Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. juni 2015 · Nr. 73 ítróttur Ein dagur saman við gull­ vinnarum og bronsu­vinnarum Talan gjørdist um trý góð gullmerki til Føroyar á fyrsta kappingardegnum á oyggjaleikunum á Jersey, men ein kann ikki lata verða við at iðra seg um, at tað ikki gjørdist seks gullmerki. Miðlahúsið prátaði við bæði gull- og bronsumerkivinnarar ígjár Heri Simonsen Føroyar eru veruliga komnar á talvuna við gull­ heiðurs­merkjunum hjá Karinu Ottosen í Triathlon, søgu­liga gullmerkinum hjá Torkili Veyhe í einkultstarti í súkkling, og gullmerkinum hjá Mariusi Joensen og Per E. Debes í liðkappingini í skeet í skjóting. Tó kann ein ikki lata verða við at iðra seg um, at talan ikki gjørd­ist um fimm ella seks gull­heiðurs­ merki ígjár. Hálvt marathon og Guðmundur Formaðurin fyri frælsa ítróttin í Føroyum, Hallur Holm og hinir leiðararnir fyri liðið hjá frælsa ítróttinum høvdu veruliga sett nøsina upp ímóti einum duppultum gull­heiðurs­merki í hálvum mara­thon. Serliga var vænt­ að, at Marna Egholm fór at gera ein vørr, og at hon saman við Bjørk kundi takað gullið heim í liðkappingini. Soleiðis skuldi ikki verða, Marna fekk hitaskjálvta og spýði, tá 13 kilometrar vóru runnir. Hon fekk tó mannað seg uppaftur, og kom á mál sum nummar níggju. Bjørk Herup Olsen kom inn á einum fimta plássi, og tað sá út til, at Føroyar fóru at draga svart í hálvum mara­ thon, men lukkutíð gjørdist talan um eitt bronsumerki í lið­kapp­ingini, sum var eitt gott plástur á sárið. – hevði eg bara havt ein kepp á høvd­inum, so hevði gingist øðrvísi, segði Marna Egholm aftaná. Jarnkvinnan Karina Eingin av triathlon–íðkar­ unum var meiri imponerandi enn føroyska Karina Ottosen. Tað tyktist okkum, sum hugdu eftir kappingini, sum hon var tann einasti íðkarin, sum kom á mál, og ikki var móður. Føroyska jarn­kvinnan, sum hevur tikið manga eina ironwoman- kapp­ing helt ikki triathlon á oyggja­leikunum verða ann­að enn eina upphiting til iron­ woman-kappingar, sum hon skal til í næstum. Hon var kort­ini ovurfegin um at hava um­boðað sítt land, og hava vunnið gull fyri Føroyar. Kletturin Torkil Júst sum vit høvdu prátað við Karinu rendi vit okkum í gullvinaran, Torkil Veyhe, sum er vorðin kletturin hjá før­oyskari súkkling. Við kapp­ingum og venjingum á høgum støði í Danmark hevur hann drigið sítt egna støðið, og støðið hjá før­ oyska súkklulandsliðnum upp á eitt hægri støðið. Og nú stendur Torkil, sum ein søgu­ligur føroyskur súkklari, tí hann, sum fyrsti føroyski súkklari nakrantíð hevur vunn­ið gull á oyggja­leik­ unum. – Tað er ein fantastisk kensla, staðfesti Torkil. Oyggjaleikir Karina Ottosen Myndir: Heri Simonsen