týsdagur 30. juni 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Danjal av Rana
Fríggjadagin var próvhandan
í skúlaheiminum í Markna
gili fyri næmingar á Tek
niska Skúla í Tórshavn. Eini
50 næmingar fingu prógv
hendan dagin, men ein teirra
skar burtur úr á ávísan hátt.
Høgni L. Højgaard fekk
fríggjadagin
prógv
sum
byggitøkningur eftir tvey
ára
útbúgving.
Sum
so
einki óvanligt í tí, men sært
tú, Høgni L. Højgaard er
deyvur og er Er fyrsti deyvi
í Føroyum, sum hevur tikið
eina yrkisútbúgving av hes
um slag.
Høgni L. Højgaard er 30
ára gamal og úr Runavík.
Hann er giftur við Claudiu,
ið eisini er deyv. Tey møtt
ust í Washington D. C.
í USA, tá bæði gingu á
Gallaudet universitetinum,
sum er einasta universitet
í heiminum fyri deyv. Tey
hava verið gift í tvey ár.
– Claudia er úr Peru, og
eins og eg, var hon komin
á Gallaudet fyri at læra
seg enskt og amerikanskt
teknmál, ASL, greiðir Høgni
L. Højgaard frá.
Vit hittast eftir próvhand
anina, og hann greiðir mær
frá, hvat ein byggitøkningur
er.
–
Ein
byggitøkningur
fæst við at tekna byggiverk
ætlanir fyri bygningar, virkir
og hús. Vit skulu taka atlit til,
hvørjum bygningurin skal
byggjast úr, hvørji evni skulu
nýtast og annars, hvussu vit
kunnu fáa bygningin upp
at standa. Í stuttum kann
sigast, at vit skulu gera tek
ningina hjá arkitektinum til
veruleika, men vit kunnu
sjálvandi eisini tekna hús
ini sjálvir, sigur Høgni L.
Højgaard.
Øll vóru ótrygg
Eingi serlig atlit eru tikin
til hann á skúlanum sum
so, uttan tað, at hann altíð
hevur havt teknmálstulk við
sær í undirvísingini. Hann
greiðir frá, hvussu tað var
at koma inn í skúlastovuna
fyrsta skúladag.
– Tað var eitt sindur løgið
hjá okkum øllum, haldi eg.
Øll vóru eitt sindur ótrygg.
Fyrstu tíðina nýttu eg og
tulkarnir so høvi at læra hini
í flokkinum eitt lítið sindur
av teknmáli, men annars
hevur
samskifti
okkara
millum í stóran mun verið
skrivligt. Tey vóru tó sera
røsk at hjálpa mær at vera
partur av flokkinum og at
taka lut í tí, sum fyrifórst,
greiðir Høgni L. Højgaard
frá og nevnir millum annað,
at hann altíð kundi taka lut í
spølum, sum tey spældu, so
sum billiard.
Hann sigur, at sjálvsagt
er torført hjá honum at taka
lut í øllum, sum gongur fyri
seg, serliga í fríkorterum og
frítíðini annars, men sum so
bilar tað einki.
– Tey í flokkinum vóru
røsk at bjóða mær upp í
samtalurnar, eisini í fríkort
erunum, men ofta ganga tær
ov skjótt fyri seg, til at eg
kann taka lut, kanska serliga,
tá menn kjakast um fótbólt.
Ofta bilar tað tó einki, at eg
fái frið í fríkorterunum, tí
mær tørvar eisini at slappa
eitt sindur av, sigur hann
og greiðir frá, at tulkarnir
jú
eisini
hava
steðg
í
fríkorterinum.
– Allan tíman siti eg og
miðsavni meg, brúki eyguni,
fyri at fáa undirvísingina
við. Eg má alla tíðina fylgja
við. Tey, sum hoyra, kunnu
kanska kobla av eina løtu,
og so lurta aftur, men tað
ber illa til hjá mær. Tí er
fríkorterini ofta kærkomnir
steðgir eisini fyri mítt við
komandi, sigur Høgni L. Høj
gaard.
Sosiala samanspælið hev
ur verið gott alla tíðina, og
Høgni L. Højgaard hevur
verið at rokna sum ein van
ligur næmingur í flokkinum.
Hann nevnir tó sjálvur, at
serliga
námsferðin,
sum
flokkurin var á í heyst,
hjálpti til við at samansjóða
flokkin.
– Hesa vikuna, vit ferðast
í Jyllandi og vitjaði virki,
gjørdist vit sera væl kend og
tætt knýtt, hvør at øðrum,
greiðir hann frá.
Høngi L. Højgaard greiðir
frá, at alt hetta, fáu teknini,
sum hini í flokkinum lærdu,
góða sosiala samspælið mill
um hann og hini og sjálvandi
møguleikin at samskifta gjøg
num tulk og annars skrivliga,
gjørdi,
at
hansara
brek
ongantíð stórvegis hevur
darvað skúlaarbeiði, so sum
bólkaarbeiði og øðrum, sum
krevur nógv samskifti.
Máttu gera nýggj tekn
Høgni L. Højgaard hevur
sitið á skúlabonki á Tekniska
Skúla fyrr. Í 2010 varð hann
útbúgvin
sum
snikkari,
og hevur í tí sambandi
fingið ymiska undirvísing
á Tekniska Skúla. Tá hevði
hann eisini tulkar við sær í
undirvísingini, men hon fylti
nógv minni enn undirvísing
in nú hevur gjørt.
– Størsta avbjóðingin í
hesum umfari hava kanska
verið øll ymisku fakorðini.
Teknmál er mítt móðirmál,
men kortini vóru ein rúgva
av orðunum heilt nýggj fyri
mær, eins og tey vóru tað
hjá hinum næmingunum. Í
samráð við tulkarnar máttu
vit tí leita fram og gera heilt
Høgni L. Højgaard heldur, at tøkniliga menningin fer at gera tað
lættari hjá sær at gerast virkin á arbeiðsmarknaðinum.
Tøkniliga
menningin
hjálpir nógv
Tað gleddi meg at síggja, hvussu lætt
tað var hjá mær, sum deyvum, at nýta
tey tól, sum hinir nýttu, og luttaka á
jøvnum føti við teir, sigur Høgni.
Høgni L. Højgaard