Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. juni 2015 · Nr. 73 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tað endaði 13-1 til toppin Trý tey fremstu vunnu trivaligar sigrar,og harvið eru tað framvegis tríggir avbjóðarar til tey bæði plássini, sum bera uppflyting við sær Jóannes Hansen Tað lagaði seg soleiðis, sum tað út frá støðutalvuni kundi roknast við, tá ið seytjanda umfar í næstbestu fót­ bólts­deildini var á skránni leygar­dagin. Tey trý ovastu á støðutalvuni – Skála, 07 Vestur og B68 – áttu øll heima­vøll. Tískil vóru tey greiðir favorittar, og tey vunnu øll stivaligar sigrar. Skála er framvegis greitt topp­lið. Tað eru tíggju umfør eftir, og harvið eru tað fram­ vegis 30 stig eftir at spæla um. Skála er níggju stig framman­fyri B68, sum er á triðja plássi. Tí skal tað vilja ógvuliga illa við hjá teimum á Skála, um teirra lið eftir eitt ára steðg í næstbestu deildini ikki longu næsta ár aftur verður partur av bestu deildini. Teir næstbestu hjá NSÍ vitjaðu á Skála, og har var eingin ivi. Jákup Johansen skoraði tvey mál í 1. hálvleiki. Beinanvegin eftir steðgin økti toppskjúttin Brian Jacobsen, og so var tað greitt, at NSÍ einki fór at fáa til hús aftur við sær. 07 Vestur var stór­favo­ rittur á heimavøllinum á Valloyrini í Sandavági, har grann­ar­nir í MB vitjaðu. At tað endaði 4-0 sigur, at tað var ikki spenningur um úrs­ litið, men gongdin sigur, at tað var meiri striltið, enn tað varð roknað við. Ein tími var farin, áðrenn heimaliðið økti til 2-0, og sigurin varð ikki heilt sligin fastur fyrr­ enn tíggju teir seinastu min­ uttirnar. Størsta skrædlið í hes­um umfarinum var á Svanga­ skarði, har B68 vann 6-1 ímóti B71. Eingin ivi var um, at heimaliðið var greitt omaná. Fyrrverandi lands­liðs­ spælarin Jann Ingi Petersen var sera eyð­sýndur. Hann skoraði trý av B68 málunum, og so rund­aði hann av við at vera meistari fyri sjálv­mál­ inum og harvið fyri, at B71 ikki fór av Svanga­skarði við einum eggi, sum tað verður tikið til í tennis­spæl­inum. Tað var merkisvert, at tríggir spælarar vórðu vístir av vøllinum. Stórur hálvur tími var farin, tá ið B68 mál­verjin, Petur Meinhard Magnussen, noydd­ist av vøllinum. Tá fór lið­for­mað­ urin Jóhan Dávur Højgaard at verja málið. Tá ið B68 varð undir­mann­ að, vísti máltalvan 2-0. B68 økti um munin í 65. minutti. Tríggjar minuttir seinni sá Bjørgfinnur Winther hjá B71 gult fyri aðru ferð, og so gekk tað skjótt við málskjótingini. Síðsta lítla korterið vóru bara níggju sandoyingar á vøllinum, tí Gunnar Lydersen sá reytt í 78. minutti. Síðstu vikurnar hevur tað gingið sum eftir ánni hjá teimum næstbestu hjá KÍ, sum eru á fjórða plássi. Leygar­dagin vóru klaks­ víkingar gestir í Gundadali hjá teimum næstbestu í B36. Tað var sera tætt, og tað end­aði við 1-0 sigri til klaks­ víkingar, sum harvið hava vunnið seks ferðir á rað. Einsa­malla málið skoraði 16 ára gamli Jóanis V. Petersen, tá ið ein lítil tími var farin. Tað hevur vignast væl hjá teimum næstbestu hjá AB, og soleiðis var tað eisini leygar­dagin. AB var í Leirvík, og argjamenn fóru suður aftur við sannførandi 3-1 sigri. Tá ið ein tími var farin, var 3-0 til AB. Andras Dalbø minkaði um munin í síðsta minutti. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár. Víkingur er eitt stig framman­fyri B36, sum saman við MB er undir niður­flytingar­strikuni. Tvey umfør eru á skránni, áðrenn 1. deild fer í summar­ frí: Týskvøldið: B71-07 Vestur. Mikukvøldið: KÍ-Víkingur, NSÍ-B36, AB-B68 og MB- Skála. Fríggjakvøldið: Skála-KÍ. Leygardagin: AB-B71, B68- MB og B36-Víkingur. Longu 28. apríl vann 07 Vestur 2-1 á heimavølli ímóti NSÍ í fram­ skundaðum dysti, sum upp­ runaliga varð ásettur at vera 4. juli. joannes@sosialurin.fo 1. Deild støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 Skála 17 13 3 1 47 12 +35 42 2 07 Vestur 18 11 4 3 47 21 +26 37 3 B68 17 10 3 4 37 16 +21 33 4 KÍ II 17 10 0 7 47 30 +17 30 5 AB II 17 8 4 5 26 22 +4 28 6 B71 17 7 5 5 28 29 -1 26 7 NSÍ II 17 5 1 11 27 33 -6 16 8 Víkingur II 16 3 4 9 14 24 -10 13 9 B36 II 17 2 6 9 13 48 -35 12 10 MB 17 0 2 15 10 61 -51 2 Savnsmynd: Sigmar Mørkøre 07 Vestur - MB 4-0 (1-0) 1-0: Gunleif Olsen 17. 2-0: Mikey Minutillo 61. 3-0: Torstein Mýlingstind 83. 4-0: Holgar Durhuus 92. B36 - KÍ 0-1 (0-0) 0-1: Jóanis V. Petersen 57. Reytt kort: Heini í Skorini, B36, 85. (2 gul) B68-B71 6-1 (2-0) 1-0: Jann Ingi Petersen br 8. 2-0: Jann Ingi Petersen 20. 3-0: Debes Danielsen 65. 4-0: Kristian Anton Andreassen 69. 5-0: Debes Danielsen 71. 6-0: Jann Ingi Petersen 79. 6-1: sjálvmál 90. Reytt kort: Petur Meinhard Magnussen, B68, 32. (beinleiðis reytt), Bjørgfinnur Winther, B71, 68. (2 gul) og Gunnar Lydersen, B71, 78. (beinleiðis reytt) Skála-NSÍ 3-0 (2-0) 1-0: Jákup Johansen 7. 2-0: Jákup Johansen 26. 3-0: Brian Jacobsen 47. Víkingur-AB 1-3 (0-2) 0-1: Bjarki C. Nielsen 13. 0-2: Nicolaj L. Eriksen 42. 0-3: Karstin Højgaard 62. 1-3: Andras Dalbø 90. fótbóltur