týsdagur 30. juni 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum fyri sýnda
samkenslu, tá okkara elskaða mamma,
vermamma, omma og langomma
Amanda Joensen
f. 17.04.1915 - d. 21.05.2015
andaðist og varð jarðað.
Takk til tykkum á Sýnini, fyri umsorgan
tykkara fyri henni.
Takk fyri allar heilsanir, og peningagávur
til trúboðaratænastuna, Dordeernar, í
Eysturgrønlandi.
Takk til tykkum, ið á allan hátt hjálpti til í
samband við jarðarferðina og ervi, og tykkum
sum fylgdu henni til gravar.
Familjunnar vegna
Jonna, Mourits og Anna
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá
góða kona, mamma, vermamma, omma og
langomma
Kirstin Marie Durhuus
(3. juli 1936 - 12. mai 2015)
andaðist og varð jarðað
Takk fyri hjálp og umsorgan ta seinastu tíðina
og takk til tykkum, ið hjálptu í sambandi við
jarðarferð og ervið. Takk fyri kransar, blómur
og gávur. Takk til Ólav Højgaard fyri vakran
sang í kirkjuni, og takk til prest, sangarar,
organist, kirkjutænara, berarar og gravara.
Takk til tykkum, sum fylgdu kirstin til
hennara síðsta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Erhard Mortensen
Tøkk
Hjartans tøkk til øll sum á ymsan hátt vístu
samkenslu tá kæri maður mín,
bróður, pápa-og mammubeiggji, gubbi og
Skála-abbi.
Kjartan Davidsen
Skála
andaðist og var jarðaður.
Takk til Jógvan Fríðriksson bisp fyri góð
og vøkur orð í kapellinum, takk til føraran
á líkbilinum fyri hansara vælvild, takk
Símun P. Jacobsen prest fyri andakt og talu
í kirkjuni, takk til kirkjutænarar, sangarar og
gravara, takk til Hjalgrím og ”familjukórið”
fyri sera vakran sang. Takk til tykkum sum
hava vitja kjartan, takk til sjúkrasystrar og
heimahjálparar fyri góða røkt. Hjartans tøkk
tit sum tóku tykkum av ervinum, takk tit øll
sum bakaðu og hjálptu til í allar mátar. Takk
fyri blómur og kransar, takk fyri minnisgávu
til kirkjuna og meinigheitshúsið á Skála. Takk
tit øll sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað her á fold.
Vegna tey avvarðandi
Selma
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
MARKNAÐARFÓLK TIL BAKKAFROST
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu.
Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini
eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðug vøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á
Glyvrum og hevur felagið sløk 700 fulltíðarstarvsfólk.
Marknaðarfólkið hevur ábyrgd av marknaðarføring
hjá Bakkafrost. Marknaðarfólkið skal saman við
Sølu deildini tryggja, at marknaðarføringin hjá Bakka-
frost sam pakkar við strategi felagsins og tekur hædd
fyri kundatørvi og kundaatferð.
Arbeiðsøki
Marknaðarfólkið hevur ábyrd av at menna og seta í
verk ætlanir fyri marknaðarføring í tøttum samstarvi
við Søludeildina, millum annað at
• luttaka í menning av nýggjum marknaðum
• gera marknaðarkanningar til tess at greina marknaðar-
krøv til verandi og framtíðar vørur
• gera og greina kanningar av verandi kundaskara
• savna og meta um tørv á søluhagtølum
• menna og samskipa átøk hjá felagnum á marknað unum
• hava eftirlit við og eftirmeta virksemi og úrslit av
marknaðarføring felagsins
Marknaðarfólkið hevur tilvísing til søluleiðaran og
verður partur av Søludeildini hjá Bakkafrost. Arbeiðs-
staðurin er á høvuðsskrivstovuni á Glyvrum.
Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og tað er
ein fyrimunur, at tú hevur royndir at arbeiða við
marknaðar føring á altjóða stigi. Sum persónur hevur
tú góð samstarvsevni og megnar bæði at arbeiða
sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur positivan hugburð
til uppgávurnar og leggur stóran dent á at saman-
tvinna ástøði og praktiska veruleikan.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við
stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini
dynamiskari fyritøku. Vit leggja dent á at hava eitt
gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar
starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru í samráð við
leiðsluna.
Meira at vita
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um
starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í
samband við Símun P. Jacobsen, sølu-
leiðara, á tel. 23 50 04 ella við t-brævi til
sipj@bakkafrost.com.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og
viðkomandi skjølum verður send til
hr@bakkafrost.com.
Umsóknarfreistin er mánadagin 20. juli 2015.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
STARVSFÓLK
sansir.fo