mánadagur 29. juni 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
nr. 6
I
29. juni 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Árni Gregersen
T
að er av sonnum ein altjóða
verkætlan, sum arkitektavirkið
hjá Selmar Nielsen fyri viku
síðani gjørdist partur av, tá ið
arkitektavirkið gjørdi sáttmála
við MT Højgaard, sum skal byggja
risastóru verksmiðjuna á Grundar
tanga, 40 kilometrar sunnanfyri
Reykjavík.
Í løtuni verða tær fyrstu fyrireikingarnar
gjørdar, men frá tí at farið verður undir sjálvt
arbeiðið í heyst, er ætlanin at tað skulu ganga
30 mánaðir til verksmiðjan kann byrja at
framleiða.
– Vit eru sjálvandi ómetaliga fegin at vit
gjørdust partur av hesi verkætlanini, sigur
Selmar Nielsen, stjóri og arkitektur.
– Fyrst og fremst er hetta ein spennandi
uppgáva í einum altjóða umhvørvi, men hetta
er eisini eitt dømi um, at vit sum føroyskir
ráðgevarar væl kunnu kappast og samstarva
við aðrar ráðgevarar, sigur hann.
Verksmiðjan á Grundartanga er risstór.
Bygningurin, sum skal byggjst, verður 800
metrar langur og víddin verður 121.000 fer
metrar.
Byggivirkið MT Højgaard hevur gjørt
sáttmála við amerikanska atljóða felagið
Silicor Materials. MT Højgaard hevur so gjørt
sáttmála við Selmar Nielsen Arkitektar um at
standa fyri arkitektaarbeiðnum og neyðugu
loyvunum frá íslendsku myndugleikunum.
Dýr og stór verkætlan
Verkætlanin í Íslandi er bæði stór og dýr.
Verksmiðjan skal gera tilfar til sólpanelir
til sølu kring allan heim. Mátin hetta verður
gjørt uppá, er bíligiari enn kent er til higartil,
men harafturat er nýggi hátturin meira
burðardyggur.
Arbeiðið, sum fer í gongd í Íslandi er heilt
reint og onki spill verður av framleiðsluni á
Grundartanga.
Ein partur av tilfar
inum, sum skal brúkast
til framleiðsluna, skal
koma frá tí aluminiums
verksmiðjuni, sum
liggur á Grundartanga
frammanundan.
At byggja fram
leiðsluhøllina er mett
at kosta 1,5 milljardir
krónur, men sjálv verkætlanin er munandi
dýrari, tí tær maskinur, sum skulu brúkast
til framleiðsluna kosta fleiri ferðir tað, sum
bygningurin fer at kosta.
– Okkara partur er at tekna, men tað, at
bygningurin er ein verksmiðjubygningur, ger,
at sumt gevur seg sjálvt. Stødd er heldur ikki
avgerandi í hesum føri. Men vit skulu har
umfram syrgja fyri, at fáa til vega øll neyðug
loyvir frá íslendsku myndugleikunum, sigur
Selmar Nielsen.
Føroyska arkitektavirkið hevur gjørt eina
amstarvsavtalu við eitt íslendskt arkitekta
virki, sum eitur Úti og Inni.
– Øll verkætlanin byggir á samstarv og tað
er eisini har vit hava okkara styrki. Okkara
fólk duga væl at samstarva við onnur og tey
duga eisini væl at samskifta. So samstarv og
samskifti er ein partur av tí, sum vit skulu
taka okkum av í einum altjóða umhvørvi,
sigur Selmar Nielsen.
Selmar Nielsen Arkitektar eru partar av tí toymi, sum skal byggja eina
verksmiðju uppá 121.000 fermetrar. Bygningurin verður 800 metrar langur
Alt var ikki tilætlað, tá ið MT Højgaard fingu
samband um verkætlanina í Íslandi
Føroyskt
arkitekta-
virki við í mega
verkætlan
í Íslandi
Bygging
T
að er ikki lætt at fáa hesa søguna
váttaða, men tað var soleiðis, at
tað var ein telefonsamrøða um
okkurt heilt annað, sum førdi til,
at Selmar Nielsen Arkitektar komu
uppí stóru altjóða verkætlanina í
Íslandi.
MT Højgaard hevur ein føroying
um stjóra, sum eitur Jóannes
Niclassen. Viðhvørt tosa hann og Selmar
Nielsen, arkitektur, saman og soleiðis eisini
fyri eini tíð síðani.
Málið teir tosaðu um, var um føroysku
ráðgevarafyritøkurnar kundu máta seg við
útlendskar.
Hetta fekk stjóran hjá MT Højgaard at
nevna stóru verkætlanina í Íslandi. Endin var,
at arkitektavirkið í Føroyum fekk útboðs
tilfarið og bjóðaði uppá uppgávuna.
– Okkara tilboð var so mikið lokkandi, at
vit komu framat borðinum til samráðingar
og endaðu við at fáa uppgávuna, sigur Selmar
Nielsen.
Føroyska fyritøkan samráddist ikki við
føroyska stjóran hjá MT Højgaard, men við
tey fólk, sum standa fyri uppgávuni í Íslandi.
– Sjálvur haldi eg tað er eitt herðaklapp til
føroysku ráðgevaravinnuna, at vit komu uppí
verkætlanina, sigur Selmar Nielsen.
Soleiðis kom
sambandi Í lag
við MT Højgaard
Aluminiumsverksmiðjuni
á Gurndartanga