Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. juni 2015 · Nr. 73 ítróttur við høvdinum skoraði til 1-1 og harvið lyfti máltindin upp á 17. NSÍ verjuspælið var ikki sannførandi, tá ið Kenan Hajdarevic við høvd­inum legði KÍ framum aftur, og tað var vánaligt KÍ verju­spæl, tá ið NSÍ eftir skjótt inn­kast í vinstru og flatt inn­legg skoraði til 3-2. Málskjútti ta ferðina var Jónhard Frederiks­berg. TB sigraði á jóansøku Jóansøkan var góð hjá teim­ um á Tvøroyri. Firvaldur við gentum og Tvørabáturin við monnum sigraðu seinna­ partin leygardagin, og leygar­kvøldið vann TB 3-2 við Stórá ímóti EB/Streymi. Úrslitið ber við sær, at TB nú hevur lagt seg upp á síðuna av ÍF í kappingini um sætta plássið, meðan tað sær heilt illa út hjá EB/Streymi, sum er í heilt stórum vanda fyri at flyta niður. 3-2 kundi bent á, at talan var um tepran sigur, men tað var ikki fyrrenn í síðstu sekund­unum, at Andras Olsen, verjuspælarin, sum hesa ferð var í álopinum, pynt­aði um fyri EB/Streym. TB var leikliga omaná, men tað var hvøkkur, tá ið Niels Pauli Danielsen stutt undan steðg­inum javnaði leiðsluna, sum vong­verjin í høgru Carl Mikkjal Bech hevði givið heima­liðnum. Hetta var fyrstu ferð, at Carl M. Bech skoraði fyri besta TB liðið. Skaðadarvaði Albert Adu varð skiftur inn eftir steðgin, og hann legði beinan­vegin TB framum aftur við høvdinum. Teitur Justinussen, sum aftur hesa­ ferð var fremsti maður hjá TB, skoraði við høvdinum til 3-1. Tá var spurningurin bara, hvussu trivaligur heima­ sigurin fór at verða. Spældu fyri lívinum Hóskvøldið var tað spenn­ ingur fyri allar pengarnar, tá ið ÍF og FC Suðuroy spældu í Gøtu, og úrslitið var 3-3. Fyri aðru ferð í ár eydn­ aðist tað FC Suðuroy at vinna úrtøku á útivølli ímóti ÍF. Á krossmessu endaði tað 3-2 til FC Suðuroy í Fugla­ firði. Dánjal á Lakjuni, sum sein­astu tíðina ikki hevur fingið nógvar møguleikar á ÍF liðnum, var fremsti mað­ ur, og hann skoraði ein­asta málið í 1. hálvleiki, eftir at Clayton Soares hevði spælt hann leysan. FC Suðuroy legði nógv fyri í deyðbóltum, og í slíkari støðu javnaði miðverjin Valerian við høvdinum. Ari Ó. Ellingsgaard hjá ÍF mis­ nýtti brotsspark, og so legði Jón Krosslá Poulsen, sum eftir steðgin kom á vøllin í staðin fyri skadda Palla Augustinussen, gestir­nar framum. Sera hegnisliga megnaði Jón K. Poulsen at halda tveir av mótstøðu­ monn­unum aftanfyri seg. Tá restaðu 20 minuttir. Bæði liðini stríddust nógv. Eftir fríspæling frá Nenasd Saric javnaði Clayton Soares. Mamuka legði FC Suðuroy aftur á sigurskós eftir horna, og innskifti Adeshina Lawal javnði til 3-3, eftir at Karl Løkin hevði lagt horna innfyri úr vinstru, og mið­verjin Poul Nolsøe Mikkelsen hevði snittað bóltin víðari. – Um vit vóru hepnir, so kundu vit vunnið. Um vit vóru óhepnir, so høvdu vit einki stig fingið, staðfestir FC Suðuroy venjarin Jón Pauli Olsen, og hann heldur fram: – Tá ið havt verður í huga, hvussu skaðadarvaðir vit hava verið, so kunnu vit vera nøgdir við avrikini og úr­tøk­una higartil. Ætlanin er at styrkja um framrættaða partin í summarsteðginum, men vit bíða við at siga meiri ítøkiligt um tað, sigur FC Suðuroy venjarin, sum av­gjørt roknar við, at FC Suðuroy eisini í 2016 verður í fremstu deildini. joannes@sosialurin.fo fótbóltur TB - EB/Streymur 3-2 (1-1) 1-0: Carl Mikkjal Bech 16. 1-1: Niels Pauli Danielsen 35. 2-1: Albert Adu 60. 3-1: Teitur Justinussen 88. 3-2: Andras Olsen 94. Dómari: Páll Augustinussen TB: Ivan Stojkovic – Carl Mikkjal Bech ■, Reynir Magnússon, Teitur Olsen, Andri Freyr Björnsson – Martin Tausen, Heine Mortensen (Albert Adu, 51.) – Patrik Johannesen (Ragnar Joensen, 88.), Rógvi Joensen ■, Eirikur Magnusarson Ellendersen (Heini Mikal Mortensen, 75. ■) – Teitur Justinussen EB/Streymur: Jákup Andrias Hansen - Ragnar Danielsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Árni G. Olsen – Niels Pauli Danielsen, Brian Olsen (Hanus Olsen, 79.), Ólavur F. Eidesgaard (Rói H. Olsen, 23. ■), Rógvi E. Nielsen, Jens Michael Jensen (Rasmus Dan Sørensen, 64.) - Andras Olsen AB - B36 1-3 (1-1) 0-1: Høgni Eysturoy 7. 1-1: Jógvan Skeel Nolsøe 39. 1-2: Høgni Eysturoy 89. 1-3: Róaldur Jakobsen 90. Dómari: Rúni Gaardbo AB: Niklas Thomsen – Andras B. Vágsheyg, Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen ■ – Kári Nielsen, Mikkjal Hentze (Hørður M. Mohr, 14.) – Álvur F. Christiansen, Jobin Drangastein ■, Kristin R. Mouritsen ■ (Bjartur Kjærbo, 73.) – Jógvan Skeel Nolsøe (Karstin Højgaard, 80.) B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø (Gestur B. Dam, 20. ■), Benjamin Heinesen – Róaldur Jakobsen, Eli Falkvard Nielsen ■ – Jákup á Borg (Pætur Petersen, 67.), Hanus Thorleifsson, Hans Pauli Samuelsen – Ibrahima Camara ■ ÍF - FC Suðuroy 3-3 (1-0) 1-0: Dánjal á Lakjuni 30. 1-1: Valerian Iobashvili 52. 1-2: Jón Krosslá Poulsen 70. 2-2: Clayton Soares 72. 2-3: Mamuka 80. 3-3: Adeshina Lawal 86. Dómari: Lars Múller ÍF: Hallgím Gregersen Hansen – Leivur Joensen, Áki Petersen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard (Kristoffur Jakobsen, 75.) – Karl Løkin, Nenad Saric – Andy Ó. Olsen (Fritleif í Lambanum, 39.), Clayton Soares, Ari Ó. Ellingsgaard (Adeshina Lawal, 67.) – Dánjal á Lakjuni FC Suðuroy: Rani Nolsøe Johannesen – Dánjal Godtfred (Christian Ibeagha, 85.), Valerian Iobashvili ■, Heini Bech, Tóki Mortensen ■ (Teitur Mortensen, 70.) – Salmundur Bech ■, Høgni Madsen ■ – Búi Egilsson, John Tordar Poulsen, Palli Augustinussen (Jón Krosslá Poulsen, 46.) - Mamuka Víkingur - HB 3-0 (2-0) 1-0: Gunnar Vatnhamar 32. 2-0: Heðin Hansen 35. 3-0: Atli Gregersen 66. Dómari: Alex Troleis Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen ■, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, Philip Djordjevic ■ (Hjartvard Hansen, 85.) – Andreas Lava Olsen (Gert Hansen, 75.), Finnur Justinussen HB: Teitur Matras Gestsson ■ – Jógvan Rói Davidsen ■, Jóhan Troest Davidsen (Arnbjørn Hansen, 70.), Gunnar Haraldsen (Rógvi S. Holm, 46.), Alex José dos Santos – Bartal Wardum (Poul Ingason, 46. ■), Heini Vatnsdal – Christian R. Mouritsen, René S. Joensen, Levi Hanssen – Adrian Justinussen KÍ - NSÍ 3-3 (2-1) 1-0: Heðin Klakstein 5. 1-1: Klæmint A. Olsen 12. 2-1: Kenan Hajdarevic 27. 2-2: Magnus H. Olsen 47. 2-3: Jónhard Frederiksberg 63. 3-3: Henry Heinesen br 72. Dómari: Petur Reinert KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Ndende Adama Guéye (Mayowa Oladele Alli, 49.), Ísak Simonsen – Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Jákup B. Andreasen, Heðin Klakstein ■ (Heðin á Lakjuni, 86.) – Jóannes Bjartalíð ■, Kenan Hajdarevic ■ NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Per Langgaard, Monrad Holm Jakobsen (Haraldur R. Højgaard, 53. ■), Einar Tróndargjógv – Jens Joensen ■, Pól Jóhannus Justinussen – Jann Martin Mortensen (Jónhard Frederiksberg, 60.), Magnus H. Olsen, Árni Frederiksberg ■* (Meinhard E. Olsen, 72.) – Klæmint A. Olsen * Árni Frederiksberg 86. (beinleiðis reytt) á beinkinum  Rógvi Dam EB/Streymur Eitt er, at kappróðrar bátarnir hjá FSR vunnu. Men, at TB skal eisini vinna á EB/Streymi er for nógv av tí góða. Vit koma stert aftur til næsta dyst. Saman standa vit sterk fjepparin hagtøl 17. umfar Sæbjørn Leiti íf Aftur 3-3 á heima vølli ( í gøtu ) tað er ikki gott nok tá í man vil liggja í ovara partinum á stiga talvuni, men vit muga bara koma sterkt aftur. Koyr á ÍF fjepparin Allan Smedemark tb Jóansøkan gekk akkurát sum hon skuldi! Bátarnir hjá FSR vunnu allir og 3 stig á kontoina aftrat til TB! Spennandi verður um nakar styrkur kemur aftrat í summarstøðgin? fjepparin Allan Enghamar hb Vóru yvir-matchaðir í øllum partum av einum fótbóltsdysti, so ikki meir enn fair at vit verða hólvaðir av. Vit hava nokk at arbeiða við inntil kappingin byrjar aftur. fjepparin Effo-deildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 17 10 6 1 36 18 +18 36 2 NSÍ 17 10 4 3 47 25 +22 34 3 Víkingur 17 9 6 2 44 23 +21 33 4 HB 17 8 6 3 25 19 +6 30 5 KÍ 17 7 4 6 29 25 +4 25 6 ÍF 17 4 8 5 28 28 0 20 7 TB 17 4 8 5 23 23 0 20 8 FC Suðuroy 17 4 2 11 24 46 -22 14 9 AB 17 0 9 8 16 30 -14 9 10 EB/Streymur 17 1 3 13 14 49 -35 6 Lissi Mouritsen B36 Because we're worth it Need i say more Perfect summer holiday fjepparin Myndir: Álvur Haraldsen