Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 30

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ólavsøkan 2004 59 Í dag eri eg ordiligur føroyingur KLUMMA Jústinus Leivsson Eidesgaard Nøkur vinfólk hjá mær eru ikki heima á ólavsøku. Tey njóta blíð- skap úti á bygd og spara tvífalt av hesum, fyrst útreiðslurnar til ólavsøkuna, og so nassa tey ókeypis úti á bygd. Eg eri heima á ólavsøku, tað vil siga í høvuðs- staðnum, og um tað er rættari enn at flýggja undan bygdafólkunum út á bygd, veit eg ikki. Høvuðsorsøkin til at eg eri á ólavsøku er, at tá kenni eg meg eitt sindur meira føroyskan enn aðrar dagar í árinum. Hetta er tjóðarhátíð okkara, og eg haldi at allir føroyingar, sum ikki beinleiðis eru songjarliggjandi, áttu at verið á ólavsøku. ólavsøkan er alt annan enn ein lokal stevna í Havn. Tað hevur eitt sindur at siga fyri mín samleika, hvør eg eri. Fyrst og fremst eri eg menniskja og av tilvild, so eri eg eisini føroyingur. Hendan smarta setning havi eg ikki uppfunnið sjálvur. Hann er leysliga umskrivaður eftir kenda franska rithøvundinum Camus. Tó hesi orðini eru grundarsteinurin undir mínum samleika. Og mín samleiki stendur sína roynd á tjóðarhátíð okkara, ólavsøku. Á ólavsøku eri eg føroyingur, tá eri eg ordiligur føroyingur, so før- oyskur, at eg lati mær bjóða vadmalsknæbuksur beint at holdinum, so tað skriðar og skriðar, og alt innan í mær rópar: Fær úr hasum føroysku klæðunum, vit tola tey ikki. Mín samleiki sigur nei, í dag eri eg føroy- ingur, soføroyskur, at eg vil ganga í tjóðarbúnanum og spenna búkin út, hóast líðing fylgir við hesum. Og stuttligt er, hvat er alment góðkent soleiðis í allari almindiligheit. Vanliga, so háli eg bukin inn, tá eg møti konufólki, men á ólavsøku í føroyskum klæðum er tað legalt at hava ein lítlan búk, ja, tú kann enntá sleppa honum. Tað riggar so væl við mannfólki í tjóðarbúnanum, um ein lítil búkur eisini fyllir vestin, siga tey. Eg gangi oman og niðan eftir Áarvegnum við mínum lítla búki, brendur fastur støðugt í mína tilvitan av stramma vestinum, vælforeintur og hyggi ristandi við høvdinum eftir teimum klønu føroysku mannfólkunum, sum dagliga renna í marathon- høpi undan einari støðugari deyðsangist. Halt kjaft, sum klæðini hanga á teimum. Hetta er sku nakað av tí, á ólavsøku er loyvt at vera tjúkkur, og tað er enntá pent og alment góðtikið. Eg eri 46 ára gamal, og nú eigi eg eitt føroyskt flagg, sum er tveir metur langt. Okey, tað er seymað í Danmark, og Færøerne stendur prentað á tí, og tað er selt av Balslev, eini danskari fyritøku í Føroyum, men litirnir eru føroyskir og tað blánar sum loftið, rodnar sum blóð og hitt hvíta er hvítt eins og vetrarins snjó. Flaggstongin er donsk og átta metur høg, og í átta metra hædd sýni eg øllum grannalagnum her Inni á Gøtu, at í dag eri eg føroyingur. Eg eri tann fyrsti her inni sum havi fingið flaggstong, tjóðskaparylurin svevur enn Inni á Gøtu, hóast tey elstu skjótt hava búð her í mong ár, men kanska mín stong fer at eggja undir hinar. Nú er ólavsøka, í dag eri eg meira føroyingur enn nakrantíð, og eg fari næstan ikki til nakað annað tiltak enn at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum, og heilsa upp á fólk sum eg kenni, og serliga tey sum eg einaferð kendi, men sum tíðina í áravís hevur ført burtur av míni leið, og sum nú standa knappliga frammanfyri mær aftur. Vit kennast aftur beinanvegin og at síggjast aftur er altíð heitt og deiligt millum vinir. Góða ólavsøku. AMNESTY-DYSTURIN Jákup Mørk Eftir at kappróður, hond- og fótbóltur, eins og nógvar aðrar ítróttargreinar hava gjørt sítt til at skapa undirhald og spenning kring ólavsøkuna, hevur tað seinnu árini verið siður, at ein dystur av teimum meira skemtiligu líka sum hevur rundað tað heila av. Sum liður og innsavnan síni til frama fyri mannarættindum kring allan heim hevur Føroyadeildin hjá Amnesty International í fleiri ár skipað fyri dysti, har landsins kosnu á polit- iska pallinum hava tikist. Ofta hevur staðið nógv á í hesum dystum, og skemtiliga hevur verið havt á munni, at felagsstevið hjá ymsu samgongunum mangan hevur verið nakað væl betri í ólavsøkudyst- unum, enn tað annars hevur verið restina av árinum. Sterkir tjóðveldismenn Í mun til undanfarnu dystirnar av hes- um slag, so tykist samgongan hesa- ferð at vera stórfavorittur til dystin. Heilt einfalt tí teir hava somikið nógv meira fólk at taka av. Tað kann tó kanska henda seg, at andstøðan í royndunum at byrgja upp fyri hesum fer at leita sær styrk frá eitt nú varamonnum, og so skerst tað heldur ikki burtur, at tað í andstøðu- hópinum finnast leikarar, sum oftani hava gjørt nógv um seg. Eitt nú telir manningin hjá Tjóðveld- inum Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu, sum báðir hava drúgvar royndir í føroyska fótbóltsheiminum. Høgni Hoydal hevur kanska gjørt mest um seg á hondbóltsvøllinum, men tað kann heldur ikki síggjast burtur frá hansara fótbóltsevnum, og Torbjørn Jacobsen var í fleiri ár verið partur av serstakliga sterka 5. deildarliðnum hjá NSÍ, hóast hann í aðrar mátar er svorðin GÍ-viðhaldsmaður. Royndir menn og ein jokari Og so kann tað væl vísa seg, at tað fer at gerast tungt hjá samgongini kortini. Tí tað skerst ikki burtur, at hóast sam- gongan eisini hevur síni stórmenni innan ítróttina á liðnum, so tykist tað í nógvar mátar, sum um framtíðin hjá hesum á leikvøllunum er vorðin til fortíð. Drúgvastu royndirnar hevur uttan iva Sverri Midjord, men hóast hann ígjøgnum mong ár hevur verið sera aktivur innan ítróttina, so er ivasamt, um beinini framvegis megna at fylgja við yngru kreftunum á vøllinum. So vítt vit vita, so avmarkaði yrkisleiðin hjá Anfinni Kallsberg seg eisini til gull við piltaliðnum hjá KÍ á sinni, og tað er kanska eisini ivasamt, hvørt Jørgen Niclasen er eins kringur við fótbóltin- um, sum við flogbóltinum. Stóra stjørnan á liðnum er kanska nýggi formaður sambandsfloksins, men so er spurningurin, um Kaj Leo sleppur at verja málið, ella um hesin sessurin verður latin Hendrik Old, ið sum oftast hevur handskarnar uppi á í hesum dystinum. Megnar samgongan at halda tolu- liga tætt har afturi á vøllinum, so skuldu útlitini tó verið góð. Jákup Mikkelsen plagdi í øllum førum at vera góður fyri nøkur mál, tá hann gjørdi um seg á besta KÍ-liðnum, og tað sama var so avgjørt eisini galdandi fyri Poul Michelsen í HB. Og hvør veit so, um ikki samgong- an eisini fær óvæntaðan styrk. Í øllum førum hevði Javnaðarflokkurin ein jokara á listanum til seinasta løgtings- val, og kanska kann John Johannesen eisini verða jokarin, sum kemur inn av beinkinum at avgera Amnesty-dystin. Livst, so spyrst. Samgongan hevur breiðasta hópin Við breiða samgongustarvinum er einki at ivast í, at hópurin hjá andstøðuni er smalari, enn hann vanliga plagar at vera Stóra stjørnan á samgonguliðnum er kanska nýggi formaður Sambandsfloksins, men so er spurningurin, um Kaj Leo sleppur at verja málið Amnesty dysturin 30. juni kl. 16.00 á ovara vølli í Gundadali 59 58 Ólavsøkan 2004 ÓLAVSØKUKONSERTIN Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Ongin ólavsøka uttan ólavsøkukon- sertina. Eins og undanfarin ár, so verður ólavsøkukonsertin tjóvstartað tann 27. juli í Kommunuskúlagarð- inum, tá føroyskir tónleikabólkar seta spitaran í botn og spæla við fullum útblástri inntil tann ljósa morgun. Tá tosað varð við FUT vóru tólv av nøvnunum fastløgd. Eitt breitt úrval og ein stórur skari av føroyskum tón- leikarum mynda í ár konsertina, sum setir hol á ólavsøkuna. Og í ár eru bara talan um føroyskar bólkar. – Vit vilja við ólavsøkukonsertini royna at fáa støðið upp viðvíkjandi tí, sum er rundanum tónleikin. Tað verið seg backstage umstøður og tað tekn- iska, sigur Kaj Johannesen, formaður í Føroya Undirhaldstónleikarafelag, ið skipar fyri árligu ólavsøkukonsertini. Hann sipar til, at føroyskir tónleik- arar eiga at venja seg við professio- nellar framførslur, har alt koyrir eftir eini reinari linju. Stórt úrval Bólkarnir, ið trína á pallin í ár, fevna breitt. Talan er um tónleikasløg, sum fara frá blues til punk. Nakrir av bólkunum og einstakling- unum, ið fara at spæla á ólavsøku- konsertini í ár verða: Pop-top vinnarin , Paradox, Týr, 200, Kristel Lisberg, Fluffy Toys, Páll Finnur Páll, Gestir, I AM, Hatespeech, Makrel, Gunnar Mikkelsen og Headache Blues Treo. – Tónleikararnir verða útvaldir eftir, hvørt teir duga at levera vøruna, um eg so má siga. Vit hava nógvar bólkar við fjølbroyttum tónleiki, tí eg haldi, at tjóðarhátíð Føroya eigur at kunna bjóða nakað, sigur Kaj Johannesen. Ólavsøkukonsertin er eisini eitt upplagt høvi hjá tónleikarunum at sleppa at spæla fyri eini stórari mann- fjøld. Seinastu árini hevur talið á áhoyrarum verið omanfyri tey 3000, og sigur formaðurin í FUT, at kon- sertin kann geva tónleikarunum møguleika at uppliva tað súsið, ið ein slík áhoyrarafjøld kann geva. – Vit halda eina stramma linju til ólavsøkukonsertina í ár. Tað kemst av, at vit vilja venja tónleikararnar við, hvussu tað fyrigongur í útlandinum, greiðir Kaj frá. Stórur dentur er lagdur á, at tað tekniska er í lagi til sjálva konsertina. Eitt spildurnýtt anlegg verður brúkt, og harafturat verða tað tríggir mans, sum bert koma at taka sær av lljóðinum. Onki útlendsk Sum sagt, so eru bara føroysk nøvn við á ólavsøkukonsertini í ár. Men FUT hevur fingið umsókn frá fleiri út- lendskum nøvnum, ið ynskja at lut- taka á konsertini, men í hesum umfar- inum, hava teir latið vera við hesum. – Tað er ólavsøka, og tí haldi eg, at tað er uppá sítt pláss at hava før- oyskar tónleikarar, sigur Kaj Johanne- sen. Gunnar Mikkelsen er tó hálvur før- oyingur, men hann fer at hava før- oyskar tónleikarar afturat sær. Ólavsøkukonsertin fer í gongd sum vanligt 27. juli í Kommunuskúla-garð- inum. Byrjað verður klokkan 20 og hildið verður á til umleið klokkan 4. Amin í høllini Amin Jensen, sum vit kenna frá »Gita ein sang« hevur í fleiri ár verið stand-up komikari í Dan- mark. Hann verður um ólavsøk- una at síggja í Føroyum. Tann 29. juni klokkan 21 fer hann at hava eitt show í høllini á Hálsi. Tað er róðrarfelagið, Knørrur, ið skipar fyri. Átta listarfólk í Norðurlanda- húsinum Summarframsýningin 2004, sum lat upp í samband við mentanarnáttina í Havn tann 4. juli, heldur fram á ólavsøku. Framsýningin, sum er í Norð- urlandahúsinum, sýnir fram verk hjá átta listarfólkum. Anker Mortensen, Annie Heinesen, Jógvan Biskupstø, Aggi Ás- geirsdóttir, Martin Nolsøe Sim- onsen, Tummas Jákup Thom- sen og Vígdis Petersen. Ólavsøkuaftan og ólavsøku- dag hevur Norðurlandahúsið opið frá 14-20. Kabarett og Not Kabarett Leikhúsið Gríma framførir um ólavsøkuna Not Kabarettina, sum varð frumframførd á hvítusunnu. Hon verður fram- førd frá týskvøldinum fram til leygarkvøldið. Harumframt verður eisini barnasjónleikurin, Ævintýrferð- in, sum er ein sjónleikur fyri og við børnum, sýndur fram á Meiarínum. Í Sjónleikarhúsinum hevur árliga ólavsøkukabarettin frum- framsýning mánadagin 26. juli klokkan 20, og hon verður framførd hvørt kvøld alla ólav- søkuna. Sýna fram akvariufiskar Í Losjuni á Tinghúsvegnum verður ólavsøkudagarnar fram- sýning av akvarium og akvariu- fiskum. Bæði fersk-, salt- og terrariudýrum. Harumframt verður eisini fiskibrunnur fyri børn. Losjan hevur opið frá 14- 18. Skótarnir hava tiltøk Eins og undanfarin ár skipa skótarnir í Havn fyri tiltøkum á ólavsøku. Skótafylki Sigmunds Brestirsonar skipar fyri ymisk- um undirhaldi fyri børnum í Skótahøllini. Har verða kasti- spøl, hoppiborg, forðingar- breyt. Harafturat verður møgu- leiki at keypa sneisapylsur, te/ kaffi og vaflur við skótaøllina oman fyri Sjónleikarhúsið. KFUM skótarnir hava sum vant basar í KFUM hølunum. Har verður basarur við eydnu- hjóli, 21-spæli, fiskibrunni, bamsutombola og matsøla. Opið er frá klokkan 16-24. Ungdómscafé og útimøti Tær ymsu samkomurnar hava fleiri møti um ólavsøkuna. Frelsunarherurin hevur úti- møti á vaglinum báðar ólav- søkudagarnar klokkan 17 og 23. Meinigheitshúsið hevur bæði kvøldini møti klokkan 18, og harumframt verður ungdóms- café tann 28. frá klokkan 23-04. Í Grasagarði skipar Filadelfia hósdagin 29. juli fyri lovsangs- løtu frá klokkan 17-18. Evangeliihúsið hevur útifund á Vaglinum ólavsøkuaftan klokkan 20. Aftaná hevur Ebe- nezer útimøti. Eftir tað verður opið hús. Harumframt hevur Ebenezer barnamøti ólavsøku- dag klokkan 16. Føroyskur dansur í Sjónleikarhúsinum Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag verður skipað fyri føroyskum dansi í Sjónleikarhúsinum. Ólavsøkuaftan frá klokkan 23- 04, og ólavsøkudag byrjar dansurin eftir felagssangin niðri á Vaglinum. Á midnátt ólavsøkuaftan verður fýrverkarí á keiøkinum. Ólavsøkukonsertin við fullum útblástri Eins og undanfarin ár verður tjóvstartar ólavsøkukonsertin ólavsøkuna í ár. Skráin í ár er fjølbroytt og spennandi, og verða tað bert føroyskir bólkar á palli til ólavsøkukonsertina hesuferð C M Y K 58