Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 6 I 29. juni 2015 – Eg fái ilt í eyguni, tá eg síggi ting, sum ikki geva meining, og tað er ikki bara galdandi fyri mítt egna arbeiðspláss, men tá eg komi eg inn á eitt arbeiðspláss – tað veri seg eina fyritøku, eina umsiting ella okkurt sovorðið – og síggi, at her verður arbeitt skeivt, so fái eg ilt í eyguni av tí, sigur stjórin í Posta, Joel undir Leitinum Tingini mugu geva meining Vinnuvangin: Joel undir Leitinum Tekstur: Hilmar Jan Hansen vør eg eri? Ja, hatta er ein øgiliga góður spurningur! Soleiðis ljóðar fyrsta svarið frá 43 ára gamla stjóranum í Posta, Joel undir Leitinum, nú vit hava sett okkum við spísi­borðið í heiminum á niðastu gøtuni á Argjahamri, har útsýnið yvir Havnina, Nólsoyar­fjørð og langt norðureftir er framúr gott. Her býr hann saman við konuni, Súsannu McBirnie, og børnum teirra, Armgarð, Hanusi og Robert. – Eg eri føddur í Kjøpinhavn, tí tá eg kom í verðina, búðu foreldrini niðri, har pápi mín las til lærara, og eg var hálvtannað ára gamal, tá familjan flutti heimaftur til Føroya. Umframt meg, komu so seinni systurin Kristina, sum býr í Havn og arbeiðir sum sjúkrasystir á Landssjúkrahúsinum, og beiggin Jallgrím, sum er handverkari og arbeiðir í Norra, sigur Joel, meðan hann stríðist sum harðast við at gera ein kaffi­ munn kláran. – Tá vit fluttu heimaftur, var tað til Húsavíkar, haðani pápi mín er, so har eri eg sjálvandi uppvaksin, havi gingið í skúla og alt tað. Men mamma mín er úr Elduvík, so har var eg og ferðaðist í øllum feriunum barna­árini, uttan í jólaferiuni, so tú kanst gott siga, at eg føli meg eitt sindur sum eldu­víking eisini. Sjálvt um lívið hjá Joel í dag er í hvítari skjúrtu og klædningi, er hann ikki bangin fyri at dálka seg undir neglunum, tí honum dámar øgiliga væl alt tað, sum hoyrir til vanligt bygdalív og ta mentan, sum í øldir hevur eyðkent lívið úti í ymsu krókunum kring landið. – Tá tú býrt í Føroyum, hevur tað øgiliga nógv at siga, at tú fært tað við, sum Føroyar hava at bjóða. At tú fert eftir havhesta­ ungum, í grind, og hevur eitt sindur við seyð at gera, fletting og alt hatta har. Veruleikin er tann, at ert tú ikki við í tí, kann tað blíva nokk so fátæksligt at búgva her, tí hetta er alt ein partur av mentanini og er ein stór grund til, hví vit eru til. At vera við í bygda­ lív­inum í síni breiðastu merking er nakað, sum mær dámar øgiliga væl, sigur hann. – Í mínum uppvøkstri fylti samfelag og politikkur øgiliga nógv í bygdarprátinum í Húsavík, og í heiminum hjá okkum í Húsa­ vík kom nógv fólk inn – bara fyri at práta um politikk og alt tað, sum rørdist í bygdini og landinum. Foreldur míni hava altíð lisið eina rúgvu og hava eisini altíð prátað nógv um bøkur, mentan og samfelagsviðurskifti. Tí havi eg eisini altíð havt ein øgiliga stóran áhuga fyri samfelags­viðurskiftum, sigur Joel undir Leitinum. framhald...