mánadagur 29. juni 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. juni 2015 · Nr. 73
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Oyggjaleikir
André Olsen
Sunnudagin var fyrsti dag
urin hjá føroysku luttakar
unum á oyggjaleikunum.
Áðrenn dagurin byrjaði,
høvdu tey flestu góðar vónir
til triathlon, har vit høvdu
tveir
sterkar
kandidatar
í Gudmundi Joensen og
Karinu Ottosen. Ein keðiligur
skaði til Gudmund Joensen
gjørdi tó, at hann mátti gev
ast at íðka, meðan ein annar
av
gull
kandidatunum,
Marna Egholm, sum rann
hálv marathon, eisini fekk
keðiligt forfall, tá hon small
um, eftir at hon hevði runnið
meir enn tveir triðingar.
Tó so, so høvdu vit eisini
nógvar jaligar upplivingar
tann fyrsta dagin, har vit
fingu tríggjar gull medaljur
og tvær bronsu medaljur.
Torkil vann
fyrsta gullið
Súkklarin, Torkil Veyhe, var
fyrsti føroyingurin at vinna
gull á oyggjaleikunum á
Jersey í 2015. Torkil Veyhe
vann
nevniliga
einkult
startin
hjá
monnum
í
súkkling.
Hann
súkklaði
35 kilometrar við tíðini 47
minuttir og 30 sekund. Torkil
Veyhe segði í samrøðu við
kringvarpið aftaná at hann
hevði vunnið gullið, at hetta
var nakað, sum hann hevði
arbeitt fyri í tvey ár.
Torkil segði.
– Eg endaði nummar 2 í
einkultstarti á Bermuda í
2013, og havi iðra meg síðani
tá, at eg ikki fekk fyrsta
plássið. Tí hevði eg sett mær
fyri áðrenn kappingina, at
eg skuldi enda sum nummar
eitt, so tað er ein fantastisk
kensla at hava vunnið gull í
einkultstarti.
Samanlagt fyri liðkapp
ingina,
gjørdist
Føroyar
nummar 3 í einkultstarti,
og vunnu tí bronsu. Hinir
sum súkklaðu fyri Føroyar
umframt Torkil Veyhe, vóru
Jóannes Albert Nielsen og
Dávur Magnussen.
Gull í triathlon
Undan kappingin sunnu
dagin, høvdu teir flestu
føroyingarnir
sum
heild
góðar vónir til at fáa gull
í triathlon. Bæði á mans
síðuni, og á kvinnusíðuni,
høvdu føroyingar sterkar
kandidatar.
Hjá monnunum var tað
Gudmundur Joensen, með
an hjá kvinnunum var tað
Karina Ottosen.
Tíverri fyri Føroyar, so
gjøgnumførdi Gudmundur
Joensen ikki sítt triathlon, av
tí at hann gjørdist skaddur
mitt undir kappingini. Tað
var serliga ein stórur trupul
leikari, at Gudmundur fekk
ov nógv vatn í lunguni,
meðan Gudmundur svam í
triathlon.
Betri gekk hjá Karinu
Ottosen, sum vann gull fyri
Føroyar í triathlon. Karina
svam fyrst 1500 metrar,
súkklaði 40 kilometrar og
rann
10
kilometrar.
Tað
gjørdi hon við tíðini 2 tímar
og 25 sekund.
Karina Ottosen segði eftir
kappingina, at talan var um
fantastiska kenslu, og at hon
ikki hevði vænta framman
undan, at hon fór at vinna
kappingina.
Svimjingin
gekk heldur ikki sum ætlað,
men at tað serliga var undir
súkklingini, at hon legði fleiri
av hinum kvinnunum aftur
um seg.
Eisini gull í
skeet-skjóting
Í liðkappingini í skeet-skjót
ing, gekk eisini væl hjá før
oysku luttakarunum. Teir
báðir, Marius F. Joensen og
Sámal E. Debes vunnu lið
kappingina í skeet, eftir at
teir samanlagt fingu 174 stig.
Serliga væl gekk tað hjá
Marius F. Joensen, sum fekk
mest stig av øllum í kapp
ingini. Hann fekk 94 stig,
meðan Sámal E. Debes fekk
80 stig.
Á øðrum plássið endaði
Áland, meðan Hetland end
aði sum nummar 3.
Marna small um
– men gjøgnumførdi
Tað luktaði leingi av heiðurs
merki
í
hálvmarathon
sunnumorgunin,
har
tað
leingi var líkt til at Marna
Egholm skuldi renna eitt gull
heiðursmerki til Føroyar.
Marna
Egholm
var
stóran part av kappingini
á odda, men á seinasta trið
inginum gekk galið. Eftir 12
kilometrar, small Marna um,
og hon spýði eisini. Hon kom
tó á føtur aftur, og gjøgnum
førdi hálvmarathon, men
ferðin var sett niður, og vann
tí ikki heiðursmerki.
Eisini Bjørk Herup Olsen
var nær við at røkka einum
heiðursmerki,
men
mátti
ístaðin taka til takkar við
einum fimta plássið.
Marna Egholm og Bjørk
Herup
Olsen
vunnu
tó
bronsu heiðursmerki í lið
kappingini í hálvmarathon.
Kurvabóltur fekk
sín elddóp
Sunnudagin spældi kurva
bóltslandsliðið hjá Føroyum
fyri fyrstu ferð nakrantíð ein
dyst á oyggjaleikum. Dyst
urin var ímóti Isle of Wight,
og føroyska liðið fekk seg
roynt beinavegin.
Nógva ferðin kom óvart
á føroysku leikararnar, sum
aftaná
fyrstu
perioduna,
vóru aftanfyri heili 38-5.
Føroyska liðið fótaði sær
tó, sum dysturin leið, og ser
liga væl gekk í tí næstu perio
duni, tá Isle of Wight einans
vann 20-13.
Samanlagt tapti føroyska
kurvabóltslandsliðið
tó
Vit vunnu tríggjar gull medaljur fyrsta dagin á oyggjaleikunum,
men tað sum situr eftir sum nakað óheppið, er, at
tveir gull kandidatar fingu óhepnar skaðar
Tríggjar gull
medaljur tann
fyrsta dagin