mánadagur 29. juni 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
nr. 6
I
29. juni 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Árni Gregersen
S
tóra danska fyritøkan, MT
Højgaard, hevur gjørt avtaluna
við altjóða, amerikansku fyri
tøkuna Silicor Materials.
Avtalan er um at byggja eina
risastóra verksmiðju á Gurndar
tanga í Íslandi. Verksmiðjan skal
vera 121.000 fermetrar stór og
byggiprísurin fyri bygningarnar er
á leið 1,5 milljardir danskar krónur.
Ein av partnarunum, sum danska fyritøkan
hevur gjørt undirsáttmála við, er arkitekta
virkið hjá Selmar Nielsen.
– Ja, tað kann gott vera, at tað var eitt
sindur hendiligt, at vit komu í samstarv
um júst hesa verkætlanina, men eg havi
fleiri ferðir havt føroysk ráðgevaravirkir í
hugarnum, tá ið vit hava arbeitt í Norður
evropa, sigur Jóannes Niclassen, stjóri í MT
Højgaard.
Umfram at MT Højgaard hevur gjørt
sáttmála við føroysku arkitektafyritøkuna, so
verður arbeitt við at gera ein størri sáttmála
við eina aðra føroyska fyritøku.
– Talan er um ein rættulgia stóran sátt
mála, men eg fái ikki sagt júst nú, hvør
føroysk fyritøka talan er um, sigur Jóannes
Niclassen.
Netverk
Stjórin hjá MT Højgaard vísir á, at tað á ein
ella annan hátt eisini var hendiligt, at felagið
hann er stjóri í, gjørdist partur av verk
ætlanini í Íslandi.
– Vit luttaka sjálvandi á ráðstevnum innan
bygging og annað kring Evropa. Har hitta vit
nógv fólk og skapa netverk og tað var eitt slíkt
netverk, sum gjørdi, at MT Højgaard nú skal
byggja verksmiðjuna á Grundartanga, sigur
Jóannes Niclassen.
Hann vísir eisini á, at hann ofta hevur
tosað við Selmar Nielsen, so hann kendi væl
til føroysku fyritøkuna.
– Eg setti hann í samband við okkara fólk,
sum hava við verksmiðjuna í Íslandi at gera.
Har hava samráðingarnar so gingið fyri seg,
uttan at eg havi verið ein partur av tí, sigur
føroyski stjórin hjá MT Højgaard.
MT Højgaard hevur annars einar 100
ráðgevarar í felagnum. Jóannes Niclassen
sjálvur hevur staðið á odda fyri samráðing
unum við amerikanska felagið.
– Eg havi ført samráðingarnar, men
sjálvandi havi eg alla tíðina havt ein løg
frøðing hjá mær. Vit arbeiða í einum altjóða
umhvørvið og eftir altjóða ásetingum og
lógum Til dømis skulu møguligar ósemjur í
hesum sáttmála avgreiðast við rættin í Sveis,
so neyðugt er, at vit eisini hava sett okkum
inn í sveisiska lóg, sigur hann.
Farið verður av álvara undir at arbeiða við
verksmiðjuni í heyst. Byggifelagið hevur 30
mánaðir at gera hana lidna í, tí tá skal verk
smiðjan byrja at framleiða lutir til sólpanelir.
Stjórin hjá MT Højgaard heldur, at føroyska
ráðgevaravinnan kann væl kappast við útlendingar
Selmar Nielsen Arkitektar hava staðið fyri stórum arbeiðum í Føroyum, men
fyritøkan hevur eisini áður bjóðað seg fram uttanlands
Fult álit á føroysku
ráðgevaravinnuni
Bygging
A
rkitektavirkið hjá Selmar Nielsen
hevur verið til síðani 2001.
Fyritøkan hevur staðið fyri
nógvum arbeiðum í Føroyum.
Tað fyrsta, sum fyritøkan stóð
fyri, var heimið í Vallalíð í Havn.
Seinasta stóra almenna ar
beiðið var Vága Floghavn, har
teknistovan var ein partur av
Faerport Samtakinum, sum nú eisini skal
standa fyri at byggja H-bygningin á Lands
sjúkrahúsinum.
Fyritøkan hevur alla tíðina havt arbeiðir
í Føroyum, síðan hon var stovnsett – eisini
meðan kreppuárini vóru fyri nøkrum árum
síðani.
Men harafturat hevur fyritøkan bjóðað
uppá uppgávur aðrastaðn, kanska serliga í
Noreg.
– Har er eitt sindur torført at sleppa
framat, tí har verður stórur dentur lagdur á
at hava norskar royndir. Men tá ið vit hava
fingið afturmeldingar, so eru tilboðini hjá
okkum altíð vigað tungt og karakterurin í
afturmeldingunum hevur altíð verið góður.
Ferðaútreiðslur hava tó ofta gjørt, at vit ikki
hava fingið arbeiðini, sigur Selmar Nielsen.
At fyritøkan nú er partur av stóru verk
ætlanini í Íslandi er spennandi her og nú,
men tað hevur minst líka stóran týdning, at
fyritøkan fær á sítt CV at hava verið partur av
einari so stórari verkætlan uttanlands.
Selmar Nielsen sigur, at arbeiðið við verk
smiðjuni í Íslandi so smátt er byrjað, men at
tað ikki av álvara fer í gongd til heystar.
Tá eru 30 mánaðir settir av til verksmiðjan
skal standa klár til framleiðslu.
– Fyri fyritøkuna hjá okkum fer hetta
at gera, at vit helst noyðast at seta onkran
afturat teimum 11 fólkunum, sum framman
undan starvast her, men uppgávan er heldur
ikki so stór, at vit ikki kunnu gera tað, sum vit
vanliga gera, sigur hann.
Hjá arkitektavirkinum er ein avbjóðing
at samstarva við aðrar partar í einari byggi
verkætlan og so eisini fáa til vega neyðugu
loyvini og góðkenningarnar frá myndugleik
unum.
Tað vil siga, at ein stórur partur av arbeið
num er samstarv og samskifti.
– Eg veit, at tey fólk, sum vit hava á tekni
stovuni eru dugnalig á hesum báðum økjum.
Samstarv og samskifti eru grundleggjandi í
okkara arbeiði, sigur Selmar Nielsen.
Fyri at fáa serkunnleika til viðurskiftini
í Íslandi er ein samstarvsavtala gjørd við
íslendska arkitektavirkið Úti og Inni.
– Tey kenna til allar íslendskar manna
gongdir, Tí er tað ein stórur fyrimunur fyri
okkum, at vit hava fingið hetta samstarvið í
lag, sigur Selmar Nielsen.
Hava bjóðað seg fram til
uppgávur uttanlands fyrr
Oddafiskur
í varðandi orku
aftanfyri verk
smiðjuna
Bílig orka og góð tollviðurskiftir orsøk til,
at risaverksmiðjan verður bygd í Íslandi.
Silicor Materials er fremsti framleiðarin
av tilfari til sólpanel í øllum heiminum.
Tað er hendan risafyritøkan, sum
stendur handan byggingina av verk
smiðuni á Grundartanga í Íslandi.
Fyritøkan er fremst í heiminum í fram
leiðslu av solar silicon, sum verður brúktir
til sólpanel at vinna sólorku við.
Høvuðssætið hjá fyritøkuni er í San José
í Kalifornia, men fyritøkan hevur eisini
eina stóra granskingardeild, knýtt at lærda
háskúlanum í Berlin.
Tað er ikki tí fyritøkan er gomul. Hon
var sett á stovn í 2006, men hevur gjøgnum
árini vunnið sær stóra virðing millum
teirra, sum arbeiða við alternativari og
varðandi orku.
Fleiri stórar fyritøkur hava sett pening í
fyritøkuna, sum hevur gjørt tað til sítt eyð
kenni at framleiða tilfar til sólpanelini á
ein burðardyggan og munandi bíligari prís.
Fyritøkan ætlaði at gera eina verk
smiðju á stødd við hana, sum nú verður
bygd í Íslandi, í Missisippi í USA.
Hetta var í 2012, men júst tá tóku forð
ingar seg upp á altjóða marknaðinum.
Eitt veruligt handilskríggj tók seg upp á
økinum, har USA og ES vóru øðrumegin
og Kina hinumegin.
Tollurin gjørdist so høgur, at tað var
ivasamt um tað fór at loysa seg at byggja
eina stór-skala verksmiðju í USA.
Tí avgjrødi Silicor at skrotta ætanina
um at byggja eina stóra verksmiðju í
Missisippi og valdi at flyta verksmiðjuna
til Íslands. Ísland er uttanfyri USA og ES
og hevur tí ikki somu tollviðurskifti, sum
stórveldini.
At Silicor Materials er høgt í metum
á altjóða pallinum sæst millum annað
av, at forstjórin í fyritøkuni, Terry Jester,
herfyri var boðin at halda fyrilestur fyri
toppleiðarum úr øllum heiminum á World
Ecconomic Forum.
Stóra verksmiðjan í Íslandi skal liggja
á Grundartanga, einar 40 kilometrar frá
Reykjavík. Frammanundan liggur ein stór
aluminiumsverksmiðja har.
Verksmiðjan skal koyra alt døgnið runt
og 440 fólk fara at arbeiða har.