týsdagur 30. juni 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á
ymsan hátt sýndu samkenslu, tá ið kæri maður
mín, pápi, verpápi, abbi, langabbi og bróðir
okkara
Hjalmar Johansen
f. 02.10.1927 – d. 14.04.2015
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Hera kjærbo og Jónsvein Bech fyri
góð og vøkur troystarorð í heiminum og í
kirkjuni.Tøkk til kirkjutænarar, sangarar,
berarar og gravara.Tøkk til tykkum øll, ið
bakaðu og á ymsan hátt hjálpu til í sambandi
við jarðarferðina og ervið. Eisini ein tøkk
til tykkum øll, ið mintust hann við blómum,
kransum og peningagávum til Skála kirkju.
Ein hjartans tøkk til heimasjúkrasystrarnar,
sum vóru so væl um hann til tað síðsta.
Somuleiðis ein tøkk til tykkum øll, ið fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jóhanna
Salomon, Anfinnur, Hermund og Marnar
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá
okkara kæri maður, pápi, abbi og langabbi
John Ebert Olsen
f 25.09.28 d 15.06.15
andaðist og var jarðaður.
Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á heiminum
á Grønanesi, sum vóru um hann, meðan hann
var hjá tykkum. Takk til øll, ið hjálptu til
jarðarferðina og ervi, og til tykkum, ið fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Marita
Ann - Mary, Gunnhild, Joan, Ingerð og
Meinert.
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið
okkara høgt elskaða mamma, omma, langomma,
vermóðir og systir
Marita Petersen
f. 08.06.1937 – d. 04.02.2015
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum øll á Boðanesheiminum og B6,
sum vóru um hana.
Tøkk til talarar og sangarar fyri góð og troystarrík
orð og vakran sang.
Tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til í sambandi við
jarðarferðina og ervið og til tykkum, ið fylgdu
mammu okkara til hennara seinasta hvílarstað.
Eisini ein tøkk til tykkum øll, ið mintust mammu
við kransum, blómum og peningagávu til
Krabbameinsfelagið.
Vegna familjuna
Kára, Rannvá, Durita v/ familjum
og systkini