mánadagur 29. juni 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 29. juni 2015 · Nr. 73
ítróttur
Oyggjaleikir
greitt, tí Isle of Wight vann
dystin 99-35, eftir at hálv
leiksstøðan hevði 58-18.
Janus Jakobsen, ein av
leikarunum á kurvabólts
landsliðnum
segði
eftir
dystin, at tað serliga var tann
høga ferðin, ið kom óvart á.
– Kenslan er sjálvandi góð
eftir at hava spælt okkara
fyrsta landsdyst, men vit
vóru øgiliga ovfarnir av
tempo’inum í byrjanini. Teir
vóru nógv offensivari, enn
hvat vit eru vanir við at
venja, og tí buka teir okkum
av tað fyrstu perioduna. Eg
haldi tó at vit fóta okkum
betur sum dysturin líður, og
tann høga og ágangandi leik
ferðin, hevur avgjørt givið
okkum ein lærupening.
Flogbólturin fekk
lættar sigrar
Bæði kvinnurnar og menn
inir í flogbólti fingu sunnu
dagin lættar sigrar í sínum
dystum. Bæði liðini møttu
Isle of Man, og bæði liðini
vunnu sannførandi 3-0.
Serliga lætt var tað hjá
kvinnunum, sum vunnu tað
fyrsta og næsta settið ávíka
víst 25-1 og 25-2.
Tað skal tó sigast, at hetta
er fyrsta ferðin síðani 1985, at
Isle of Man aftur er umboðað
í kvinnuflogbólti. Ta ferðina
var Isle of Man sjálvt vertur,
og ta ferðina, var fyrsta
ferðin nakrantíð, at oyggja
leikirnir vóru hildnir.
Nýggi maðurin
spældi væl
Sunnumorgunin
var
lið
kapping í tennis á skránni.
Føroyar
spældu
ímóti
Bermuda, sum undan dyst
inum var ein stórur favoritt
ur í mun til Føroyar.
Men
føroyingar
góvu
tennis
leikarunum
frá
Bermuda tó beinavegin eina
ávaring, tí í fyrsta single
dystinum, vann okkara nýggi
maður, Nicholas Petersson,
ímóti
Gavin
Smith
úr
Bermuda.
Gavin
Smith
kom
á
Bermuda í hálvfinaluni í
single kappingini hjá monn
um, og hann var undan
oyggjaleikunum á Bermuda
í 2013, styrkismettur sum
nummar 2 til oyggjaleikirnar.
Men Føroyar reyk tó
út úr liðkappingini. Pætur
M. Dahl tapti seinni móti
David Thomas frá Bermuda,
meðan Nicholas Petersson
og Pætur M. Dahl eisini taptu
seinasta dystin í double móti
Bermuda.
Badminton landsliðið
í hálvfinaluni
Badminton landsliðið spældi
sunnudagin
tveir
dystir.
Fyrri dysturin var ímóti
Orkneyoyggjunum, og seinni
dysturin var móti Gibraltar.
Felags fyri báðar dystir
nar var, at Føroyar vann
lættliga 5-0.
Mánadagin skal badmint
on landsliðið spæla hálv
finalu ímóti Isle of Man. Teir
dystirnir byrja longu tíðliga
mánamorgunin.
Borðtennis og strandar
flogbóltur taptu sínar dystir
Í
borðtennis
spældu
føroyingar sunnudagin móti
Grønlandi í liðkappingini.
Føroyar tapti tíverri 6-1 móti
Grønlandi.
Einasti føroyingurin, ið
vann síni sett, var Henrietta
Nielsen, sum í kvinnusingle
vann 3-0 móti Arnannguaq
Lyberth.
Um 15 tíðina sunnudagin,
spældu føroyingar strandar
flogbólt. Dystirnir hjá monn
unum og kvinnunum vóru
leiktir í senn, har møðgurnar,
Randi og Anna Larsen um
boðaðu kvinnurnar, meðan
teir báðir fyrrverandi lands
liðsleikararnir í flogbólti,
Jóhan Petur á Stongum og
Ólavur Jensen umboðaðu
mennirnar.
Bæði menninir og kvinn
urnar fingu eina góða byrjan
uppá sínar dystir, men tað
var tó ov lítið, tí í báðum før
unum taptu føroyingarnir
sínar dystir 2-0.
Merkisvert var tó, at
Jóhan Petur og Ólavur vóru
á odda heili 19-14 í fyrsta
settið, men at teir allíkavæl
taptu 23-21.
Munurin á at spæla á
sandi og í einari vanligari
høll er tó stórur, har tað ser
liga er tungt at flyta seg á
sandi.
Samanumtikið
fingu
føroyingar
tríggjar
gull
medaljur tann fyrsta dagin á
oyggjaleikunum, meðan vit
fingu tvær bronsu medaljur.
Myndir: Sigmar Mørkøre