum, um øðrvísi lagnur og
hendingar, og mangt annað.
Tað er komandi hós
kvøld, at summar útgávan
av Vikuskiftis Sosialinum
verður í sølubúðunum.