Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 nr. 6 I 29. juni 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Serblað frá Sosialinum Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Myndir: Álvur Haraldsen Grafisk sniðgeving: Pætur Eyðunsson Jensen umbróting: sosialurin Í vinnuni hesaferð hitta vit stjóran á Posta, Joel undir Leitinum, sum hevur fingið til uppgávu at fáa almenna partafelagið, Posta, at geva yvirskot. Vit skifta eisini orð við Selmar Nielsen, arkitekt, sum hevur fingið stóra og áhugaverda uppgávu í Íslandi. Vinnan hesuferð... tað hendir... Niels Arge Galán for­ maður Nevndin í felagnum Samskifti skipaði seg á nevndarfundi í farnu viku. Niels Arge Galán hevur verið formaður síðani 2012, og hann heldur fram. Í nevndini sita sostatt Niels Arge Galán, formaður, Michael Koba, næstformaður, Gunvá við Keldu og Tór Verland Johansen. 199 færri arbeiðs­ leys Nú eru 825 føroyingar arbeiðsleysir. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni yvir arbeiðsleys í Føroyum. Her er talan um tað, tey kalla árstíðarjavnað arbeiðsloysi, og tað merkir, at lagt er upp fyri teimum sveiggjum, árstíðirnar geva í tal­ inum á arbeiðsleysum. Sostatt ber til at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árs­tíðirnar. Hagstovan vísir á, at tá ið 825 føroyingar eru arbeiðsleysir nú í mai, merkir, at arbeiðsloysið er 3 prosent. og tað merkir so aftur, at í mai vóru 29 færri arbeiðsleys enn í apríl. Hjá monnum var arbeiðsloysið 2,4 prosent og hjá kvinnum 3,9 prosent. Tølini hjá Hagstovuni vísa eisini, at í mai í ár eru sostatt 199 færri arbeiðsleys enn tað vóru fyri einum ári síðani. Tað er ein minking frá 3,8 prosent, niður í 3 prosent. Oljuvinnufelagið havt aðalfund T ann 3. juni hevði Oljuvinnufelagið aðalfund. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Gunnbjørn Joensen, Anja Jacobsen og Eli Lassen. Øll tóku við afturvali og vórðu vald. Í nevndini sita sostatt Magni Arge, Gunnbjørn Joensen, Anja Jacobsen, Eli Lassen og Jostein Petersen. Christian Danielsen bleiv aftur­ valdur sum tiltakslimur. Á aðalfundinum greiddi formaðurin frá, at fyritaksemið innan frálandavinnu í Føroyum er komið á eitt vegamót, nú ongin nýggj leiti­ boring er fráboðað. Vit kunnu sjálvandi liva í teirri vón, at rákið vendur skjótt og næsta boring ikki er langt burturi, men útlit eru ikki til tess sum er. Tí fer Oljuvinnufelagið undir at samskipa eitt átak um at staðseta Føroyar sum maritima tænastustøð fyri frálandavinnuna og fyri alla skipaferðslu, sum siglir framvið Føroyum. Endamálið er at marknaðarføra Føroyar sum ein maritiman tænastudepil í Atlantshavi har skipaferðsla kann fáa dygga og skjóta tænastu. Vit hava eitt fjølbroytt úrval av tænastu­veitingum og eisini neyðugu før­leik­ arnar og møguleikarnar til at átaka okkum krevj­andi uppgávur, tá skip og pallar skulu til um­vælingar. Við tíðini er ferðslan í føroyskum sjóøki nógv vaksin, frálandavirksemið er vaksið mun­andi vestan fyri Hetlandi og hevur flutt seg nógv nærri føroyska markinum, ferðslan umvegis arktis stendur í vøkstri og reglu­ semið í flogferðsluni er nógv batnað síðani flogvøllurin var longdur og Atlantic Airways tók í nýtslu nýggj flogfør. Alt hetta talar fyri at marknaðar­føra Føroyar sum ein upplagdan maritiman tænastudepil. Dentur verður lagdur á seks høvuðspunktir: 1. Geografiska staðsetingin mitt í Atlantarhavinum. 2. Prógvaðar og víðfevndar førleikar í oljuvinnu. 3. Tiltikin fleksibilitetur í vinnuni og tænastuveitingum. 4. Meginparturin av tænastum røkkast innan 1 tíma frástøðu. 5. Kappingarført kostnaðarstøði. 6. Vit hava tøkt pláss í havnunum og góðar havnir. Fyrsta átakið snýr seg um at marknaðarføra Føroyar sum tænastudepil fram móti olju­ stevnuni Offshore Europe í Aberdeen. Í tí sambandinum verða serligar framløgur evnaðar til á prenti og digitalt og skipa verður fyri átøkum í Aberdeen. – Frálandavirksemi í Føroyum er á einum vegamóti, nú eingin nýggj leitiboring er fráboðað, sigur Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum