týsdagur 30. juni 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Nýggju teknini vera við í nýggju teknmálsorðabókini, sum teknmálstulkatænastan arbeiðir við.
Hava ment
nýtt orðfeingi
Danjal av Rana
Tað eru tulkar frá teknmáls
tulkatænastuni, ið hava tulka
fyri Høgna L. Højgaard undir
hansara lesturi á Tekniska
Skúla í Tórshavn. Vit hittu
tveir teirra, Eyðgunn Hansen
og
Edny
Poulsen,
eftir
próvhandanina fríggjadagin.
–
Fyri
okkum
hevur
hetta verið ein heilt nýggj
uppgáva, sigur Edny Poul
sen, sum heldur tað hava
verið sera spennandi at fylgj
Høgna L. Højgaard hesi árini.
– Flokkurin hevur tikið
væl ímóti okkum og Tekniski
Skúli hevur veruliga verið
ein góður viðleikari í allari
tilgongdini.
Umstøðurnar
hjá okkum tulkum hava
verið sera góðar alla tíðina,
sigur Edny Poulsen.
–
Størsta
avbjóðingin
hevur verið at hetta hevur
verið eitt nýtt fakøki hjá
okkum, og tí hava vit ikki
kent øll fakheitini fram
manundan. Tí hava vit verið
noydd til – saman við Høgna,
at finna fram røttu teknini
og í summum førum at gera
nýggj tekn. Tað hevur verið
avbjóðandi, men sera stutt
ligt og mennandi fyri okkum
sum tulkar eisini, sigur hon.
Nú er Høgni L. Højgaard
so liðugur at lesa til byggi
tøkning, men nýggja orða
feingi fer tó ikki til spillis.
– Vit sita í løtuni og gera
eina teknmálsorðabók, og
seta eisini hesi teknini inn,
fyri at tey ikki skulu fara
í gloymskuna. Tað hevði
verið spell, tá vit hava nýtt
so nógva orku at menna tey,
sigur Edny Poulsen, sum
sigur, at teknmálsorðabókin
er at finna á fo.signwiki.org
Tær báðar halda sjálvar,
at tað hevur hjálpt nógv,
at Høgni L. Højgaard hevði
eina snikkaraútbúgving frá
fyrr av.
– Vit tulkaðu eisini fyri
hann tá, so vit kendu hann
frá
fyrr
av.
Bakgrundin
innan snikkaravirki gjørdi
eisini sítt til, at hann var
væl inni í fakhugsanini frá
byrjan av, og tað hevur hjálpt
bæði honum og okkum væl,
sigur Edny Poulsen.
Tulkingin
hevur
verið
sonevnd
simultantulking,
tað vil siga, at tulkarnir hava
tulkað, meðan lærararnir
hava undirvíst, so tað hevur
havt sera lítla ávirkan á
undirvísingina annars.
– Høgni er eisini ein sera
íðin næmingur og himprast
ikki við at taka orðið í
undirvísingini. Tá hava vit
so stemmutulkað hann, og
tað hevur gingið sera væl,
sigur Edny Poulsen.
Teknmálstulkatænastan
er ein sjálvvirkandi stovnur
undir Almannamálaráðnum.
Á Tulkatænastuni starvast
3 tulkar fulla tíð, umframt
eitt skrivstovufólk. Aðrið
tulkar eru leyst knýttir at
tænastuni.
– Stovnurin fær ómeta
liga nógvar áheitanir, so
vit hava úr at gera. Við tí
arbeiðsbyrðu vit hava í dag,
kundu vit gott havt seks, sjey
tulkar í starvi, men játtanin
loyvir tí tíverri ikki. Tørvurin
er tó sera stórur, so vit vóna,
at fáa eina hægri játtan
framyvir og at umstøðurnar
hjá teimum deyvu verða
uppraðfestar, sigur Edny
Poulsen at enda.
Klár at taka ímóti fleiri
Nú eru vit hesar royndirnar ríkari og hava nakað at byggja víðari á, sigur
Johan Eli Ellendersen, deildarleiðari á Tekniska Skúla í Tórshavn
Danjal av Rana
Johan Eli Ellendersen er
deildarleiðari á byggitøkn
isku deildini á Tekniska
Skúla í Tórshavn, og hevur tí
havt ábyrgd av at tryggja, at
Høgni L. Højgaard hevur
havt møguleikan at taka eina
útbúgving á skúlanum.
– Hetta hevur gingið sera
væl. Tað hevur sjálvandi
verið ein avbjóðing at leggja
alt til rættis, tí hetta er fyrstu
ferð, at ein deyvur hevur lisið
hjá okkum. Vit vóru sera
spent um, hvussu hetta fór
at ganga, men tað hevur
gingið avbera væl, sigur
Johan Eli Ellendersen. Hann
greiðir frá, at eftir at Høgni L.
Højgaard fekk pláss á skúla
num, søkti Tekniski Skúli í
Tórshavn Mentamálaráðið
um fíggarligan stuðul til tulk
frá Teknmálstulkatænastuni.
Hann sigur, at tað uttan
iva hjálpti, at skúlin kendi
til Høgna L. Højgaard frá
fyrr, tá hann hevði verið á
skúlanum í samband við
snikkaraútbúgving sína.
– Vit kendu Høgna og
væntaðu ikki, at hetta fór at
geva stórvegis trupulleikar.
Hann er vinaligur og fyri
komandi og vit vistu, at hann
fungerar væl sosialt eisini.
Tí vóru vit ikki í iva um, at
vit fóru at finna neyðugu
loysnirnar,
um
neyðugt,
sigur Johan Eli Ellendersen.
Hann greiðir frá, at skúlin
ikki hevur broytt undirvís
ingina stórvegis, fyri at
leggja til rættis hjá Høgna L.
Højgaard.
– Vit hava sett eitt sindur
meiri av tíð av til undirvís
ingina, kanska líka nógv fyri
at hjálpa tulkunum sum
Høgna. Tulkarnir hava tó
verið ómetaliga góðir, so alt
hevur gingið sum eftir ánni,
og tað skulu teir hava stóra
æru fyri, sigur hann.
Johan Eli Ellendersen sig
ur, at Tekniski Skúli í Tórs
havn heilt víst eru til reiðar
at taka ímóti fleiri næm
ingum við serligum tørvi.
– Hendan tilgongdin við
undirvísingini hjá Høgna
L. Højgaard gevur okkum
mót upp á at taka fleiri inn.
Nú eru vit hesar royndirnar
ríkari og hava nakað at
byggja víðari á, sigur hann.
Edny Poulsen og Eyðgunn Hansen frá teknmálstulkatænastuni hava tulkað fyri Høgna L. Højgaard.
Mynd: Álvur Haraldsen
Tekniski Skúli er til reiðar at taka ímóti fleiri næmingum við
serligum tørvi, sigur Johan Eli Ellendersen, deildarleiðari..
Mynd: Álvur Haraldsen