Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-29, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 6 I 29. juni 2015 At føroyskt arkitektavirki er partur av altjóða verkætlan í Íslandi vísir, at føroyskar ráðgevara­- fyritøkur megna at kappast við aðrar Árni Gregersen A t ein føroysk fyritøka er vorðin partur av einari milljarda verk­ ætlan í Íslandi vísir, at føroyskar fyri­tøkur væl og virðiliga kunnu kappast við útlendskar, tá ið tað snýr seg um ráðgeving. Selmar Nielsen, arkitektur, er formaður í Ráðgevarafelagnum í Føroyum. Í hansara hugaheimi er tað onki sum forðar fyri, at ráðgeving og vitan lættliga kann gerast ein týðandi útflutningsvøra úr Føroyum. – Vit hava fleiri ráðgevarafyritøkur her í landinum, sum lættliga kunnu kappast við útlendskar fyritøkur. Okkara fyritøkur eru væl fyri, umframt at vit eru von við at arbeiða í Norðurevropa, heldur hann. Felagið, sum Selmar Nielsen er formaður í, fanst herfyri at, at tunnilsfelagið, sum skal byggja undirsjóvartunnilin millum Skála­ fjørðin og Streymoynna, alt ikki hevur tikið før­oyskar ráðgevandi fyritøkur við í verk­ ætlanina. Í føroysku ráðgevaravinnuni eru 24 arkitekta­stovur, verkfrøðingavirkir og byggi­frøðinga­virkir, og 116 vitanarstørv eru í fyri­tøkunum. Felagið segði herfyri, at privatar føroyskar fyritøkur og kommunur keypa meira ráð­ geving frá føroyskum fyritøkum enn fyrr, men at luturin hjá landinum er minkandi. – Landið má virða føroyskar førleikar meira, enn tað ger. Seinastu árini eru nógv ársverk farin av landinum, m.a. í sam­bandi Marknagils­depilin, leingingina av flog­vøll­ inum og havnarútbyggingina á Kramba­tanga. Heldur hendan gongdin fram, verður vinnan niður­laðað, og tá fer nógv virðismikil føroysk ser­frøði fyri bakka, segði Selmar Nielsen, for­ maður í Ráðgevarafelagnum, tá. Víst verður á, at tað í Føroyum eru fleiri fyritøkur, sum hava royndir frá tunnils­ bygging, men í sambandi við undirsjóvar­ tunnilin, sum skal gerast, eru hesar fyritøkur valdar frá liongu frammanundan. Selmar Nielsen sigur, at her er fyrst og fremt talan um verkfrøðignarfyritøkur, sum eftir hansara meting lættliga kundu bjóða uppá arbeiðið. Ráðgevarar úr Føroyum eru á altjóða støði – og kunnu kappast við aðrar ráðgevarar Her skal risastóra verksmiðjan byggjst Her tekur Selmar Nielsen, arkitektur (vm) í hondina á stjóranum í MT Højgaard, Jóannes Niclassen