mánadagur 29. juni 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. juni 2015 · Nr. 73
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Húsavíkar kommuna, sum
fevnir um bygdirnar Húsa
vík, Dal, Djúpadal og Skarva
nes, telist millum tær smáu
kommunurnar í Føroyum.
Fólkatalið er fáment. Flestu
búgva í Húsavík og Dali, og
onkur familja býr í Djúpa
dali og á Skarvanesi.
Nøkur
barnagarðs-og
skúlabørn eru í kommununi,
og her hevur Húsavíkar
kommuna eitt samstarv við
Sands kommunu.
Tó at kommunan er
fáment, er søgan rík, og
náttúran er tað ikki minni.
Í Dali er lutfalsliga nýtt
kampingpláss, og her er líka
sum gongd komin á, tó at
vegurin til Dals kann arga
eitt sindur.
Inntøkurnar hjá Húsa-
víkar kommunu gjørdu eitt
“dykk” í fjør, sum borgar
stjórin, Jákup Martin Søren
sen, tekur til, men í ár sær
heldur betri út.
Nýggjur kirkjugarður
Í einari kommunu, ið er
so fáment sum Húsavíkar
kommuna, er ikki peningur
til tær stóru íløgurnar.
Men eitt, sum liggur
frammarlaga, er útbygging
av kirkjugarðinum í Húsa
vík.
-
Í
kirkjugarðinum
í
Húsavík eru fá pláss eftir,
og vit arbeiða við eini ætlan
um at útbyggja verandi
kirkjugarð eystureftir. Økið,
sum liggur upp at kirkju
garðinum eystureftir, er lagt
av til endamálið. Tá kirkju
garðurin verður útbygdur,
verður hann laðaður, eins
og garðurin kring kirkjuna
eisini er tað.
Jákup Martin Sørensen
sigur, at Húsavík og Skarva
nes eru saman um kirkju
garðin í Húsavík, og síðan er
Dalur fyri seg.
- Í kirkjugarðinum í Dali
eru eingir trupulleikar við
plássi, leggur borgarstjórin
aftrat.
Eftir at inn
tøkurnar hjá
Húsavíkar
kommunu gjørdu
eitt “dykk” í
fjør, sær heldur
betri út í ár
Gongur betri við inntøkum
Team Rynkeby Føroyar fer úr Føroyum hóskvøldið
2. juli við Norrønu. Krabbameinsfelagið
skipar fyri móttøku í Østrøm sama dag
klokkan 18, har øll eru hjartaliga vælkomin
at heilsa súkklarunum góða ferð til París
Vilmund Jacobsen
Tað er hugaligt at hyggja
vestur yvir Sandsvág, har
alifelagið Marine Harvest
síðan í fjør heyst hevur
havt
aliring
liggjandi.
Veturin royndist harður,
og felagið hevur gjørt av
at taka ein vetur aftrat við
ongum fiski í aliringinum.
Síðan er ætlanin at seta
smolt út á Sandsvág næsta
vár.
Ætlandi
fer
felagið
at hava seks ringar við
umleið 390.000 smoltum á
Sandsvág, tá sjálv alingin
byrjar. Verður fiskur settur
út sum ætlað í mars/ apríl
næsta ár, verður fyrsta
tøkan stívliga eitt ár seinni
- ella á sumri í 2017.
Væntandi er, at eini 3-4
fólk verða knýtt beinleiðis
at alibrúkinum hjá Marine
Harvest á Sandi.
Eitt er tey størv, sum
verða knýtt beinleiðis at
alingini. Annað er tær
inntøkur, ið kunnu hugsast,
at alingin fer at geva.
Á
kunningarfundi
á
Sandi í fjør heyst segði
stjórin í Marine Harvest,
Hans Jákup Mikkelsen, at
skatturin, sum alifelagið
rindar, saktans eisini kann
geva
Sands
kommunu
nakrar eykainntøkur.
Alt eftir, hvar Marine
Harvest
hevur
sítt
alivirksemi, er møguligt at
deila skattin, sum felagið
rindar, yvir økini, og hetta
kann koma at hava týdning
fyri partafelagsskattin hjá
Sands kommunu.
Herfyri fekk gamla
farstøðin í Vágum
vitjan, tá ær og lamb
stukku inn á gólvið.
Kanska ætlaðu tey í
heitari lond at finna
sólina.
Toftir fær
vøggustovu
Vilmund Jacobsen
Bygdaráðið í Nes
kommunu hevur
samtykt at byggja
vøggustovu á Toftum.
Vøggustovan skal
verða liðug og klár at
taka í nýtslu í august
mánaði um eitt ár.
Tað verður byggivirkið
KBH, sum kemur at
standa fyri byggingini,
og tað var eisini KBH,
sum bygdi nýggja
barnagarðin á Toftum.
Vøggustovan, sum
verður í kjallaranum í
nýggja barnagarðinum,
fer at hava tríggjar
stovur við plássi
fyri tilsamans 36
vøggustovubørnum.
Endaligi kostnaðurin,
tá jørðarbeiði,
eftirliti og innbúgv
er íroknað, verður á
stívliga 4,8 miljónir
krónur, pluss mvg. Á
myndini eru tað Helgi
Johannessen hjá KBH
og Jóhannus Danielsen,
borgarstjóri, sum
undirskriva sáttmálan.
Húsavíkar kommuna er
fáment, men her er rík
søga og vøkur náttúra
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jákup Martin Sørensen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tað er ikki óhugsandi, at Sands
kommuna fer at fáa ein størri
ágóða av partafelagsskatti,
nú Marine Harvest fer
undir aling á Sandsvág
Sær hugaligt út