Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. juni 2015 · Nr. 73 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Villasta Voxbotn nakrantíð John Martin og Michel Zitron syrgdu fyri tónleikinum, meðan Samantha Fox stóð fyri undirhaldinum. – Vit eru sera væl nøgdir. Hetta var tað villasta Vox­ botn nakrantíð, eg havi ong­ antíð sæð slíkt fyrr, sigur Rúni Djurhuus. Vágsbotnur var karmur um tónleikatiltakið Voxbotn leygardagin, og hóast veðrið ikki var av tí besta, dempaði tað ikki rómin hjá áhoyrar­ unum. Allan dagin var fitt av fólki í Vágsbotni, men sum leið út á kvøldið gjørdist mannamúgvan størri og størri og tá John Martin og Michel Zitron trinu á pall beint eftir klokkan 11, var torgið stúðstappað av fólki. Og tað vóru serliga John Martin og Michel Zitron, sum setti lív í fjøldina.   – Alt hoppaði framman fyri pallinum og heilt aftur til Hotel Tórshavn, tá ið John Martin og Michael Zitron vóru á pallinum, sigur Rúni Djurhuss, ein av fyriskip­ar­u­ num, við in.fo sunnukvøldið. Hini útlendsku stór­nøvn­ ini vóru týski rokkarin UDO, sum gav eina framførslu, sum eyðsæð gleddi hansara fjepparar, og so 80’ara popp­ kometin Samantha Fox, sum kanska stóð fyri mest undir­ haldandi innslagnum í ár, tó ikki tónleikaliga. Enska song­ kvinnan hevði ómetaliga ringt við at raka tónarnar í sangunum, umframt at hon eisini hevði ilt við at standa á beinunum, millum annað tá hon datt oman yvir trum­ mur­nar. Petur Slyne, ein av fyri­ skiparunum, sigur, at teir hava tosa við Samanthu Fox síðani. – Hon er ómetaliga kedd av tí, sum hendi og hevur biðið um umbering fyri sína framførslu, sigur hann. Tí var tað týdningarmikið, at John Martin og Michel Zitron góvu fjøldini nakað serligt – og tað gjørdu teir. Øll fjøldin, líka av pallinum og aftur til Miðlahúsið og niðan á nýggju trappuna, sang við og hoppaði, tá teir trivu í stóru hittini hjá Swedish House Mafia. Signar í Homrum fekk tað heldur ivasomu æru, at skula á pall beint eftir sviarnar báðar. Tað var sjálvandi ein ógjørlig uppgáva, men fjøld­ in sang tó væl við til hansara slagarar. Eftir midnátt var før­ oyskur tónleikur á skránni, og tó at ekstasan ikki náddu somu hæddum sum undir framførsluni hjá sviunum, so borgaðu Byrta og Swangah aftur í ár fyri framúr góðum framførslum. Eyðun og Terji rundaðu av við góðum 80’ara felagssangi og so var Vox­ botn av fyri í ár. Myndir: Álvur Haraldsen