Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. juni 2015 · Nr. 73 ítróttur Oyggjaleikir í fagrastu líkindum Serligt við setanini leygarkvøldið var eisini, at tað var ein minningarløta fyri at minnast teir báðar føroyingarnar, Høgna Carlsson og Vilhjálm Gregoriussen, sum á syrgi­ligasta hátt, lótu lív eftir seinastu oyggja­leik­ irnar á Bermuda. Tað var gjørt soleiðis, at øll fólkini á Howard Davis Park reistu seg upp at klappa fyri at minnast teir báðar, meðan ein mynd av teimum báðum var víst á einum stórskermi. Ein virð­ilig og rørandi løta. Tað var eisini serligt, at tær báðar døtrarnar hjá Høgna Carlsson, Brynhild Djurhuus Carlsson og Rannvá Djurhuus Carlsson, vóru teir føroysku íðkararnir, ið ávíka­víst bóru Merkið og vatnið, tá teir føroysku lut­takararnir marsjeraðu inn. andre@sosialurin.fo Mintust Høgna Carlsson og Vilhjálm Gregoriussen Myndir: Sigmar Mørkøre