mánadagur 29. juni 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
nr. 6
I
29. juni 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Fleiri bøkur í senn
Eisini tilskrivar hann flokki sínum í
Hoydølum viðvirkan til íblástur, tí millum
floksfelagarnar vóru so mikið kend fólk
sum Kári á Rógvu, sáli, Ben Arabo, Rúni Bro
Róin, Sigurð Ó. Vang, Christian Danielsen,
Hans Ellefsen, Jóannes Jacobsen og Teitur
Samuelsen.
– Ikki tær at siga, so var tað ein øgiliga
spennandi flokkur við nógvum íblástri, sum
eg har var partur av. Har var nógv orðaskifti
og nógv kjak, og tað var altíð heilt øgiliga
spennandi og gevandi, tí øll vóru vit líka íðin
at koma fram við okkara meiningum, sigur
Joel.
– Og við lærarum sum Katrin Thomasen,
Pól Jespersen og Christian Ihlen slapst ikki
undan, at hetta í allar mátar var eitt inspirer
andi umhvørvi.
Ein avleiðing av stóran áhuganum fyri
samfelagsviðurskiftum og hvussu samfelagið
virkar, er hugur at lesa, og Joel sigur seg ser
liga væl dáma at lesa ævisøgur og søguligan
skaldskap.
– Ja, tað má gjarna vera sovorðið, sum
gevur einum innlit í, hvussu tingini henda, og
tað merkir eisini tað, eg havi liggjandi á nátt
borðinum. Har er akkurát nú ein bók, sum
eitur »Art of War« og hevur sín uppruna fyri
2.000 árum síðani, sigur hann.
– Ikki er tað frítt, at eg »multitaski«
eisini, tí eg kann gott lesa fleiri bøkur í senn.
Soleiðis eri eg nú eisini í holt við eina av fleiri
ævisøgum, sum eru skrivaðar um fyrrverandi
amerikanska uttanríkisráðharran, Colin
Powell. Hetta er ikki tann, ið hann sjálvur
hevur skrivað, men hana ætli eg mær eisini at
fáa fatur í.
Oman á hesar báðar nevndu bøkurnar,
kemur Joel so eisini við bókini hjá Heðini
Brú, »Feðgar á ferð«, sum ikki minst Marius
Johannesen mundi gera kenda við sínum
útvarpsupplestri. Ikki er heldur sørt, at Joel
hermir eftir bæði Mariusi og øðrum við, men
serliga í sambandi við »Feðgar á ferð« hevur
hann eina lítla stuttliga søgu.
– Tað var í sambandi við onkra útvarps
sending, at verfaðir (Robert McBirnie, blðm.)
skuldi brúka eitt brot av upplestrinum hjá
Mariusi, men ikki ordiliga hevði stundir at
leita tað fram í savninum. So ringdi hann til
mín og bað meg lesa og herma hetta pettið,
hann skuldi brúka, og tað mundi eydnast
væl, tí eingin legði til merkis, at tað ikki var
Marius Johannesen sjálvir, ið las, flennir hann
við einum ikki so lítlum skálkabrosi.
»Fái ilt í eyguni«
Ein eginleiki, ið Joel sjálvur heldur vera eitt
av sínum fremstu eyðkennum, er tað, ið hann
kallar sín »logiska sans«.
– Eg havi øgiliga lætt við at síggja, hvussu
tingini hanga saman ella skulu hanga saman.
Eg fái ilt í eyguni, tá eg síggi ting, sum ikki
geva meining, og tað er ikki bara galdandi fyri
mítt egna arbeiðspláss, Posta, men allastaðni,
tí tá eg komi eg inn á eitt arbeiðspláss – tað
veri seg eina fyritøku, eina umsiting ella okk
urt sovorðið – og síggi, at her verður arbeitt
skeivt, so fái eg ilt í eyguni av tí, sigur hann.
– Tað má geva meining. Og eg haldi eisini,
at tað verður í alt ov lítlan mun sett spurnar
tekin við, um tingini eru í lagi, umframt at
ov lítil handling er aftanfyri, tá tað so vísir
seg, at tingini ikki eru í lagi. Man má tora at
handla. Um vit bara taka tað stóra høpið, so
er øgiliga nógv fokus uppá, at landskassin skal
hava fleiri inntøkur, men øgiliga lítið fokus á,
um pengarnir verða brúktir rætt. Tað er eitt
øki, sum fólk eru øgiliga bangin fyri ordiliga
at taka fatt í.
Eitt annað, Joel nevnir í hesum saman
hangi, er tað alt ov lítla frælsi, ið stjórar
mangan hava, tí teir ikki sleppa at skipa ting
ini, so tey geva eina meining.
– Har kann eg nevna eitt dømi um, at eg
nú ein dagin datt yvir eina kunngerð um
TAKS, har tað stendur, at stjórin hjá TAKS
hevur skyldu til at skipa stovnin í eindir, men
at landsstýrismaðurin ger av, hvar eindirnar
skulu liggja. Tað gevur onga meining, tí tá
er struktururin longu brotin, heldur hann
og hevur hug at ilskast inná, at tingini verða
pettað sundur, uttan at tað hevur nakra sum
helst gagnliga ávirkan á effektivitetin – heldur
tvørturímóti.
– Tað sama er eisini við øllum hesum
mongu frádráttunum og studningsskipan
unum, ið eingin setir spurnartekin við, men
sum bara eru har og skulu verða har. Einaferð
lá ein meining aftanfyri, tá teir komu, men nú
teir eru komnir, skulu vit krampagtiga halda
fast í teimum, uttan at tað í veruleikanum
gevur nakra meining longur, tí tingini hava
flutt seg, síðani teir komu.
Ógreið viðurskifti
Eisini nevnir Joel undir Leitinum kjakið um,
at vit skulu hava trý sjúkrahús í Føroyum,
har hann sigur seg sakna, at sjúkrahúsverkið
fyrst og fremst skal hugsa um, hvat er best
fyri kundan, sjúklingin, men at tað alt samalt
druknar í, at øll bara tosa um og hugsa um
strukturin.
– Akkurát hatta rendi eg meg í á Posta,
har alt var desentraliserað. Fyritøkan hevði
framleiðslu um alt landið, og tað fekk eg ilt
í eyguni av beinanvegin, tí alt var so øgiliga
desentralt og lítið logiskt. Síðani hava vit
umskipað tingini og framt broytingar, so nú
er tað logiskt og ger, at vit hava kunnað fingið
eitt heilt annað lønsemi í tað, sigur Joel, ið
saknar politiskt dirvi og vilja til veruliga at fáa
sum mest burturúr – einum frælsum Føroyum
at frama.
Vinnuvangin: Joel undir Leitinum
Eg havi øgiliga lætt við
at síggja, hvussu tingini hanga
saman ella skulu hanga saman.
Eg fái ilt í eyguni, tá eg síggi
ting, sum ikki geva meining,
og tað er ikki bara galdandi
fyri mítt egna arbeiðspláss
framhald...
Mynd: Álvur Haraldsen