Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-30, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74 ítróttur hondbóltur Fantastisk kensla Ein millión til hondbóltin Landsliðsarbeiðið hjá HSF er í tryggari legu. Við at vinna Emerging Nations Championship spældi føroyska mansliðið heila millión til HSF Føroyska hondbóltslansdsliðið vann seinasta fríggjadag gull í altjóða hondbóltskapping. Talan var um harða kapping, har liðið spældi seks dystir í eina viku Jákup Mørk Tað skerst ikki burtur, at spenn­ingurin var stórur hjá HSF-topp­unum, tá var greitt, at Føroyar skuldu spæla finalu­ dystin í  Emerging  Nations Champion­ship. Eitt er, at gullið er stórur heiður. Annað er, at vinn­ing­ urin so sanniliga eisini var stórur. 20.000 schweisara- frank­ar umframt allar ferða­útreiðslur til komandi al­tjóða undankapping, Serstakliga hevur hetta seinna stóran týdning fyri før­oyskan hondbólt. – Vit verða ikki partur av komandi HM-undankapping, júst av fíggjarligum ávum. Nú er eingin ivi um, at vit taka lut í komandi EM- undan­kappingini so tað er einki dulsmál, at hetta er ein fram­úr vinningur, sigur Ári Rouch, sum er samskipari hjá HSF. – Samstundis tykist hetta eisini eitt sindur løgið. Var tað okkurt av miðeuropisku londunum, so merktir tað kanska nakrar ókeypis buss­ ferðir. Hjá okkum er talan hinvegin um heilt stórar upp­hæddir. Sjálvandi hevur lutakastið nógv at siga, tá ferðaútreiðslur skulu rokn­ ast, men vit kunnu helst rokn­að við, at samlaða upp­ hæddin fer at líkjast einum 800.000 krónum, sigur Ári. Saman við schweisisku frankunum, sum stóðu á kekk­inum, verður talan so­ leiðis um eina upphædd, sum líkist eini millión. Eini millión, sum veruliga er við til at fasthalda lands­liðs­ arbeið­inum hjá HSF. Tí er heldur einki for­gjørt í, at HSF longu nú rør upp­ undir, at kappingin verður endurtikin. – Tað vilja vit sjálvandi fegnir hava. Eisini tí at hetta hevur verið ein sera góð kapping ítróttarliga. Vit hava spælt seks dystir, og av hes­um hava teir fimm verið rættiliga javnir og spennandi, so kappingin hevur veruliga eis­ini eitt stórt ítróttarligt virði fyri okkum, heldur Ári. jakup@sosialurin.fo Spælararnir vóru fegnir, tá teir komu aftur til Føroya við gullinum. Men minst líka nógv mundu tey í HSF fegnast um stóra vinninginum, sum fylgdi við Mynd: HSF Tá heiðursmerkja­hand­ anin var á skránni, var løtan eisini komin til, at bestu spælararnir í kapp­ ing­ini skuldu heiðrast. Her áttu Føroyar tríggj­ar spælarar. Tá lands­liðs­venjararnir settu besta liðið í kappingini saman, var Rósing Rasmus­sen at finna á vinstra veingi, meðan Áki Egilsnes varð kosin besti høgri bakkur í kappingini. Hartil fekk Tróndur Kragesteen heiðurin sum Most Valuable Player. Altso tann spælarin, sum hevur havt størsta týdn­ ingin fyri sítt lið. jakup@sosialurin.fo Tríggir á All-star Jákup Mørk Uttan at traðka á Challenge Trophy-luttøkuna, sum før­ oysk hondbóltslandslið fleiri ferðir hava tikið lut í, so er eingin ivi um, at sig­ urin í Emerging Nations Champion­ship, sum mans­ lands­liðið tók lut í í seinastu viku, er størsta før­oyska hond­bólts­upp­liv­ingin sein­ astu nógvu árini. Verður sæð burtur frá met­sigrinum móti Aser­ badjan, so varð talan um tættar og harðar dystir – seks dystir í sjey dagar – og tí gjørdist talan um framúr ítróttar­liga avbjóðing. Tindurin í hesum varð sjálvandi rokkin, tá tað fríggja­dagin endaði við finalu­sigri móti Letlandi. 27-24 gjørdist úrslitið í ein­ um dysti, har okkara vóru omaná allan seinna hálv­leik, men har tað – hóast fleiri góðar støður – ikki eydn­aðist at skræða seg leys­an frá mót­ støð­uni fyrr enn í sein­astu tveimum minuttunum. Tá vit eftir dystin fingu orð á Rók Akralíð, sum fyri tað nógva var krumtappurin í føroyska verjuspælinum, læt hann ongan iva vera um, at lagið í føroysku leguni var av tí besta. – Hetta er ein ótrúlig kensla. At vit hava verið ígjøgn­um eina knallharða kapp­ing, og at vit nú standa eftir við gullinum. Tað er bara fantastiskt. Vit hava eis­ini finið nógvan respons heimaní­frá, og hvør sum ein hava fartelefonirnar hjá spæl­arunum ringt dúgliga hesar seinastu tímarnar. Um finaludystin sjálvan heldur Rókur, at lykilin til sigurin var, at føroyingar broyttu verjuskipan undan steðg­inum. – Teir høvdu nakrar sterk­ ar individualistar, og teir sluppu ov væl framat fyrstu løtuna. Tá vardu vit 6-0, men vit broyttu tað, so vit komu betur út móti skjúttunum, og tá vit vunnu dystin, so mugu vit væl staðfesta, at tað var væl sæð frá beinkinum, held­ ur Rókur. Íroknað venjingardystin, sum varð spældur seinasta fríggja­dag, so hevur før­ oyska landsliðið nú spælt sjey dystir í átta dagar, og Rókur ásannar, at tað kundi gera tað eitt sindur tungt at spæla við offensivari verju. – Sjálvandi vóru vit moyr­ ir, men í einum slíkum dysti finnur tú tað seinasta fram. Og so er tað eisini stórt rós til ungu menninar í hópinum, sum koma inn av beinkinum. Eitt nú kom Kjartan inn og spældi framúr væl sum spæl­skipari í dag, so hetta er veru­liga ein sigur til samlaða hópin, heldur Rókur. Fríggjadagurin stendur eftir sum ein tann størsti í føroyskari hondbóltssøgu. Finalusigurin móti Letlandi man vera besta úrslitið, síðani CHM- luttøkurnar fyri skjótt nógvum árum síðani Mynd: HSF