mikudagur 21. juli 2004síða 29
‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tá eg hugsi um ólavsøkuna í dag, so
komi eg í tankar um tey fýra p´ini og
trý s´ini.
Tað fyrsta p´ið er fyri »paradu-uni-
formar«. Føroyska tjóðbúnan. Eg
haldi sjálvur, at hann er vorðin ov ein-
táttaður, har tað hátíðarliga er farið av
honum. Men tó ikki meira enn so, at
eg haldi framvegis, at hann er vakur.
Tað næsta p´ið stendur fyri
»pengamaskina«. Ólavsøkan er farin
at snúgva seg ov nógv um pengar,
har innihaldið er kámað burtur.
Triðja p´ið er »pussfiskar«. Tað eru
nógv fólk á ólavsøku. Bæði stuttlig og
minni stuttlig.
Triðja p´ið: »prátið«. Tú hittir bæði
vinir og kenningar, sum tú ikki hevur
sæð í langa tíð. Tað er bæði stuttligt
og hugnaligt.
Fyrsta s´ið er fyri »skrúðgonga«.
Ein tignarlig løta, tá landsins hægstu
myndugleikar fara frá kirkjuni og nið-
an á tinghúsvøllin. Tað er bæði álvar-
samt og hátíðarligt.
Annað s´ið er fyri »sjónleik«. Bæði
kabarettina og aðrar sjónleikir, og tað
er altíð spennandi.
Triðja s´ið er »sangur«. Midnáttar-
sangurin ólavsøkudag, tá allir føroy-
ingar syngja við einari rødd, og hjørt-
uni banka í tank. Øll gleða seg til
sangin.
Ólavsøkuna yvir øllum ólavsøkum
hevði eg sum níggju ára gamal.
Men nú haldi eg, at ólavsøkan er
akkurát, sum hon skal vera. Tað er
nógv minni av bardøgum og roki nú,
enn tað var fyrr, og tað er sjálvsagt at
gleðast um.
Annars bara at spáka oman og
niðan tosa við fólk og vitja grannar og
kenningar. Ein fer helst eisini ein túr
til midnáttarsangin.
Mær dámar best, at fólk stuttleika
sær við skili, og hinvegin dámar mær
illa, tá fólk berjast og eru í rok. Men
tað er minni av nú á døgum. Nú ber til
at ganga í friði og náðum runt í
býnum.
Fyri mín aldursbólk er nógv spenn-
andi og góð tiltøk at fara til á ólav-
søku. Tað eru nógvar fjølbroyttar
framsýningar at vitja, og tað er ógvu-
liga hugnaligt.
Fyri børnini haldi eg, at tað er ov
nógv plastikk. Úrvalið til teirra kundi
verið meira fantasifult.
Og midnáttarsangurin er eisini heilt
serligur. At hitta fólk, fáa vitjan og at
vitja fólk er altíð stuttligt.
Sum heild haldi eg, at mentanar-
útboðið er betrað seinastu árini. Tað
er nógv størri og fjølbroyttari enn tað
var fyrr.
Nú eri eg ikki so nógv á ólavsøku
longur, tí eg eri flutt til Danmarkar.
Tað munnu vera eini fimm ár síðani
eg seinast var heima á ólavsøku.
Men eg haldi, at tað man vera stutt-
ligast at vera á ólavsøku, tá ein er
ungur og leysur. Nú eru tað onnur
virði ein gongur uppí, tá ein ferð, og
tað er meira hugnaligt.
Ein hittir nógv fólk, sum ein ikki
hevur sæð leingi, fer á gátt hjá fólki
og verður bjóðaður støð.
Tá eg eri á ólavsøku, so eri eg sjálv-
andi á Vaglinum til midnáttarsangin,
og seinast var eg eisini við, tá Frels-
unarherurin hevði útimøti har niðri.
Tað er nógv broytt, hvat man heldur
um ólavsøkuna í dag í mun til fyrr.
Ólavsøkan er okkara tjóðarhátíð, sum
er næst eftir flaggdegnum, ið stað-
festir okkara samleika.
Øll ósemja verður gloymd á ólav-
søku, og eg haldi, at líkamikið, hvar
ein er staddur í heiminum, so ber til
at halda ólavsøku.
Nú havi eg ikki verið so nógv á
ólavsøku seinnu árini, tí eg havi ferð-
ast nógv. Bæði her heima í Føroyum
og í uttanlands. Ta einu ólavsøkuna
var eg á Havanna, og varð hon eisini
hildin á sín hátt har. So hon verður
ikki gloymd, hóast ein er burturstadd-
ur.
Eg leggi størstan dent á skrúð-
gonguna og sjálva ólavsøkusetuna.
Harafturat haldi eg, at tað er ógvuliga
stuttligt at lurta eftir kappróðrinum.
Man sær beinleiðis ikki so nógv av
honum.
Annars er spennandi at ganga til til-
tøk sum eitt nú framsýningar av ein-
um og hvørjum slagi. Burtursæð frá
kappróðrinum, so hevur ítrótturin ikki
mín størsta áhuga, og tombola als
ikki.
Ólavsøkan er ein ítróttarstevna, har
fólk koma til ein hátíðardag.
Eg haldi, at ein eigur at ansa eftir, at
ov nógv tiltøk ikki liggja samstundis.
Eitt nú skuldu tey átrúnaðarligu og
ítróttarligu tiltøkini ikki yvirlappa
hvørt annað, tí so missa báðir partar
luttakarar.
Ólavsøkan er einasta inntøkukeldan
hjá frítíðar- og ítróttarfeløgunum í bý-
num, og tí haldi eg, at tað er skeivt, at
privatfólk fáa loyvi hava básar og
sølubúðir. Hetta áttu frítíðar- og
ítróttarfeløgini at havt einkarrætt
uppá. Tey hava fólk í hópatali, ið gera
eitt megnar sjálvboðið arbeiði, og tí
skulu privat fólk ikki taka hesa inn-
tøku frá teimum feløgunum.
Annars haldi eg, at ólavsøkan er
hugnalig. Tað er gott, at fólk koma
saman til gaman og álvara, og yvir-
høvur koma hvørjum øðrum við.
Eins og tað hevur verið framgongd
alla aðrastaðni í samfelagnum, so er
hetta eisini galdandi fyri ólavsøkuna.
Ólavsøkan er farin frá at vera ov
kommersiell og vánarligari drykki-
mentan til at vera meira merkt av
mentan. Nevnast kann millum annað
allar tær ymsu framsýningarnar og
útisjónleikurin. Eisini onnur tiltøk
kring landið eru vorðin rein mentan
arlig tiltøk, sum eitt nú G! Festivalurin
og Varmakeldan.
Eg haldi, at ólavsøkan er hugnalig.
Tað er serliga stuttligt at vera havnar-
fólk og kunna bjóða fólki inn. So søg-
una um, at havnarfólk eru burturblíð,
eiga vit at vísa frá okkum.
Brennivín er enn ein partur av ólav-
søkuni, men eg haldi ikki, at tað eru
eins nógv drukkin fólk og fyrr. Drekki-
mentanin er broytt eftir, at vit hava
fingið fría rúsdrekkasølu. Tá tað
kunnu standa 13.000 fólk upp aftaná
at hava ballast í tveir dagarog niður til
midnáttarsangin, so kann støðan ikki
vera so ring. Eg haldi, at tað er ein
virðiligur endi á ólavsøkuni. Tað
kundi tó verið eitt hugskot at sett
bingjur upp á hvørt húsahorn í
gongugøtuni, tí tað hevði skemmað
býarmyndina enn óruddið ímóti
morgni.
Í mun til fyrr tróta tiltøkini ikki á ólav-
søku. Men fyri barnafamiljurnar er
ólavsøkan í so kostnaðarmikil.
Ein kann gleðast um, hvussu væl
ungdómurin tekur ímóti kappróðrin-
um. Serliga her í Suðurstreymoy eru
ótrúliga nógvar bátsmanningar. So
hatta við barnaróðrinum fer helst at
økja um áhugan úti um landið.
Eitt av hæddarpunktunum er mid-
náttarsangurin. Tað rørir hjartað á
bæði føroyingi og fremmandafólki.
Eg haldi, at ólavsøkan er góð. Tað er
næstan altíð okkurt at fara til. Vit
plaga at fara á onkra framsýning, og í
fjør vóru vit til fyrilestrar á háskúlan-
um. Eisini tá sonurin var yngri, so var
altíð okkurt, har vit kundu taka hann
við. Tað eru nógv tiltøk til børn, ið ein
kanska saknar á hinum stevnunum,
har útboðið ikki er eins stórt.
Ólavsøkan er batnað - mær dámar
væl at vera á ólavsøku í dag. Tað
besta av øllum at síggja fólk, ið ein
ikki sær so ofta
Havnarfólk eru eisini blíð, og eg
haldi ikki, at tey eru burturblíð. Nú eri
eg limur í dansifelagnum hjá Kaggan-
um, og sum oftast, so hevur onkur
opið hús, aftaná vit hava dansað.
Eg eri á ólavsøku næstan hvørt ár,
og tað er serliga fyri tann føroyska
dansin. Onkuntíð eri eg bara farin til
tann føroyska dansin.
Tað eru ómetalig nógv tilboð á ólav-
søku. Ólavsøkan er bæði ein høgtíð -
alt tað andaliga, søgliga og politiska.
Men harafturat er tað eisini ein hátíð.
Frá gamlari tíð høvdu nógv feløg
aðalfund á ólavsøku.
Men tá tað eru so nógv tilboð, so
kunnu tað eisini koma trupulleikar av
at finna útav, hvat øll í familjuni vilja
fara til. Men tað plagar sum oftast at
loysa seg.
Ólavsøkan er eisini eitt slag av
klimaks. Føroyameistaraheitið í kapp-
róðrið endar, og steypakappingin er
eisini løgd á ólavsøku.
Eg haldi, at ein kann siga, at ein fær
tað ólavsøkuna, ein vil hava.
Fólk eru skrýdd og allar dyr eru
opnar. Mær dámar væl ólavsøku. Eg
plagi at seta meg við eini skrá og
krossa av, hvat eg vil til. Men tað er
sjáldan, at tað endar soleiðis. Ein hitt-
ir altíð onkran, og so riggar tað ikki
meira.
Ólavsøkan 2004
Hesi 10 fólkini vórðu í
1977 spurd, hvat tey hildu
um ólavsøkuna. Nú, 27 ár
aftaná, verða tey aftur
spurd, hvat tey halda um
tjóðarhátíð Føroya.
Ólavsøkan 2004
57
57
56
Ólavsøkan 2004
C
M
Y
K
56