Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 J. Broncksgøta 16 · Tórshavn · Tel 310901 · menta@menta.fo · www.menta.fo SUMMARFRÍ Vit lata skrivstovuna aftur vegna summarfrí frá mánadegnum 27. juli 2015. Opið verður aftur mánadagin 24. august 2015. Øllum viðskiftafólki verður ynskt eitt gott summar. NiNG · Tel 215 315 Skrivstovulærlingur Tekniskur leiðari til P/F Varðin Pelagic P/F Varðin Pelagic á Tvøroyri søkir eftir teknisk um leiðara at standa á odda fyri nýggju teknisku deildini hjá felagnum. TEKNISKA DEILDIN Tekniska deildin hevur ábyrgdina av rakstri og viðlíka - haldi av bygningum og framleiðsluútbúnaði sam - svarandi Opus viðlíkahaldsskipanini, herundir m.a. Baader flakamaskinum, øðrum maskinur, el-skipanum, frysti/køli útbúnaði, reinsi skipanum, ventilatións- og hitaskipanum, trukkum og eykaluta goymsluni. Starvsfólkini á deildini eru maskinmenn, maskinsmiðir og elektrikarar. Hugsast kann, at arbeiðsuppgávurnar hjá deildini við tíðini verða víðkaðar til eisini at fevna um aðrar uppgávur og ábyrgdarøki innan virksemi hjá felagnum. ARBEIÐSUPPGÁVURNAR Tekniski leiðarin fær fakligu, umsitingar ligu og fíggjar ligu ábyrgdina av teknisku deildini. Fyrsta uppgávan hjá tekniska leiðaranum verður at skipa deildina og starvsfólk og síðani at leiða arbeiði á deildini, herundir tryggja starvsfólkunum fakliga menning og persónligan trivna. Tekniski leiðarin skal eisini, í tøttum samstarvi við serliga framleiðslu- og góðskuleiðaran, luttaka í m.a. optimering av framleiðsluni og tryggja, at Varðin Pelagic støðugt livir upp til innan- og uttanhýsis góðsku- og framleiðslukrøv, herundir skjalprógvan. Tekniski leiðarin myndar leiðslubólkin í P/F Varðin Pelagic saman við stjóranum og hinum leiðarunum í felagnum. FØRLEIKAKRØV Til starvið krevst viðkomandi hægri faklig útbúgving sum t.d. verkfrøðingur, maskinmeistari ella samsvarandi, hollar royndir frá líknandi avbjóðingum, umframt útbúgving og/ella royndir innan starvsfólkaleiðslu. Tekniski leiðarin skal harumframt vera málsliga stinnur í føroyskum, donskum/skandinaviskum og enskum, hava hollan telduførleika, vera røkin og málsøkin, og kunna arbeiða bæði sjálv støðugt og í tøttum samstarvi við onnur. Væntað verður, at tekniski leiðarin vísir fakligt dugna semi og ein mennandi persónligan leiðslustíl. ARBEIÐSTAÐURIN Arbeiðsstaðurin er virkið hjá P/F Varðin Pelagic á Tvøroyri. STARVSBYRJAN Miðað verður eftir, at tekniski leiðarin kann byrja í starvinum skjótast gjørligt, men P/F Varðin Pelagic er eisini sinnað at bíða nakað longri eftir rætta umsøkjaranum. LØN- OG SETANARVIÐURSKIFTI Løn og setanarviðurskifti annars verða ásett eftir nærri avtalu við leiðsluna. UMSÓKNARFREIST Umsókn við útbúgvingar- og førleika prógvum, umframt møguligum við mælum, skal sendast sum teldupostur til info@vardinpelagic.fo ella sum vanligt bræv til: P/F Varðin Pelagic, Havnalagið 11, FO-800 Tvøroyri. Umsóknarfreistin er fríggjadagin tann 14. august 2015 kl. 16.00. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ólavur Bjarkhamar, framleiðsluleiðara, á tlf. +298 291683 ella olavur@vardinpelagic.fo Varðin Pelagic, Havnarlagið 11, FO 800 Tvøroyri, www.vardinpelagic.com sansir.fo