Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. juni 2015 · Nr. 73 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen So var kvotan uppi hjá NSÍ. Fýra tær seinastu ferðirnar er tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku. Eftir tap á heimavølli ímóti Víkingi hava úrslitini verið javn­ leikir ímóti HB, TB og KÍ. Fríggja­kvøldið endaði undir­ haldandi og intensa upp­ gerðin í Klaksvík 3-3, og so misti NSÍ oddasessin, sum Trygvi Mortensen og hans­ ara menn hava sitið í síðani kappingar­byrjan fyri fýra mánaðum síðani. FM vinnararnir á toppinum Meistararnir í B36 vunnu fríggjakvøldið 3-1 á Argjum. Tað ber við sær, at B36 er topp­lið, nú kappingin er í summar­frí fram til á ólav­ søku. Eyðun Klakstein hevur ongan­tíð vunnið FM í fremstu røð – hvørki sum spælari ella venjari. Í ár er hann venjari hjá B36, sum ongan­tíð hevur vunnið FM árið eftir, at árstalsfelagið hevur verið meistari. Nú er B36 tvey stig undan NSÍ. Tað eru trý stig aftur til Víking, og tað eru seks stig aftur til HB. Tað letur til, at tú og B36 eru á veg at megna tað, sum tú og felagið ikki hava megnað áður? – Tað er tætt í toppinum, og tað rokni eg við, at tað fer at vera fram til kappingarlok. Hetta er ein góð kensla, nú vit halda frí frá landskappingini og fyrireika okkum til av­ bjóð­ingina í europeisku meistara­kappingini, og sjálv­ andi fegnast vit um, at støðu­ talvan sær út, sum hon ger, sigur B36 venjarin. Á Argjum eydnaðist tað fram ímóti dystarenda B36 at skora tvær ferðir, og harvið end­aði tað við 3-1 sigri ímóti AB, sum framvegis ikki hev­ ur vunnið. – AB var væl við eina løtu undan steðginum, tá ið tað eydnaðist heimaliðnum at javna. Men sum 2. hálvleikur leið, høvdu vit greiða yvir­ vág. Spælið var betri og meiri tolið, enn tað hevur verið ofta fyrr í ár, og tað var av­leiðing av hesum, at tað eydnaðist at vinna øll stigini. At tað ikki glapp fyrr­ enn í síðstu løtu ger bara, at fagnað­urin er tað størri, sigur Eyðun Klakstein. B36 venjarin ásannar, at tað stendur illa til við fólki, og hann rósar teimum, sum nú hava fingið møguleikan, tí aðrir eru skaddir: – Lukasz Cieslewicz hevur ofta ornað paragraffirnar fyri okkum. Ímóti AB var hann leikbannaður, men so vóru tað aðrir, sum lyftu ábyrgd­ina. Høgni Eysturoy, sum er vongverji í høgru, skoraði tvær ferðir. Róaldur Jakobsen spældi betri, enn hann leingi hevur gjørt, Hans Pauli Samuelsen var sera eyðsýndur, og ungu menn­inir stóðu seg væl. Vit kunnu ikki vera annað enn nøgdir, og nú vóna vit, at teir, sum hava verið illa skaða­ darv­aðir, fara at koma fyri seg aftur. Tað mesta verður í Gundadali Sammett við í fjør er úrtøkan hjá B36 minni í ár, enn hon var í fjør. Eftir 17 umfør í fjør var úrtøkan 40 stig. Nú er hon 36. Í fjør var HB næst­ fremst eftir 17 umfør við 33 stigum, og Víkingur var á triðja plássi við 30 stig­ um. Nú hevur NSÍ 34 stig, Víkingur hevur 33 stig, og HB hevur 30 stig. – Eg rokni við, at vit eftir summarsteðgin fara at síggja NSÍ við nýggjum íblástri. Víkingur hevur nógvu tær seinastu ferðirnar víst, at liðið er nóg væl fyri at vera við í FM kappingini, og hóast tað ikki gekk so væl hjá HB í Gøtu, so eri eg vísur í, at HB verður við í FM stríðnum, heldur B36 venjarin. Tað eru tíggju umfør eftir í landskappingini, og tað er merkisvert, at hjá B36 verður tað fyrst og fremst í Gunda­ dali, at tað frá á ólavsøku og tveir mánaðir fram fer at verða kappast um stigini, sum kunnu bera fyrsta FM heitið til Eyðun Klakstein við sær, og at tað fyri fyrstu ferð skal eydnast B36 at endur­vinna FM árið eftir, at meistara­heitið er vunnið. Eftir summarsteðgin skal B36 bara tríggjar ferðir út á bygd – til Klaksvíkar, Fuglafirðar og norður til Margáir. Eingin túrur til Suður­oyar er eftir, NSÍ í Runavík er liðugt fyri í ár, og tað er Víkingur í Sarpugerði eisini. B36 fyrimunurin av heima­vøllinum er størri, enn hann er tað hjá kappingar­ neyt­unum: HB skal fýra ferðir út at ferðast – til Klaks­víkar, Fuglafirðar, Runa­víkar og til Gøtu. NSÍ skal eftir summarsteðgin spæla fimm ferðir á útivølli – AB, B36, Víkingur, TB og AB. Og Víkingur skal fýra ferðir úr Sarpu­gerði – AB, B36, EB/ Streymur og TB. – Hjá okkum snýr tað seg um at hava fokus á næstu avbjóðingini. Tað eru ikki stundir at rinda møðina. Nú taka vit altjóða dystirnar, og so verður stutt til ólavsøku, stað­festir Eyðun Klakstein Heilt skeivur hugburður Fríggjakvøldið vann Víking­ ur 3-0 í Sarpugerði ímóti HB. Hetta var størsta HB tapið í lands­kappingin í ár. Mun­ urin á avrikunum var so mikið stórur, at tað minti um, at tað vóru menn á Víkinga lið­num, sum spældu ímóti ung­ling­um ella dreingjum á HB liðnum. HB liðformaðurn Fróði Benjaminsen og Andrew av Fløtum vóru ikki førir fyri at spæla, og Arnbjørn Hansen kom ikki á vøllin fyrr­enn í 2. hálvleiki. Hetta kom sjálv­ andi illa við. Men tað kendist órógvandi, at hugburðurin hjá teimum HB spælarunum, sum vóru á vøllinum, var so jánkaligur. HB venjarin Heðin Askham var alt annað enn nøgdur: – Tað er undir alt lág­ mark, at liðið ikki vísir betri hugburð og størri stríðs­vilja. Tað var lagt upp til spenn­ andi uppgerð, har so nógv stóð upp á spæl. Við­halds­ fólk eru í stórum tali komin til Gøtu at fylgja við og stuðla, og so avrika vit ikki meiri enn hetta. Vit vunnu ikki nær­dystirnar, og spæl­ arar­nir arbeiddu ov lítið fyri hvørjum øðrum. Tá ber ikki til at vinna ímóti Víkingi, stað­festir HB venjarin. Sigfríður Clementsen rósar sínum monnum fyri 3-0 sigurin og avrikið: – Hetta var fjórði sigurin á rað, og síðani 3-2 tapið í Klaksvík hava vit vunnið 19 stig burtur úr sjey dystum. Nú er tað so mikið stutt til toppin, at vit vita, at tað er møgu­leiki hjá okkum at vera við í kappingini um FM, og harvið eru vit har, sum vit undan kappingarbyrjan søgdu, at vit ætlaðu okkum at vera. Í kvøld vóru vit nógv betri enn HB í øllum lutum, og vit áttu at havt vunnið meiri, enn vit gjørdu. Vónsviknir klaksvíkingar Í Klaksvík var tað undirhald fyri allar pengarnar, tá ið tað endaði 3-3 millum KÍ og NSÍ. Heimaliðið var frammanfyri bæði 1-0 og 2-1, men í 2. hálvleiki var KÍ um at missa alt á gólvið, tá ið NSÍ legði seg framum 3-2. Eftir at Henry Heinesen átjan minuttir undan dystarenda javnaði til 3-3 við brotssparki var tað sera intenst og spennandi. – Vit eru vónbrotnir. Bæði í Gundadali ímóti B36, tá ið vit taptu 2-1, og aftur í kvøld vóru vit leikliga omaná, og spæl­ararnir eiga alt rós fyri hug­burð og gott spæl, men vit mugu enn einaferð stað­festa, at vit hava ilt við at vinna úrtøku burturúr góðum møguleikum, stað­ festir Símun Joensen, hjálpar­venjarin hjá KÍ, sum fríggja­kvøldið hevði høvuðs­ábyrgdina, tí Mikkjal Thomassen var í karantenu. Magnus H. Olsen, fram­ rættaði NSÍ miðvallarin, sum beinan­vegin eftir steðgin javnaði til 2-2, heldur, at tað kundi koppað báðar vegir: – Vit svaraðu aftur tvær ferðir, eftir at teir høvdu lagt seg framum. Tá ið innskifti Jónhard Frederiksberg mið­ skeiðis í 2. hálvleiki hevði lagt okkum framum 3-2, áttu vit at havt hildið tørn, og tá høvdu vit møguleikar at økja um leiðsluna. Tað eydnaðist ikki, og tá ið vit síggja dystin sum eina heild, so var tað ikki burturvið, at tað endaði við javnleiki. Tá ið Heðin Klakstein við langskoti legði KÍ framum 1-0, sá NSÍ málverjin ikki heilt sakleysur út. KÍ verj­an var ikki ansin, tá ið Klæmint A. Olsen, eftir fínt innlegg úr vinstru frá Árna Frederiks­ berg, við handara stólpa og Eg kenni einki trýst á mær, sigur venjarin hjá toppliðnum, sum bara tríggjar ferðir skal úr Gundadali eftir summarsteðgin, tá ið B36 hevur møguleika fyri fyrstu ferð nakrantíð at endurvinna FM heitið árið eftir, at FM er vunnið B36 skal bara tríggjar ferðir úr Gundadali Páll Lervig fc Suðuroy Harmuligt ikki at fáa 3 stig, tá tit vóru so nær við FC.Suðuroy. Men 1 stig er ílagi á útivølli. Kundi eisini verið verri um ÍF skoraði uppá straffi sum teir fingu. fjepparin Petur Asbjørn Lervig víkingur Til tíðir var tað sum at síggja menn spæla ímótir smádreingjum. Vit vístu hvar skápi skuldi standa. Havi sagt tað fyrr og sigi tad aftur: KLASSI, KLASSI og aftur KLASSI. Nú má alt fótbólts føroyar fara út á Toftir at taka ímótir Rosenborg. Alt ber til og tað vístu vit í fjørð, vónandi klára vit at endurtaka bragdi. WLYV fjepparin Jan B. Antonioussen nsí Eftir umstøðunum var ein javnleikur nokk nøktandi, men vit mugu til at vinna aftur, um vit skulu halda fram at vera við í stuttliga endanum! Vil annars ynskja øllum ein góðan summarsteðg, og góða eydnu til liðini, ið hava dystir í euro- og champions league! Vit koma sterkt aftur aftaná steðgin! Góðir! fjepparin Kristian Joensen kí Eg eri so óður við dómarnar beint nú, best er at tiga um tað.. Men eg haldi tað sigur nógv um føroyskan fótbólt, at NSÍ liggur í toppinum. Teir fingu try mál, men skaptu ikki ein skid! KÍ var so raðuliga nógv tað betra liði. KOYR á KÍ fjepparin