Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-30, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur André Olsen Mánadagin var annar dag­ urin á oyggjaleikunum hjá teimum føroysku íðkar­ unum. Føroyingar vunnu eina rúgvu av medaljum ann­an dagin, har tað serliga komu nógvar í hús hjá svimj­ ing­ini. Men eisini hjá boga­ skjót­ingini og badminton, vóru úrslitini góð. Trý nýggj føroysk met og 12 heiðursmerki Í svimjingini, sum er ein tann besta ítróttargreinin til at fáa medaljur hjá teimum før­ oysku íðkarunum, gekst væl. Longu í fyrstu kappingini, sum var 1500 metrar frí hjá monn­um, vunnu vit bæði gull og silvur. Pál Joensen, sum undan kappingini var ein risa favorittur á tí tein­ inum, vann gull sum væntað, meðan Óli Mortensen úr Havnar svimjifelag vann silvur. Men stóra sólskinssøgan mánadagin, var ungi og evnaríki svimjarin úr Suður­oyar svimjifelag, Sára Nysted, sum er fødd í 2001, og sum fyri fyrstu ferð er við á oyggja­leikum til svimjing, vann tvær gull medaljur, sam­stundis sum hon eisini fekk tvey nýggj føroysk met. Sára Nysted vann gull í 400 metrar blandað, har hon setti nýtt føroyskt met við tíðini 4:51:57. Meðan hon eisini í 200 metrar frí­svimj­ ing setti nýtt føroyskt met, tá hon við tíðini 2:02:60 var fyrst á mál, og tryggjaði okk­ um enn eitt gull merki. Í svimjingini bleiv tað til tey trý gull merkini. Tó so, fingu vit eisini eina rúgvu av medalj­um, og eitt føroyskt met afturat. Pál Joensen setti nevn­ iliga nýtt føroyskt met á 100 metrar bringu teininum, tá hann við tíðini 1:02:80 vann okkum eitt silvur heiðurs­ merki heim. Vit vóru eisini um reppið at fáa eitt gull heiðursmerki, tá kvinnurnar svumu 200 metrar frí í stafett. Føroysku genturnar vóru á odda tá sein­astu 25 metrarnir vóru eftir, men tíverri, so vóru tær yvirhálaðar mestsum á málstrikuni, og endaðu harvið á øðrum plássið. Gull í liðkappingini í bogaskjóting Bogaskjúttarnir høvdu ein góðan dag mánadagin. Í lið­kapp­ingini í compound, vunnu føroysku skjútarnir nevn­iliga gull í compound. Føroyar endaði ovast við saman­lagdum 4004 stigum, meðan Isle of Wight og Trý nýggj føroysk met og gull í boga­skjóting Annar dagurin á oyggjaleikunum bjóðaði eina rúgvu av heiðursmerkjum, har vit serliga fingu nógv heiðursmerki í svimjing. Eisini hjá bogaskjúttunum gekst væl. Vit vóru eisini um reppið at vinna gull í badminton finaluni í liðkappingini, har vit tó taptu tepurt í einari langari og spennandi finalu Oyggjaleikir Føroysku tíðirnar til svimjingina mánadagin: 1500 metrar menn: Nummar 1 – Pál Joensen (14:57.73), Nummar 2 – Óli Mortensen (15:34.06) 400 metrar blandað kvinnur: Nummar 1 – Sára Nysted (4:51.57 NÝTT FØROYSKT MET), Nummar 3 – Vár Eidesgaard (5:04.46) 200 metrar firvald menn: Nummar 3 – Óli Mortensen (2:04.21) 100 metrar firvald kvinnur: Nummar 3 – Astrið Foldarskarð (1:02.76), Nummar 4 – Jonna Thomsen (1:02.84) 100 metrar firvald menn: Nummar 2 – Pál Joensen (1:02.80 NÝTT FØROYSKT MET), Nummar 7 – Bartal Hestoy (1:05.94) 50 metrar rygg kvinnur: Nummar 5 – Ásbjørg Hjelm (32:94) 200 metrar frí kvinnur: Nummar 1 – Sára Nysted (2:02.60 NÝTT FØROYSKT MET), Nummar 5 – Vár Eidesgaard (2:08.06) 200 metrar blandað menn: Nummar 2 – Pál Joensen (2:02.88), Nummar 3 – Alvi Hjelm (2:05.29) 4x50 metrar frí kvinnur: Føroyar nummar 2 – Astrið Foldarskarð, Lív Eidesgaard, Vár Eidesgaard, Sára Nysted (1:47.40) 4x50 metrar blandað menn: Føroyar nummar 3 – Alvi Hjelm, Eyðbjørn Joensen, Pál Joensen, Róland Toftum (1:44.22) Mynd: André Olsen