mikudagur 21. juli 2004síða 27
‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ólavsøkan 2004
53
53
52
Ólavsøkan 2004
KABARETT
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
– Ólavsøkukabarettin í ár verður sam-
felagsrevsandi.
Tað siga tríggir av leikarunum,
Jóannes Lamhauge, Høgni Reistrup
og René Bischoff.
Fyrireikingarnar til ólavsøkukaba-
rettina 2004 koyra nú í fimta geari, og
leikararnir hava mestsum sligið búgv
niðri í Sjónleikarhúsinum í Niels Fin-
sensgøtu í Havn.
Nógvur sangur
Í ár eru allir leikararnir nýggir, og tað
sama er galdandi fyri orkestrið. Men
hóast tað, so hava allir leikararnir
spælt sjónleik áður. Bara ikki júst
ólavsøkukabarettina.
Leikararnir lova eitt sindur av
hvørjum. Millum annað nógvan sang.
– Tað verða parodiir, tónleikur og
nógvur sangur. Meira sangur enn
vanligt. Millum annað hava vit gjørt
eitt kórarragement, siga leikararnir.
Tilfarið verður smíðað burturúr tí, ið
hevur gingið fyri seg seinasta árið.
– Tey, sum hava dummað seg, eiga
at vera klár at verða hermd eftir, siga
teir, men draga so í land aftur.
– Okay, kanska ikki endiliga dumm-
að seg. Ein skal bara hava verið
frammi í fjølmiðlunum ella líknandi.
Leikararnir leggja dent á, at tað skal
vera okkurt, ið fólk kenna aftur. Tí tað
er eitt krav, fólk seta.
– Tað er ein óskrivað regla, at tað,
ið verður framført í ólavsøkukaba-
rettini er alment kent. Tilfarið er ikki
beinleiðis lokalt, men tað verður eisini
okkurt, ið er spildurnýtt, sum vit sjálvi
hava funnið uppá.
Ein bumba
Kabarettleikararnir eru sannførdir um,
at talan verður um hart arbeiði fram til
frumframførsluna. Ongin ivi um tað.
Tí verður nú arbeitt í døgndrift.
– Í løtuni sita vit og smíða sketsjur
og royna tær av. Vit geraordiliga
nógvar sketsjur, og so sortera vit frá
aftaná, greiða teir tríggir frá, og leggja
afturat, at Jákup Veyhe hevur verið við
til at hjálpa. Hann hevur virkað sum
eitt slag av ígongdsetara, men treyð-
ugt so. Hann hevur sum so ikki nakað
við sjálva kabarettina at gera.
Sambært spælarunum er tað týdn-
ingarmikið ikki at troytta fólk. Og tí
skal ein ansa væl eftir.
– Men vit vænta, at hetta verður ein
bumba, og vit gleða okkum nógv til
frumframførsluna, siga teir tríggir,
Jóannes Lamhauge, Høgni Reistrup
og René Bischoff at enda.
Frumframførslan verður í Sjón-
leikarhúsinum mánadagin 26. juli.
Ólavsøkukabarettin 2004
Leikarar:
Jóannes Lamhauge
Høgni Reistrup
René Bischoff
Ann Chanett Danielsen
Loyniligur leikari
Samfelagsrevsandi ólavsøkukabarett
Einum nýtist ikki at hava gjørt nakað býtt fyri at gerast offur í ólavsøkukabarettini í ár
Ólavsøkukabarettin verður í ár samfelagsrevsandi. Tað lova leikararnir í øllum førum
Mynd: Jens Kr. Vang
?
C
M
Y
K
52
...til føroyska veðurlagið
SUPER
DEKK