Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. juni 2015 · Nr. 73 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Oyggjaleikir André Olsen Í fagrastu summarlíkindum, vóru oyggjaleikirnir á Jersey leygarkvøldið settir. Siðbunda setanin, sum altíð er kvøldið fyri at leik­ irnir byrja, fór fram leygar­ kvøldið klokkan 19:00 á Howard Davis Park á Jersey. Vanligt er annars, at setanin altíð fer fram á ein­ um leikvølli fyri frælsan ítrótt, men so varð ikki hesa­ ferð. At setanin var í eini park, hevði við sær, at tað varð eitt sindur trongari fyri teir nógvu áskoðararnar. Men tað bilti tó ikki, og saman­umtikið riggaði setanin væl á Howard Davis Park. Setanin vardi á leið í tveir tímar, har teir føroysku lut­ tak­ararnir marsjeraðu inn sum nummar seks í røðini. Fremst við Merkinum í hond­ini gekk badminton leikarin, Brynhild Djurhuus Carlsson, meðan yngra systirin, Rannvá Djurhuus Carlsson, var tann, ið bar vatnið. Rannvá Djurhuus Carlsson fór til seinast upp á pallin við vatninum, har ein lut­takari frá hvørjum landið, stoytti vatn í eitt kar, sum er ein siðbundin traditión á oyggja­leikunum. Tá Føroyar marsjeraði inn, lósu vertirnir ymisk upp um Føroyar, og vístu myndir úr Føroyum. Millum annað vóru myndir av teimum før­oysku klæðunum, av sólar­myrkingini sum var í Føroyum í ár, og eisini var ein mynd úr landslagnum í Gása­dali víst. Veðrið til setanina leygar­ kvøldið var gott. Tíðliga leyg­ar­dagin var nógvur hiti á Jersey, har tað lá væl oman­fyri 20 stig. Tí var vænt­andi at tað kundi gerast eitt sindur heitt, á tí annars tronga, Howard Davis Park, men tíbetur fór sólin niður til setanina, soleiðis at tað ikki gjørdist ov heitt. Hitin til setanina lá um eini 15 stig. Til oyggjaleikirnar í ár, eru met nógvir luttakarar. Yvir 4000 luttakandi frá 24 oyggja­londum, er tað mesta, ið nakran­tíð hevur verið á oyggja­leik­unum. Samstundis eru tað tretivu ár síðani at oyggja­leikirnir vóru á skránni fyri fyrstu ferð, sum var í 1985. Lova hitabylgju Til oyggjaleikirnar á Jersey í ár spælir veðrið væl við. Veðurmenninir lova góð­ veður allar leikirnar, har tað skal vera serliga heitt týs­ dagin, tá hitin fer heilt upp ímóti 30 stigum. Annars kemur hitin allar hinar dagarnar eisini at liggja um eini 20 stig, sum helst hóskar betur til okk­ ara ítróttarfólk, sum eru von við heldur kaldari veðurlag. Serliga fyri ítróttar­grein­ar­ nar, ið eru uttandura, kann veðrið hava stóra ávirkan. andre@sosialurin.fo Siðbundna setanin av oyggjaleikunum fór fram á Howard David Park á Jersey leygarkvøldið, har tað í ár eru met nógv luttakandi. Ongantíð áður hava so nógvir íðkarar verið á oyggja­ leikum, sum tað eru á Jersey í 2015 Oyggjaleikirnir settir