Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. juni 2015 · Nr. 73 Vilmund Jacobsen Hóskvøldið 25. juni skipaði ova­stevnunevndin fyri fundi fundi, har greitt varð frá, hvus­su ætlanin er at skipa ova­stev­nu í ár. Hetta var ein góð­ur og positivur fundur, har væl av fólki vóru møtt. Á facebook-síðuni - Nóls­ oy Nú & Tá - eru myndir frá fundinum, og her verð­ ur sagt, at konseptið á ova­ stevnu í ár verður, sum tik­ ið verður til - “back to basic” - altso aftur til tað góðu, gomlu og hugnaligu ova­ stevn­u­na. - Hetta verður ein ova_ stevna totalt uttan hegn - ein stevna við “bygdasligum” tiltøkum, sum lagt verður aftrat. Í ár verður ovastevna hild­in í Nólsoy leygardagin 15. august. Ætlanin er at hava onkr­an kunnandi fundi fund aftrat millum bygdarfólkið, og sum skilst eru framvegis øll góð hugskot vælkomin. Tað eru mong, sum hava arg­ast um, at ovastevnan líka sum hevur verið hegnað inni tey seinnu árini. Hevur tú ligið heimi á bryggjuni við báti, slapst ikki inn um hegnið - heldur ikki inn í øl-tjaldið - uttan at rinda einar 200 krónur fyri hvønn, sum var í bátinum. Á ova­stevnu í fjør lógu bátar við fólki heimi á bryggjuni. Í einum báti, sum Sosialurin hugdi niður í, vóru fimm fólk. Skuldu hesi sleppa inn í øl-tjaldið, noyddust tey at rinda tilsamans 1000 krónur. Tey tóku avleiðingarnar av hesi skipan, loystu og fóru heim­aftur. Ovastevna plagdi eisini at vera ein stevna, har familj­ur við børnum leitaðu út um fjørðin, men mong halda, at tá skipanin við heg­ninum kom, gjørdist ein slík­ur túrur út um fjørðin ov kost­nað­ar­ mikil. - Okkum líkar betri, at tú rind­ar fyri tað, tú vilt hava - og ikki soleiðis, at vit, sum bara koma út um fjørðin ein túr og ikki ætla okkum í dans, kortini noyðast at rin­ da fyri dansin eisini, søg­du fólk, sum Sosialurin skifti orð við. Vilmund Jacobsen Tað røkist einki fyri eini loysn millum stranda­ lond­ini í spurninginum um býtið av svartkjafti og norð­havs­sild. Føroyar hava havt for­ mans­skapin í svart­kjafta­ sam­ráð­ing­unum fyri 2015. Um­farið í Keyp­mannahavn í síðstu viku var hitt sætta í røð­ini. Fiskimálaráðið sigur, at nú fiskiárið er so mikið út­ lið_ið, og eingi útlit eru at finna felags stev á hesum sinni, avgjørdi føroyski for­mans­skapurin at enda samráðingarnar um svart­ kjaft fyri 2015. - Noreg hevur for­ mansskapin í sam­ráð­ing_ unum um norðhavssild fyri 2016. Hesar samráðingarnar vórðu niðurlagdar seinasta fríggja­morgun, tí ov langt var millum partarnar. Fiskimálaráðið veit at siga, at Noreg sum for­mans­ land í silda­sam­ráðingunum fer at kalla inn aftur til nýggj­ar samráðingar um norð­havssild seinni í ár. - Hesar samráðingar verða eftir øllum at døma í sep­tem­ber mánaði, sigur Fiski­mála­ráðið. Tað eru mong, sum hava argast um, at ovastevnan líka sum hevur verið hegnað inni tey seinnu árini Strandalanda­samráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild, sum vóru í Keypmannahavn í síðstu viku, góvu heldur einki úrslit Ovastevna fer “back to basic” Seks umfør og einki úrslit Tað verður aftur nógv list á varmakeldustevnu í Fuglafirði í ár “Tað ber til at trívast” er trivnaðarskeið, ið Gigni stendur aftanfyri. Skeiðið lærir viðurkennandi samskifti og fremur góðan trivnað Soleiðis gongur fiskiveiðan Partrolararnir koma inn at landa, sum vikan gongur, men fiskiskapurin er sum heild vánaligur. Onkur pør hava tó fingið nakað av fiski. Eitt par hevur fiskað svartkalva, og trý pør eru á gulllaksaveiði. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um útlitini fyri hesa vikuna. Ein djúpvatnstrolari er í Eysturgrønlandi á svartkalvaveiði og frystir veiðina umborð, og onkur eru á ísfiski undir Føroyum. - Tríggir trolbátar eru vesturi á Rygginum, og ein ella tveir koma inn at landa í vikuni. Tveir bátar eru eisini á landleiðini, og annar teirra kemur helst inn at landa í dag - og hin seinni í vikuni. Lagt verður aftrat, at teir, sum fiska á landleiðini, fáa mest av toski og flatfiski og eitt sindur av havtasku. Teir, sum eru á Rygginum, fáa  mest av toski og  smávegis av øðrum. - Trý línuskip eru til fiskiskap undir Íslandi. Eitt frystir veiðina umborð, og tvey eru á ísfiskaveiði. Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki, at línuskipini undir Íslandi koma heim at landa í hesi vikuni. Væntandi er tó, at trý línuskip, sum hava fiskað undir Føroyum, koma inn at landa í dag, og seinni í vikuni koma væntandi trý línuskip aftrat undan Føroyum. Um útlitini til útróður er at siga, at streymurin verður á einari leið fyrst í vikuni, men hann harðnar, sum vikan gongur. - Vit vænta tí ikki so nógvan útróðrarfisk í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Útróðrarbátarnir fáa tosk, hýsu og hvíting, og onkur fær eitt sindur av kalva. vilmund@sosialurin.fo Ovastevnan, sum verður hildin í Nólsoy leygardagin 15. august, fer nú “back to basic” og aftur til ta góðu, gomlu og hugnaligu ovastevnuna - uttan hegn Nýggjar samráðingar verða um norðhavssild aftur í september