Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. juni 2015 · Nr. 73 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jóannes Hansen Tað gongur upp, og tað gong­ ur niður í kappróðr­inum. Við­hvørt eru summi feløg og pláss á toppinum, og so eru tey í dalinum, meðan onnur taka seg fram. Tað sæst á talinum á manningum, sum taka lut, og tað sæst aftur í tal­inum á sigrum. Tað felagið, sum eigur flestar sigrar og flest FM heiti av øllum, er Havnar Róðrar­ felag. Seinnu árini hevur tað verið soltið hjá størsta høvuðs­staðar­felagnum, sum hevur verið í skugganum av teimum á Argjum og av Róðrarfelagnum Knørri. Nú tykist aftur at ganga rætta vegin hjá HR. Á jóan­ søku á Tvøroyri leygar­dagin eydnaðist tað einum av hvítu bátunum við dreka­stevni at vinna fyri fyrstu ferð í ár. Tað var Sílið við dreingja­ manning. Sámal Hansen smíðaði felagnum henda bátin undan hesum kapp­ ingar­árinum, og leygardagin eydnaðist tað dreingjunum at vinna fyri fyrstu ferð í nýggja bátinum. Tað kiksaði við tíðunum í hesi kappingini. Tí eru tølini ikki tøk, sum siga, hvussu sann­førandi sigurin var. Sílið sprakk avstað, og Sílið var fremst á øllum kilo­ metrinum, sum tað verður kappast. Onkra løtuna var leyst aftur til avbjóðararnar, Tjaldrið og Frúnna, og onkra løtu var munurin ein hálv bátslongd ella so. Einasti bátur hjá HR, sum í fjør vann, var gentubáturin Drekin, sum var fyrstur á mál bæði á sundalagsstevnu og á eystanstevnu. Tey seinnu árini hava dreingirnir fyri tað mesta mannað Drekan, sum vann FM bæði í 2012 og 2013. Tað skal leitast aftur til 2008 fyri at finna síðsta sigurin hjá Sílinum við dreingja­manning. Tað árið vann Sílið allar róðrarnar og harvið FM heitið. Í FM kappingini er tað púra opið. Tað eru trý stig frá Frúnni og aftur til Tjaldrið og Sílið. Stórur dagur á Argjum Tað var vorðin sum jóan­ søku­róður hjá Argja Róðrar­ felag. Á kvinnusíðuni hev­ur tað onkuntíð hilnast betri, enn tað ger í ár hjá reyðu bátunum. Men á mann­ fólka­síðuni er felagið við at gera ein sovornan vørr, sum argjamenn ongantíð áður hava gjørt, og sum tað er sera langt ímillum í kapp­ róðr­inum sum heild. Einki 8-mannafar hevur vunnið so nógv, sum Argja­ báturin hevur. Aftur í ár er Argjabáturin við í FM kapp­ingini. Í góðveðrinum á Trongisvágsfirði leygardagin var tað aftur sera tætt og spenn­andi millum Argja­ bátin og Heiðabátin, og hesa­ ferð blandaðu vágbingar um­ borð á Tofta Regini seg eina góða løtu uppaftur meiri uppí, enn teir hava gjørt fyrr í ár. Argjabáturin og Heiða­ báturin skiftust um at vera fremstir, og tá ið teir fóru skúmandi fram ímóti mál­ inum var tað stavn um stavn og harvið skot um skot. Tíðarmunurin var Argja­ bárinum 10/25 av einum sekundi til fyrimunar ella minni enn eitt hálvt sekund. Tvífaldir FM favorittar Í kappingini millum 10-manna­førini var tað eisini øgiligur spenningur, og eisini í tí kappingini endaði tað við, at argjamenn vunnu. Oftast er tað soleiðis, at tá ið 10-mannafarið stendur seg væl, so vignast tað ikki so væl hjá 8-mannafarinum, og tá ið 8-mannafarið stendur seg væl, so vignast tað ikki so væl hjá 10-mannafarinum. Tað er altso ikki so ofta, at bæði 8-mannafarið og 10-mannafarið hjá sama felag standa seg væl í sama róðrar­ári og á somu stevnu. Argjabáturin og Drekin Reyði vunnu báðir leygar­ dagin. Tað skal leitast aftur til 2007 fyri at finna dømi um, tá ið bátar hjá sama felag vunnu bæði kappingina millum 8-mannaførini og 10-manna­førini, og tað er vorðið sum dømi: Í 2007 var Kappróðrar­ felagið NSÍ á aldukambinum. Eysturoyingur vann FM við fullum stigatali í kappingini millum 10-mannaførini, og Heiðabáturin vann kapp­ ingina um FM við fullum stigatali í kappingini millum 8-mannaførini. Tað man fara at verða seinur dagur, at tað fer at eydnast nøkrum felag at endurtaka átta ára gamla bragdið hjá gulu bátunum á Glyvrum, men harfyri tekur tað einki frá argjamonnum, sum leygardagin stóðu seg so væl, og sum nú eru favo­rittar at endurvinna FM í kapp­ ingini millum 10-manna­ førini og at vinna FM í kapping­ini millum 8-manna­ førini, sum teir so ofta áður hava ognað sær. Øgiliga kappingin Tað er ógvuliga sjáldan, at tað kemur fyri, at tað er so tætt millum fleiri bátar í kapp­ingini millum 10-manna­førini, sum tað var á jóan­søku hesaferð. Drekin Reyði og Havnar­ báturin og í eina lítla løtu Klaksvíkingur skiftust um at vera fremstir. Eina løtu hevði Drekin Reyði hug til at fara tað mesta av einari bátslongd framum hinar, men tað slitnaði ongantíð sundur, og fram ímóti mál­ inum hevði tað orduliga hug at tódna aftur. Drekin Reyði var fyrstur á mál, og honum næstur var Havnarbáturin, sum harvið fyri fyrstu ferð í ár var næst­fyrstur, og sum harvið undirstrikaði, at møguleikin ikki skal avskrivast fyri, at Havnar­báturin kanska fer at vinna onkran róður í summar. Hjá Klaksvíkingi stemm­ aði tað leingi ikki, sum tað hevur gjørt fyrr í summar. Á seinastu hálvthundrað metr­unum munaðu tøkini hjá klaksvíkingum betri, enn tey gjørdu hjá kappingar­ neytunum, og tað var minni enn eitt hálvt sekund frá Klaksvíkingi og fram til Drekan Reyða, og tá var Havnar­báturin ímillum teir! Í FM kappingini er Drekin Reyði nú trý stig framman­ fyri Klaksvíking, sum nú At bæði 8-mannafarið og 10-mannafarið hjá sama felag vinnur á somu stevnu er ikki komið fyri síðani í 2007, tá ið Eysturoyingur var upp á tað besta Tað eru knotur í argja­monnum Jóansøkuróður kappróður