týsdagur 30. juni 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74
26
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Um
vikuskiftið
verður
varmakelda í Fuglafirði.
Stevnan verður í døgu
num 3.-5. juli, og hæddar
punktið á varmakeldu verð
ur FM-kappróðurin.
Annaðhvørt ár er FM-
róður í Fuglafirði og annað
hvørt ár á eystanstevnu í
Runavík.
Tað undar og argar í
Fuglafirði, at Róðrarsamband
Føroya í nøkur ár hevur rópt
varmakeldu
fyri
eystan
stevnu, tá kappróðurin telur
við í Fuglafirði.
Borgarstjórin í Fuglafjarð
ar kommunu, Sonni á Horni,
vísir á, at varmakelda telist
millum gomlu bygdastevn
urnar í Føroyum, og tí hava
fuglfirðingar ilt við at skilja,
hví Róðrarsamband Føroya
heldur fram at rópa varma
keldu fyri eystanstevnu.
- Eystanstevna í ár lá
annars sama vikuskifti, sum
fjarðastevna var á Strondum,
og tí gjørdi tey í Runavík av
ikki at halda eystanstevnu í
ár.
Sonni á Horni vísir á, at
annaðhvørt ár, tá kappróð
urin telur við á varmakeldu,
verður meira gjørt burtur úr,
enn tá kappróðurin ikki telur
við.
- Vit tosa her í Fuglafirði
um ta stóru varmakelduna
og ta minnu varmakelduna,
sigur hann.
Aftur á slóðina
Borgarstjórin í Fuglafjarðar
kommunu fegnast annars
um, at Fuglafjørður er so
væl við í kappróðri og hevur
ikki færri enn tríggjar bátar
mannaðar, har allir standa
seg væl í kappingini.
Hann fegnast eisini um,
at fólk úr grannabygdum
partvís eru við til at manna
hesar bátar saman við fugl
firðingum.
- Kappróðurin er okkara
tjóðarítrótt, og eg vildi ynskt,
at miðlarnir høvdu meira
fokus á kappróðurin, enn teir
hava. Ikki fyri at taka nakað
frá øðrum ítróttargreinum,
eitt nú fótbóltinum, men
miðlaumrøðan her kann als
ikki samanberast.
Eins
og
mong
onnur
harmast Sonni á Horni um,
at tær áður góðu og gomlu
bygdastevnurnar tapa so
nógv fyri festivalum og øðr
um summartiltøkum, ið eru
vorðin so mong í tali.
- Men, eg trúgvi, at tíðin
kemur, har fólk í størri mun
fara at leita aftur á slóðina,
har kappróðurin kemur at
verða ein týðandi partur.
Hann vísir á, at tað, sum
savnar fólk til bygdastevn
Fuglafjørður
klárur at taka
ímóti varmakeldu
Tað hendir nógv í Fuglafirði. Fótbóltsvøllurin hevur fingið nýtt graslíki og er dagførdur. Tað gongur
væl hjá kappróðrarbátunum, Erlu Kongsdóttir, Rádna og Silju. Miðbýurin í Fuglafirði er vorðin ein
frægd fyri eyga - við snøggum gonguteigum, vøkrum laðingum og litríkum blómustøðum
- Eg trúgvi, at í staðin fyri at fylla stevnuøkini við
hoppiborgum og øðrum slíkum, verða tað í framtíðini
onnur tiltøk, sum aftur fara at savna fólk. Tað skal ivaleyst
meira “kjøt” upp á fyri at fáa fólk at leita aftur til gomlu
bygdarstevnurnar, heldur Sonni á Horni, borgarstjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fuglafjørður hevur seinni árini fingið ein nógv snøggari miðbý. Høvuðsvegurin frá Siloa og úteftir - eitt vegastrekkið á umleið 300 metrar - hevur fingið
flísalagdar gonguteigar báðumegin. Her eru gjørdar sera snøggar laðingar, og snøgg blómustøð eru skipaði ymsastaðni í miðbýnum og aðrastaðni