Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74 Mangt og mikið er farið um Leir­víksfjørð, t.d. tá ið Jaki á Polaris var uppi á døgum. Hugsi næstan, vit kunnu siga, at onkuntíð stóð sólin still millum Leirirvíksboðar og Galvin, tá ið Jaki stóð negld­ur í stýrhúsrútinum og var sum ein klassisk mynd í tí livandi ljósskiftinum, sum var um hesa leið, tá ið moturglintini salvaðu Jaki í hesari sigling. Hevði tað verið nú, so hevði hann havt í lastini ein sjáldsaman førn­ing um fjørðin. Tað er so­leiðis í ár, at Norðoya Lista­felag hevur tríati ár á baki, og var hetta hildið á Norð­oya­stevnu í ár, so tað tindraði og glógvaði í Spania­stovu, Seglhúsinum og í Ósaskúlanum. Astri Luihn hevði eina undurfulla máln­inga­framsýning í Spania­stovu, Amariel Norð­ oy eina yndisliga og glógv­ an­di málningasýning í gamla Seglhúsinum – hann verður sjeyti ár í næstum, og so var tað Ósaskúlin , har 47 lista­verk vóru til skjals, sum Norðoya Listafelag átti. Hetta er ein dýrgripur, og rør­ir tað sinnið, at fólk hava verið so framsíggin fyri tríati árum síðani og hava ognað hesum felag so nógva góða list. Norðoya Lista­felag hevur lænt Ríbar­húsi 15 verk av hesum kenslu­sama dýrdargripi, og verður hetta sýnt fram á Varma­keldu, sum verður 4. og 5. juli. Sýningin verður sett hóskvøldið kl. 20:00 av Jógvan á Lakjuni , ting­for­ manni, og er opin leygar­ dagin frá kl. 11:00 til kl. 22:00 og sunnu­dagin frá kl 14:00 til kl. 20:00. Seyðabussurin hjá Petur Mart­ini. Ja, eg hugsi um Jaki, nú leitað varð inn til Klaks­ vík­ina hósdagin 25. juni kl 10:00 um morgunin eftir hesum farmi við tí rustreyða seyða­bussinum hjá Peturi Martin Petersen. Hann sat eins stinnur og poetiskur við rattið, sum Jaki helt um stýrisvølin um borð á Polar­ isi. Hugsi næstan, um Rem­ brandt var við á ferðini, hevði hann málað teir báðar við sínum døkku, dimmu, myr­ku, ljóslivandi strokum – Clair obscur - í andans ljósi og skugga. Ja, hetta var ein listalig, heilag ferð.... Kanska er aldri á ævini ein slíkur farmur farin um Leir­víks­ fjørð. Fyrst fóru vit inn til Dáva Winther í tí kom­ mu­na­la bygn­ing­in eftir ein­ari mynd hjá Ar­ cha(Trampedach), Poul­ inu(Várdagur) og Mikines- Pieta(heilagskapur, Michel An­gelo). Dávur Winther er formaður í Norðoya Lista­ felag. Ja, vælsignað veri hond­in og løtan, og so at bera hesar málningar út... ikki til gravar, men til eina fram­sýning í Ribarhúsi á Varma­keldu. Ein gloria var um málningarnar, motivið, sum er vovin kring hesi verk alt­nar dagar jarðarinna. At hava rørt við Pieta, ja, tá ert tú ævigagjørdur sjálvur. Ja, hetta er vakurt. Grønaból Eftir hetta lá leiðin út til Grøna­ból eftir restini ev hes­um førningi. Archibald Black stóð í túninum og tók ímóti. Blíður, inntonktur við ein­um listaligum bragdi um enn­ið, pannu og kinnklova. Alt av einari rótføroyskari, skalda­kendari lynning, sum tú bert sært hjá lista­fólki. Nú komu aðrir máln­ingar undan væðingi – Hans J. Glerfoss, Hans Han­sen – Mikladalsmálarin, Hanni Bjartalíð, Olivur við Neyst, Amariel Norðoy, Elin­ borg Lützen og Frida Zachariassen. Nú var bert eftir at vælsigna hesi verk... og knappliga stóð Nólsoyar Páll á Grønabóli og lyfti sínar hend­ur upp og vælsignaði bæði okkum, løtuna og máln­ ing­ar­nar. Nú kundu vit seta okkum tryggar í henda gylta, rustreyða vogn og leggja á fjørðin, fara um Galvin, Leirvíksboðar inn á Okkara Poll og so inn á Fuglafjørð, har Jaki alla somlu tíðina var við okkum við sínum brosandi eygum og sinni. Hetta var ein tann sjald­sam­ asta útferð, sum eg havi gjørt á ævi míni. Vælsignað veri Norð­oya Listafelag. Føroysk “heimslist” í Ribarhúsi á Varmakeldu ur­nar, er serliga FM-kapp­ róð­ur­in. - Eg trúgvi, at í staðin fyri at fylla stevnuøkini við hoppi­borgum og øðrum slík­ um, verða tað í framtíðini onn­ur tiltøk, sum aftur fara at savna fólk. Tað skal iva­ leyst meira “kjøt” upp á fyri at fáa fólk at leita aftur til gomlu bygdarstevnurnar, og her kundi eg hugsað mær, at meira varð gjørt við at leita aft­ur á slóðina, sum hann tek­ur til. Her hugsar Sonni á Horni um eitt nú gamla matmentan og ymisk mentanartiløk og framsýningar, ið kundu verið snikkað til eitt slíkt bygda­ stevnu­tiltak. - Sjálvandi skulu vit eisini hava ymiskt til børnini at stytta sær stundir við, so­leið­ is at stevnurnar fram­hald­ andi kunnu vera eitt familju­ til­tak, har børn og vaksin sam­an kunnu vera saman og fáa nakað burturúr, leggur hann aftrat. Nógv kappróðrarfólk Fyri at venda aftur til kapp­ róð­urin, vísir borgar­stjórin á, at umstøðurnar hjá ÍF Kapp­ róðri í fleiri ár hava verið rætti­liga góðar. - Vit hava eitt stórt og gott kappróðrarneyst, og nú nýggj­ur FK-handil er bygdur oman yvir neystið, hevur ÍF Kapp­róður fingið enn betri pláss til sínar aktivitetir. Hann vísir á, at tað var kommun­an, sum bygdi húsið fyri stív­liga 10 árum síðan, og síðan fóru fólk, sum stóðu kapp­róðri­num nær, í holt við at inn­rætta húsið sjálvi. Her er neyst við plássi til fleiri kapp­róðr­ar­bátar, og her er venj­ingar­høli og smiðja um­ framt neyðugir brúsu-og wc- fasilitet­ir. - Tá FK bygdi nýggjan handil, fingu kappróðrarfólk eitt sindur størri pláss, so­ leið­is at venjingarhøli nú er vorð­ið størri, og smiðjan er flutt yvir í tað nýggja. Sonni á Horni sigur, at ÍF Kappróður í ár luttekur við 5-mannafarinum Silju, sum er mannað við gentum og hevur klárað seg væl í FM-kappingini. Menninir manna 6-mannafarið Rádna, og teir hava eisini klárað seg væl og liggja frammarlaga í kappingini. - At enda hava vit 5-mannafarið Erlu Kongs­ dóttir við kvinnum, og hes­ar hava verið púrasta suveren­ ar í FM-róðrinum tey seinnu ár­ini. Tær, sum manna bátin, spen­na víða í aldri. Hin yngsta man vera um 18-19 ár, og hin elsta er farin um tey fimm­ti. Umborð eru eisini móð­ir og dóttir. Borgarstjórin sigur, at tá tað hevur gingið best hjá hes­um trimum bátunum í FM-róðrunum higartil í ár, hava allar manningarnar lig­ið innanfyri nummar 1 og 3, og tað heldur hann vera ógvu­liga flott. - Jú, eg haldi, at Fugla­ fjørður er ógvuliga væl við í kappróðri, og vit gleða okkum at fylgja FM-róðri­ num á varmakeldu leyg­ar­ dagin, leggur hann aftrat. Nýggjur fótbóltsvøllur Vit kunnu siga, at tað grør um gangandi fót í Fuglafirði, og nú um dagarnar vórðu teir lidnir at leggja nýtt gras­líki á fótbóltsvøllin í Fløtu­gerði. - Hetta arbeiði hevur ging­ ið fantastiska væl og týska felagið, ið hevur tikið sær av áleggingini, hevur bara brúkt eina viku um sítt arbeiði. Sonni á Horni sigur, at menn hjá kommununi fram­ man­undan hava gjørt for­ar­ beiðið ógvuliga væl, og und­ ir­lag­ið á gamla vøllinum var so­mik­ið gott, at her var ikki neyðugt at gera nakað av týdn­ingi. Hann vísir á, at tað, sum menn hjá kommununi hava gjørt, nú nýtt graslíki er lagt á, er, at teir hava reinsað renn­ur og annað. - Frástøðan millum sjálv­an fótbóltsvøllin og gyrð­ing­ina var ov lítil í mun til tað kravda, men í fjør varð gyrð­ingin flutt longur út, og soleiðis er hetta arbeiðið eisini gjørt, nú nýggja gras­líki verður tikið í nýtslu aftur eftir summarsteðgin hjá Effo-deildini. Sonni á Horni sigur, at hóast hann persónliga ikki gongur so høgt upp í at hyggja eftir fótbólti, ivast hann onga løtu í tí velduga týdn­ingi, sum fótbólturin í kom­mun­uni hevur. - Vit høvdu brúk fyri dag­ føringum við vøllin, og vit høvdu brúk fyri nýggjum gras­líki. Tað næsta, sum eftir mínum tykki liggur fyri framman, er eitt nýtt ítróttar­hús, tí tíðin er langt síðan farin frá gamla húsi­ num. Eg haldi, at fólk eru ógvu­liga fegin um, at vit nú hava gjørt hesar dagføringar og hava fingið nýtt graslíki í Fløtu­gerði. Hann leggur aftrat, at nýgg­ja graslíki er av slag­num Domo Vario­ slide S Pro 50 við sandi. Snøggari miðbýur Fuglafjørður hevur seinni árini fingið ein nógv snøggari mið­bý. Høvuðsvegurin frá Siloa og úteftir - eitt vega­ strekkið á umleið 300 metrar - hev­ur fingið flísalagdar gonguteigar báðumegin. Her eru gjørdar sera snøggar laðingar, og snøgg blómustøð eru skipaði ymsastaðni í mið­ býnum og aðrastaðni. Har­ aftrat hevur býurin eisini fingið eina nýggja oman­ koyring til havnalagið beint uttan fyri nýggja FK-handil­ in. - Fram við høvuðsvegnum vóru eingir gonguteigar ella nakað, og her var lítið fyri eygu­ni. Nú er alt vorðið so snøgt og vakurt og er ein frægd hjá okkum, sum búgva her - og hjá teimum, sum vit­ ja okkara kommunu. Sonni á Horni sigur, at fríðk­ing av býnum var eitt av hansara hjartamálum, tá hann fór upp í bý­ráðs­poli­ tikk, og hann heldur, at nógv er hent í so máta í Fuglafirði hesi seinnu árini. - Hetta arbeiði hevur gingið fantastiska væl og týska felagið, ið hevur tikið sær av áleggingini, hevur bara brúkt eina viku um sítt arbeiði, sigur borgarstjórin Mynd: Vilmund Jacobsen