Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 28

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ólavsøkan 2004 55 SAMRØÐA Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Álvur Haraldsen Frá stovuvindeyganum í raðhúsunum á Niðaragøtu sæst beint inn á Toftir. Tað hóvar eisini Tórða Mikkelsen væl. Toftir er nevniliga heimbygd hansara. – Eg eri heilhjartaður B68´ari. Tað ber ikki til annað. Sjálvt um ein flytir til Havnar, so nýtist einum ikki at skifta viðhaldslið, sigur Tórður Mikkelsen, sjónvarpsmaður. Síðani hann var heilt ungur hevur hann starvast innan fjølmiðlarnar. Fyrsta stigið inn í fjølmiðlaheimin gjørdi hann á Oyggjatíðindum, tá tað framvegis var lokalblað í Eysturoynni. Hetta var seinast í sjeyti árunum. Yrkjari Á ungum árum dámdi Tórða væl at yrkja. – Mær dámar føroyska málið væl. Í fólkaskúlanum hevði eg Dia Jo- hannesen í føroyskum. Hann var ein góður lærari, sum vakti okkurt í mær viðvíkjandi málinum, greiðir Tórður frá. Nakrar av yrkingunum hjá Tórða hava eisini staðið í Dimmalætting, har hann seinni fekk freelance arbeiði eftir tíðina á Oyggjatíðindum, áðrenn hann varð settur í fast starv. – Áhugin fyri journalistikki er komin heilt tilvildarliga. Eg gjørdist bitin av hesum, og eg haldi, at eitt sindur av áhuganum stavar eisini frá hesum við at yrkja. Hann leggur afturat, at honum dámar ógvuliga væl at hitta fólk. Góðan morgun, Føroyar Seinast í áttati árunum gjørdi Tórður eitt lop frá blaðheiminum inn í út- varpsverðina. Har byrjaði hann saman við Dánjali Højgaard uppá »Góðan morgun, Føroyar« sendingarnar. Nak- að, ið hann minnist aftur á við gleði. – Hetta var fyrst í nítiárunum, tá tosað varð um at skapa meira um morgunin. Tá var man ikki klárur yvir, hvussu góð senditíð morgunin var. Tórður greiðir frá, at avbjóðingin við morgunsendingunum var at sam- antvinna beinleiðis innsløg við jour- nalistikk og tónleik. Ítróttur Tá Tórður arbeiddi á Dimmalætting og á Oyggjatíðindum fekst hann millum annað við at skriva ítrótt. Nakað, ið hann hevur stóran áhuga fyri. Hann hevur verið mangar ferðir uttanlands bæði við landsliðnum og á Oyggjaleikunum, og er tað serliga tað seinast nevnda honum dámar ser- stakliga væl. – Í ítrótti eru so nógvar kenslur uppá spæl. Eg lati meg ríva við, og eg dugi ikki rættiliga at bremsa mær. Kanska tað er ein veikleiki, sigur Tórður og leggur skemtandi afturat, at sjálvt tá hann hevur frí og hyggur eftir B68, so klárar hann ikki at lata vera við at rópa. Tórður fortelur, at Oyggjaleikirnir hava hansara stóra áhuga. Tað er stuttligt, strævið og intenst. Ein er í gongd allan dagin. Frá tíðliga á morgni til á kvøldið, tá sendingin er farin í luftina. Dagurin gerst óvanliga langur. – Tú fært ongastaðni so høgan intensitet sum á Oyggjaleikunum. Hátturin, tú koyrir frá eini ítróttargrein til eina aðra allan dagin , ger, at tú er heilt útkoyrdur um kvøldið. Uppá tann mátan er tað heilt unikt, heldur sjón- varpsmaðurin. Alt sínar fyrimunir Tórður hevur roynt bæði skriving, út- varp og sjónvarp, men hevur hann ilt við at siga, hvør av miðlunum er bestur. – Allir miðlarnir hava sínar fyrimun- ir. Bløðini kanst tú lesa, tá tú hevur hug, og enntá taka tey við tær á wc, um tað skal vera. Men sjónvarp, sum eg havi fingist við nú í eini átta ár, er eisini spennandi, sjálvt um tað er ein ógvuliga tungur miðil, sigur Tórður. – Tað sæst bara ikki eins nógv aftur í einum innslagi uppá tveir til tríggjar minuttir, sjálvt um tú hevur verið úti ein heilan dag. Men eg eri so forvitin, at eg keypi bløðini hvørt kvøld. Eg kundi ikki funnið uppá at hildið tey, tí tá fái eg tey ov seint í mun til leysa- sølu. Tórða dámar best at fara út – helst útum Havnina – at gera reportasjur frá gerandisdegnum hjá fólki. At koma tætt uppá fólk, sum hann sjálvur kallar tað, tí tað er ógvuliga áhugavert og spennandi. – Um eg hevði fingið møguleikan, so hevði eg ikki valt lívsyrki umaftur. Fjølmiðlaheimurin er ein ógvuliga spennandi bransja at vera í, sigur sjónvarpsmaðurin, Tórður Mikkelsen. Tórður Mikkelsen, sjónvarpsmaður: Eg lati meg ríva við – Í ítróttinum eru serliga nógvar kenslur uppá spæl, og eg lati meg ofta ríva við. Kanska tað er ein veikleiki, men eg dugi ikki heilt at bremsa mær, sigur Tórður Mikkelsen, sum vit hava hitt til eitt prát um arbeiðið – Eg eri heilhjartaður B68´ari. Tað ber ikki til annað, sigur Tórður Mikkelsen. Í bakgrundini sæst heimbygdin, Toftir 55 54 Ólavsøkan 2004 1. Navn: – Edward Fuglø 2. Yrki: – Listamaður… ella pausuklovnur, tit velja sjálvi! 3. Lýs teg sjálvan við trimum orðum. – Søkjandi, kreativur, óøkonomiskur. 4. Ert tú a ella b menniskja? – Eg var b menniskja fyrr, men við árunum eri eg vorðin a menniskja. 5. Roykir tú? – Nei. 6. Um tú kundi bjargað einum klædnaplaggi úr tínum skápi, hvat hevði tað so verið? – Ein Armani troyggja, sum eg brúki rættuliga nógv. 7. Hvat slag av fartelefon hevur tú? – Nokia. 8. Um tú hevði verið ein karamella, hvat slag hevið tú so verið? – Ein sterk, súrsøt karamella. 9. Hvørja árstíð dámar tær best og hví? – Hvør árstíð hevur sína sjarmu, so eg havi onga, sum mær dámar best. 10. Um tú var landsstýrismaður, hvat málsøki hevði tú so viljað umsitið? – Mentamál. 11. Hvussu ofta kannar tú teldupost? – Einaferð um dagin. Helst um kvøldið. 12. Um tú kundi gjørt eina samfelagsliga broyting, hvør hevði hon verið? – Eg hevði roynt at tikið burtur mong av teimum forboð- unum, sum eru í hesum landinum. Og harvið givið fólki betri møguleika til sjálvi at tikið støðu til, hvat tey vilja og ikki. 13. Hvør er uppskriftin til eitt hugnaligt kvøld? – Góð máltíð, eitt áhugavert prát undir friðarligum umstøðum. 14. Um tú kundi dansað við einum persóni, hvønn hevði tú so valt? – Kópakonuna, tí hon má sigast at hava eitt hvørt vandamikið yvir sær, og tað dámar mær væl. 15. Lýs ólavsøkuna við trimum orðum. – Fólkamongdir, tónleikur og mjørki. 16. Hvørja hending minnist tú best? – Tá eg sýndi fram myndir fyri fyrstu ferð. Eg var so ræðuliga bangin. 17. Hvat øsir teg? – Mínar egnu avmarkingar. 18. Hvar vildi tú helst búð: Í Kanada ella Egyptalandi? – Egyptalandi. 19. Hvat slag av tannkremi brúkar tú? – Tað skiftir eitt sindur. Men beint nú er tað eitt, sum eitur Macs. 20. Hvønn hevði tú hugsað tær at sæð sum Føroya løgmann? – Eg veit ikki rættuliga, havi onki uppskot. Handan listamannin C M Y K 54