Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74 meldurin Sosialurin nýggj tekn fyri ymisku heitini og orðini, sum vit nýta sum byggitøkningar. Vit kundu sjálvandi havt stava alt, men tað hevði tikið alt ov langa tíð, sigur Høgni L. Højgaard. Sjálvur undrast hann nógv á tøkniligu menningina, sum er farin fram hesi árini, serliga við nógvu talgild­ing­ ini. Sum liður í útbúgvingini, hevur Høgni L. Højgaard verið í starvsvenjing hjá SNA, Selmar Nielsen Arki­ tektur. – Eg var í starvslæru hjá SNA í seks vikur, og var sera væl móttikin har. Har slapp eg at royna meg í veruliga arbeiðslívinum, og tað gleddi meg at síggja, hvussu lætt tað var hjá mær, sum deyvum, at nýta tey tól, sum hinir nýttu, og luttaka á jøvnum føti við teir, sigur hann. Hann greiðir frá, at ymisku forritini, summ nýtt vóru, gjørdu tað gjørligt hjá ymisku starvsfólkunum at arbeiða við somu verkætlan samstundis, millum annað kundi hann síggja, hvat hini teknaðu á sínum teldum, og so koma við skrivligum viðmerkingum til arbeiðið, so hvørt, sum tað varð gjørt. Enn veit Høgni L. Høj­ gaard ikki, hvagar leiðin gongur, nú skúlin er liðugur. – Nú fari eg at søkja starv ymsa staðni, og so fáa vit at síggja, hvat hendir. Tíðin hjá SNA gav mær tó dirvi og trúnna á, at eg kann klára meg væl í arbeiðslívinum, nú útbúgvingin er at enda komin, sigur Høgni L. Høj­ gaard. Høgni L. Højgaard er fyrsti deyvi í Føroyum, sum hevur tikið eina yrkisútbúgving av hesum slag. Mynd: Álvur Haraldsen