mánadagur 29. juni 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 29. juni 2015 · Nr. 73
Stór vika í donskum politikki:
Valúrslitið og umskifti er nú komið týðiliga til sjóndar í donskum politikki
Árni Gregersen
Á odda fyri donsku Vinstra-
minnilutastjórnini stendur
formaðurin í Vinstra – Lars
Løkke Rasmussen.
Andstøðan hevur fingið
nýggja oddakvinnu. Í staðin
fyri Helle Thorning-Schmidt
er tað nú fyrrverandi løg
málaráðharrin, Mette Frede
riksen, sum nú er formaður í
javnaðarflokkinum og sam
studis andstøðuleiðari.
Fyrrapartin í gjár var
nýggi forsætisráðharrin lars
Løkke Rasmussen hjá drotn
ingini, har hann prensen
teraða nýggju ráðharrarnar
fyri Margrethu drotning.
Í nýggju stjórnini eru tey
tilsamans 17 fólk. 12 mans og
fimm kvinnur.
Lars Løkke Rasmussen er
sjálvandi forsætisráðharri.
Tað hevur hann verið fyrr, tá
ið hann yvirtók forsætisráðið
eftir Anders Fog. Tá yvirtók
hann eisini táverandi stjórn
ina og ráðharrarnar.
Hetta er fyrstu ferð hann
sjálvur skipar stjórn.
Hóast Vinstra hevði stóra
afturgongd á fólkatingsvali
num, so fekk blái vongurin í
Fólkatinginum meirlutan.
Meirlutin peikaði tí á Lars
Løkke sum kongaligan kann
ar, sum so skuldi vita um
hann megnaði at skipa eina
stjórn.
Hann fundaðist nakrar
dagar við Danska Fólka
flokkin, Liberal Alliansu og
Konser vativa flokkin, men
tað stóð nokk so skjótt greitt,
at tað fór ikki at eydnast at
skipa eina meirltuastjórn
millum hesar flokkar.
Tí valdi Lars Løkke í
endanum av seinastu viku at
skipa eina minnilutastjórn.
Næstformaðurin
uttanríkisráðharri
Tað var stríð um lars Løkke
fyri einum ári síðani og tá
var eisini nakað av stríði
millum hann og Kristjan
Jensen,
næstformann
í
flokkinum.
Tað eydnaðist tó lars
Løkke at verða sitandi sum
formaður og Kristjan Jensen
helt fram sum næstformað
ur.
Nú stjórnin er skipað er
tað soleiðis, at kristjan Jen
sen hevur fingið uttanríkis
ráðharrasessin.
Uttanríkisráðið er lagt
saman, so tað bæði skal røkja
ES, Menningarmálaráðið og
sjálvt uttanríkisráðið. Eitt
aðalráð, sum fær ov mikið at
gera.
Claus Hjorth-Frederiksen
er nýggjur danskur fíggjar
málaráðharri. Claus Hjorth
hevur verið ráðharri fyrr og
ber orð fyri at vera ómetaliga
driftssikkur. Tað sigst eisini,
at hann arbeiðir sera væl
saman við Kristian Thule
sen-Dahl, formanni í Danska
Fólkaflokkinum. Danski Fólka
flokkurin er partur av parla
mentariska stuðlinum undir
nýggju donsku minniluta
stjórnini.
Tyngsta nevndin í donsk
um politikki er tað, sum
danir nevna “koordinerings
udvalget”.
Tað er ein nevnd í stjórn
ini, sum í veruleikanum skal
nikka til allar týðandi av
gerðir. Ójavnt er hvussu stór
henda nevnd hevur verið,
men í nýggju nevndini sita
bert forsætisráðharrin, uttan
ríkisráðharrin og fíggjar
málaráðharrin.
Bertel hevur
mentan og kirkju
70-ára gamli Bertel Haarder
er aftur ráðharri.
Bertel Haarder er klárt
tann ráðharrin, sum hevur
flest royndir. Han skal taka
sær av mentan og kirkju
málum í nýggju stjórnini.
Bertel Haarder hevur upp
runaliga bakgrund í donsku
háskúlunum, men hann er
eisini kendur sum ein hvass
ur kjakari og liberalistur.
Hans Christian Schmidt
er nýggjur ráðharri fyri
samferðslu og bygging. Hann
hevur eisini fyrr verið ráð
harri, millum annað fyri
fiskivinnuni í fyrrverandi
Vinstra-stjórnini, men 61-ára
gamli
sønderjydin
hevur
eisini fyrr verið samferðslu
ráðharri.
Eva Kjær Hansen verður
nýggjur ráðharri fyri um
hvørvi og matvøru. Eisini
hon hevur royndir sum ráð
harri. Hon hevur verið mat
vøruráðharri og ráðharri fyri
javnstøðu fyrr. Hon er fødd í
Aabenrå og er 50 ára gomul.
39-ára gamli Troels Lund
Poulsen skal taka sær av
vinnu- og vakstrarmálum.
Hann hevur eisini fyrr sitið
við fleiri aðalráðum. Hann
var eisini ein partur av
skattamálinum
hjá
Helle
Thorning og Steven Kinnock,
men
bleiv
fríkendur
av
kanningarnevndini.
Framsøgukvinnan
fær ráðharrasess
Inger Støjberg hevur sitið í
Fólkatinginum síðani 2001,
tá ið hon var vald í Skive.
Hon hevur seiansta valskeið
verið framsøgumaður hjá
Vinstra, men nú skal hon
sum ráðharri taka sær av
útlendinga-, integratións- og
bústaðarmálum.
Hon er 42 ár og verður
roknað at hoyra til teirra,
sum standa nýggja forsætis
ráðharranum nærmast.
Karen
Elleman,
dóttir
fyrrverandi danska uttan
ríkisráðharran Uffe Elleman,
skal í nýggju stjórnini taka
sær av bæði sosial- og inn
lendismálum. Hon er 45-ára
gomul og er vald í Brøndby.
Bornholmarin Søren Pind
er nýggjur løgmálaráðharri.
Hann hevur eisini fyrr sitið í
stjórnini. Hann er uppruna
liga
bornholmari,
sonur
tannlæknan í Østermarie,
men hevur verið kommunal
politikari í Keypmannahavn,
áðrenn hann fór upp í lands
politikk.
Lars Christian Lilleholt er
valdur á Fyn og hevur sitið í
tinginum fast síðani 2001.
Hann er 50 ára gamal og skal
í stjórnini røkja orku-, klima-
og forsýningsmál.
Javnstøða og undirvísing
eru løgd í hendurnar á Ellen
Trane Nørby. Hon er bert 35
ára gomul, men hevur sitið í
Fólkatinginum fyri Vinstra
síðani 2005.
Sophie Løhde skal umsita
heilsu- og eldramál. Hon er
við sínum 31-árum yngsti
ráðharrin í nýggju stjórini.
Hon hevur havt nógvar
nevndarsessir, síðani hon í
2007 var vald á ting og var í
fýra ár orðførari í málum,
sum hava við Føroyar at
gera.
Karsten
Lauritzen
er
nýggjur skattaráðharri. Hann
er 32-ára gamal og hevur sitið
á tingi síðani 2007.
Esben Lunde Larsen, 36
ár, var valdur á ting í 2011.
Hann umboðar Ringkøbing-
valdømi í Vesturjyllandi.
Carl
Holst
skal
hava
verjumál og norðurlendskt
samstarv. Hann er fyrr
verandi amtsborgarstjóri í
Suðurjyllandi og hevur til
stutt undan valinum eisini
verið formaður í Region
Suðurjylland. Hann er 45 ára
gamal.
Arbeiðsmarknaðarmál
eru løgd í hondina á einasta
ráðharranum, sum ongantíð
er valdur á ting. Jørn Neer
gaard larsen hevur verið
stjóri í danska arbeiðsgevara
felagnum, har hann er vanur
at luttaka í nógvum sam
ráðingum. Hann er útbúgvin
løgfrøðingur og er 66 ára
gamal.
Tað lág í kortunum, at hon
skuldi yvirtaka formans
sessin eftir Helle Thorning
og í gjár bleiv tað eisini
veruleki.
Ongins tillaði upp ímóti
fyrrverandi løgmálaráðharra
num, tá ið Javnaðarflokkurin
hevði eykakongress í gjár.
Mette Frederiksen er 37
ára gomul og ættað úr
Ålborg. Hon hevur verið
næstformaður undir Helle
Thorning og situr nú ovast í
danska Javnaðarflokkinum.
Hon er kend fyri í flokki
num at hava ein skarpan
reyðan profil, men sum
ráðharri hevur hon dugað
sera væl at finna semjur.
Tá ið hon tók við í gjár
bjóðaði hon nýggju stjórnini
samstarv, men segði sam
studis, at hon ognantíð fer at
sleppa grundvirðunum hjá
Javnaðarflokkinum.
Metta Frederiksen er kend
fyri sínar røður. Í gjár segði
hon skemtilgia við Helle
Thorning:
– Tú mátti tola nógv. Tú
fekst eyknevni Gucci-Helle.
Meg kallaðu tey “Skrige
skinken”. Hóast alt, so haldi
eg at títt eyknavn var mun
andi fittari enn mítt.”
Sum formaður í danska
javnaðarflokkinum, sum er
størsti flokkur á tingi, so er
Mette
Frederiksen
eisini
andstøðuleiðari í Danmark.
Mette nýggjur formaður í danska javnaðarflokkinum
Fyrrverandi danski løgmálaráðharrin einmælt vald til nýggjan formann í danska Javnaðarflokkinum
Lars Løkke hevur skipað egna Vinstra-stjórn við 17 ráðharrum.
Mynd: Polfoto
Mette Frderiksen er
nýggjur formaður í danska
javnaðarflokkinum.
Mynd: Polfoto
Politikkur
Nýggj Vinstra-
minniluta stjórn